Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. august 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 5. august 2013 · Nr. 88 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur KÍ 2 (0) ÍF 2 (0) Tróndur Arge – Klaksvík Í Klaksvík var alt við tað gamla, tá Øssur Dalbúð tríggjar minuttir fyri tíð legði ÍF á odda 2-1. Gott saman­spæl millum Clayton Soares og Nenad Saric endar við, at Øssur Dalbúð á brots­ teigar­markinum skjýtur bóltin millum beinini á verju­ spælara og bólturin trillar í handara síðunet. Kenslan er ikki nýggj. Í yvir hundrað dagar hevur KÍ ikki vunnið í landskappingini og tað koppar skeivan veg – hvørja ferð. Hinvegin, so hev­ ur ÍF í ár megnað at koppa fleiri tøttum dystum til sín fyrimun. Tað hevur tryggja teimum eitt flott annað pláss. Áskoðarar kenna søguna. KÍ tapur altíð á Summar Festivalinum. KÍ tapur altíð á Norð­oya­stevnu og tá okk­ urt er á vási í Klaksvík. Í so máta kundu tey flestu ikki verða bilsin av, at ÍF var á sigurs­kós. Alt bendi á ein sigur til ÍF. Páll bjargar KÍ Dómarin legði fýra min­uttir afturat og góða av­rikið á degnum gav KÍ við­halds­ fólkunum eina vón. Á vøll­ inum stríðast allir í bláum fyri lívinum og teir fáa løn fyri stríðið. Bólturin endar fyri føtur­ nar á deilda topp­skjútta­num í deildini, Pálli A. Klettskarð. Minst tveir mans í reyðum standa í vegin og verja fyri lívinum. Tað eru bara tveir minuttir eftir, men Páll A. Klettskarð leggur líka í. Hann leggur bóltin til rættis, hyggur upp og meddar til. Frá tí fóturin hjá Pálli rakar bóltin er øllum greitt, at KÍ hevur javnað. Við einum drønskotið send­ir hann bóltin upp í hand­ara málhorn. Øll KÍ við­ halds­fólkini í skýlinum sóu bóltin ferðast millum beinini á verjusælaranum og fara siglandi eftir síðunetinum. Tað er ongin ivi um, at hetta málið hevur størri týdn­ing fyri KÍ enn eina stigi, sum teir fáa á stigatalvuni. Venjarar, hjálparfólk, við­halds­fólk og spælarar fegnaðust sum vunnu teir dystin. Tað er ikki heilt burtur­við at siga so, tí skotið hjá Pálli Andrasson Klettskarð kann verða startskotið til bjargingina hjá KÍ, sum í stuttum snýr seg um at yvirliva í deildini og bjarga æruni. Málini ÍF kemur á odda tíðliga í seinna hálvleiki, tá Ari Ó. Ellings­gaard royndir seg við skoti útifrá. Meinhardt Joensen hálvbjargar og Fritleif Í Lambanum er fyrstur á returin og skorar bara sítt triðja mál í 179 dystum í bestu deildini. Eitt korter inn í seinna hálvleik javnar Álvur F. Christiansen, tá hann fær fatur á einum leysum bólti inni brotsteiginum. Hegnis­ liga sleppur hann til skot og javnar. Síðani koma málini hjá Øssuri Dalbúð og Pálli A. Klettskarð til ávíkavist 1-2 og 2-2. Kundi verið 4-4 KÍ hevur í fleiri førum spælt spennandi og ferð­miklar dystir við nógvum mál­møgu­ leikum. Tað sóu vit millum annað í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini móti EB/ Streymi og í fleiri øðrum dystum. ÍF smæðist heldur ikki at spæla við í málríkum dystum. Tað eyðkendi eisini dystin í Klaksvík, sum var spældur frammanfyri nógvum áskoð­ ar­um í góðum verðri. Longu í fyrstu min­utt­ inum hevði KÍ fyrsta stóra møguleikan, meðan ÍF vóru skjótir at svara aftur í hinum endanum. Tað var næstan so, at tá annað liðið hevði ein málmøguleika, so svaraði hitt aftur í álopinum eftir. Tað komu fýra mál í dyst­ inum, men tað kundi tað sama verið 4-4. KÍ vent gongdini? So er spurningurin um KÍ hev­ur vent gongdini? – Eg veit ikki um vit hava vent gongdini, men vit kunnu taka nógv við okkum hesum dystinum, sigur Páll A. Klettskarð, KÍ. Fyri fuglfirðingar er spurn­ingurin um lítla vónin um FM heitið er farin? – Um HB vinnur í morgin, so eru tólv stig á muni. Tað er ov nógv, staðfestur Øssur Dalbúð, ÍF. trondur@sosialurin.fo Bjargingin nærkast í Klaksvík Páll Andrasson Klettskarð bjargaði vónini í Klaksvík, tá hann í yvirtíðini meddaði bóltin í handara málhorn til 2-2. Fuglfirðingar hava mist á stokkinum í tveimum dystum og FM avbjóðingin kámast burtur í einki KÍ - ÍF 2-2 (0-0) 0-1: Fritleif í Lambanum, 48. 1-1: Álvur F. Christiansen, 61. 1-2: Øssur M. Dalbúð, 87. 2-2: Páll A. Klettskarð, 93. Dómari: Petur Reinert Páll Klettskarð var neyvan tann einasti sum javnadi á Summarfestivalinum Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: Myndir: Álvur Haraldsen Fritleif á ókendum leiðum Tað var óvanliga stór frøði á ÍF spælarunum, tá Fritleif Í Lambanum legði ÍF á odda. Hann hevur bara skotið trý mál í bestu deildini í 179 dystinum. Tað var helst orsøkin til bilsnu og ovurhondfegnum liðfelagirnar. Fimm til ÍF og tvey til KÍ Sjálvt um teir mistu sigurin ímóti KÌ ímóti dystarenda, so kunnu ÌF-spælararnir verða rættiliga væl nøgdir við úrtøkuna ímóti KÍ í hesum kappingarárinum. ÌF fekk í ár 5 stig ímóti KÌ. Dystirnir í Fuglafirði endaðu 3-3 og 3-1 til ÌF, meðan dysturin í Klaksvík endaði 2-2. fótbóltur Páll javnar