Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mai 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 33 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 85 - 5. mai 2004 Nr. 85 - 5. mai 2004 5 Arbeiðið at útvega nýggja Smyrli fast at- løgupláss í Havn, ligg- ur mestsum stilt í løt- uni SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen, aki@sosialurin.fo Arbeiðið at útvega nýggja Smyrli fast atløgupláss í Havnini, liggur mestsum stilt í løtuni. Síðani spurningurin um at økisfriða Tinganes tók seg upp, er mestum onki hent í málinum og enn er óvist, hvat yviurhøvur fer at henda. –Eg dugi ikki at síggja, at útlit eru fyri nakrari loysn yvirhøvur, soleiðis sum málið nú liggur, sigur Jón- svein Lamhauge, havnar- meistari í Havn . Hann sigur, at Tórshavn- ar Kommuna hevur gjørt eitt stórt arbeiðið fyri at út- vega nýggja Smyrli fast atløgupláss í Havn. Og loysnin, sum Tórs- havnar Kommuna hevur víst á, er at gera pláss til Smyril inni á Bursatanga, uttaná atløguplássinum hjá Norrønu. Men ein fortreyt fyri tí er, at tað verður dýpt framvið Tinganesi. Mong eru ikki fegin um hesa loysnina og ta endaði við, at Fornminnamyndug- leikarnir tóku stig til at økisfriða Tinganes út á 10 metra dýpi. Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, hevur enn ikki tik- ið støðu til friðingina, men hann hevur fyrr sagt fyri Sosialinum, at alt bendir á, at hann fer at fylgja til- mælinum og at friða økið. Saknar sakligar grundgevingar Tað eru eisini nógv, sum halda, at tað ber ikki til at gera atløgupláss til tvey so stór skip inni á Bursatanga. Men Jónsvein Lamhauge saknar sakligar grundgev- ingar fyri, hví tað ikki ber til. Hann vísir á, at tað er roynt í simulatori í Dan- mark, saman við skiparun- um á Smyrli. – Og tað vísir seg, at tað ber væl til hjá Smyrli at leggja at inni á Bursatanga í vindi upp til 18 metrar um sekundið, beint inn á síðuna. Havnameistarin saknar eisini, at fyrimunir og vans- ar verða vigaðir upp ímoti hvørjum øðrum. –Tað er nakrar heilt fáar ferðir um vikuna, at Norr- øna og Smyril eru í Havn í senn. Eftir galdandi summ- ar ferðaætlan er tað tríggjar ferðir at bæði skipini eru í Havn í senn. Allar hinar ferðirnar kann Smyril brúka atløguplássið hjá Norrønu. Tað hevur eisini verið víst á, at ein trupulleiki er, at Norrøna ikki sleppur at, tá ið Smyril liggur. – Men sum ferðaætlanin er nú, er tað ongin trupul- leiki, tí tað er hvørja ferð Smyril sum kemur, ímeðan Norrøna liggur og ikki øv- ugt. Harafturat kemur Smyril ikki at liggja serliga leingi í Havn ísenn. – Og skuldi tað hent, at Norrøna er seinkað, er Smyril eitt skip, sum er ógvuliga gott at manøvrera við og tað hevði verið skjótt hjá honum at flutt seg eina løtu at givið pláss fyri Norrønu. – Men um Smyril flytir seg eina løtu, ímeðan hann liggur í Havn, nervar ikki ferðafólkið,tí tá er skipið tómt. Fáa onki svar Havnameistarin saknar eis- ini at fáa í lag eitt samskift- ið mentamálaráðið, um, hví ein ferjulega á Bursatanga, heilt ítøkiliga er eitt frið- ingarmál. – Vit hava roynt at fáa eitt samskifti í lag við Menta- málaráðið um, hvat tann ítøkiligi trupulleikin er - um tað er ætlaða land- gongdin, sum er ov høgt, um teir stúra fyri, at spreingingar fara at skala bygningarnar á Tinganesi, ella, hvat trupulleikin er, sum ger, at hildið verður, at Tinganes skal økisfriðast. – Men í tí sambandi hava vit onki hoyrt aftur úr Mentamálaráðnum. – Sostatt vita vit heldur ikki um tað ber til at gera onkrar tillagingar í verkætl- anini, fyri at friðingar- myndugleikarnir kunnu geva okkum loyvi til at fremja hana Jónsvein Lamhauge vísir samstundis á, at Tórshavnar Kommuna arbeiðir ikki við øðrum ætlanum fyri at út- vega nýggja Smyrli atløgu- pláss í Havn. – Tað eru ongar aðrar ætlanir um at byggja út í Tórshavnar Havn, sigur Havnameistarin. Samstundis vísur hann á, at eftir øllum ábendingum úr Mentamálaráðnum, fær Tórshavnar Kommuna ikki loyvi at gera atløgupláss til nýggja Smyril inni á Bursa- tanga. So nú tað ikki eru meiri enn fimm mánaðir eftir, til nýggi Smyril kemur, er tað sostatt framvegis líka óvist, hvar hann fær atløgupláss, sum tað altíð hevur verið. Onkur hevur eisini nevnt, at gera pláss fyri nýggja Smyrli inni í krókinum við Skipafelagið. Men eisini tað fer at skapa trupulleikar, tí tað er ivingarsamt um nýggi Smyril grynnur har. Dýpið inni í krókinum við Skipafelagið er 5,80 metrar á fjørðu, og nýggi Smyril er settur at stinga 5,60 metrar, so tað er í øll- um førum ikki nógv at geva av. Tað er best at SEV sjálvt eigur vindmyllurnar Vindmyllurnar órógva elnetið hjá SEV og tí er tað best, at tað er SEV sjálvt, sum eigur tær, sigur SEV VINDMYLLUR Áki Bertholdsen, aki@sosialurin.fo Tað er best, at SEV sjálvt eigur vindmyllurnar, sum skulu setast upp afturat. Tað heldur Elfelagið og tí fer SEV ikki at gera fleiri sáttmálar við privatar um at seta vindmyllur upp. Í tíðindaskrivi sigur stýrið fyri SEV, at tað ætlar at seta tríggjar vindmyllur upp í Neshaga. Men Vinnu- málaráðið hevur biðið SEV um at bíða við at seta fleiri vindmyllur upp, til ein elorku lóggáva er gjørd. Men tað ber ikki til hjá SEV – Her er talan um eitt lið í einari royndarætlan og ætlanin er komin so væl áleiðis, at avtala er gjørd við vindmylluseljaran. SEV sigur, at fyrsta stigið í hesi royndarætlan var sáttmálin við Røkt í Vestmanna um tríggar myllur á 660 KW. – Hesar tríggjar myllurnar hava órógvað netið hjá SEV, og í fyrsta lagi hevur verið neyðugt at umleggja rakstrarmynstrið á elverkunum, fyri at avmarka órógv- ið. Næsta stigið í royndarætlanini er, at SEV er at seta hesar tríggjar myllurnar upp í Neshaganum, sum „elektriskt" verða knýttar í samliskinnaran á Sunds- verkinum, t.v.s. nakað burtur frá íbindingini í Vest- manna. – Eisini hesar myllurnar fara at órógva elnetið, men vit vóna at kunna tillaga elframleiðslu okkara soleiðis, at hettar verður til at liva við, sigur SEV. Lagt verður tó afturat, at svarið upp á hettar fæst ikki neyvt, fyrr enn royndirnar eru gjørdar. – Um hettar næsta stigið í royndunum vísir seg at geva so stórar trupulleikar, at neyðugt verður at kopla eina ella fleiri av myllunum av netinum í styttri ella longri tíðarskeið, er best at SEV sjálvt eigur myllurnar, sigur felagið. Annars sigur SEV, at tað hevur stóran áhuga í einum samstarvi um eina erlorkulóg, og at SEV er til reiðar at luttaka í hesum samstarvi við tí sakkunleika, sum SEV hevur. Samstundis kann SEV vera til hjálpar at fáa til vega uttanhýsis sakkunnleika á hesum øki, sigur SEV í einum tíðindaskrivi. Atløgupláss til nýggja Smyril í Havn: Ongin gongd í málinum –Vit hava ikki enn fingið at vita, hvat tann ítøkiligi trupulleikin er, so at vit ikki kunnu sleppa at gera atløgupláss til Smyril á Bursatanga. Sostatt fáa vit heldur ikki greiði á, um tað ber til at laga verkætlanina til, fyri at ganga friðingarmyndugleikunum á møti, sigur Havnameistarin í Havn Bensin- og diesel prís- urin lækkar Bæði P/F Statoil Føroyar og P/F Før- oya Shell hava lækkað prísirnar á bensin og olju. Prís- lækkingin er 0,40 kr. liturin og 0,15 kr. liturin fyri ávikavist bensin og diesel LÆKKING Páll Holm Johannesen, pall@sosialurin.fo Mánadagin gjørdu bæði oljufeløgini, P/F Statoil Føroyar og P/F Føroya Shell, av at lækka ben- sin- og olju prísirnar. Príslækkingin hevur við sær, at brúkarin fer at rinda 0,40 kr. liturin og 0,15 kr. liturin minni fyri ávikavist bensin og die- sel í framtíðini Kappingarráðið hevur síðan 1999 kannað før- oyska oljumarknaðin, og er komið eftir, at prísirnir á bensini og diesel eru hægri í Føroyum enn í grannalondunum, tá hædd verður tikin fyri al- mennum avgjøldum. Við støði í frágreiðing- ini hevur Kappingarráð- num síðan februar mán- að verið í samráðingum við P/F Statoil Føroyar. Ætlanin var eisini at um- røða ov høgu prísirnar við hitt stóra oljufelagið í Føroyum, P/F Føroya Shell, men Shell avvísti at samráðast. Stór sparing Eftir fleiri samráðingar- umfør funnu Kappingar- ráðið og P/F Statoil fram til eina semju. Úrslitið av samráðingunum varð, at P/F Statoil lækkar bruttovinningin á bensini og diesel til endabrúkar- an við ávikavist 0,32 kr. liturin og 0,12 kr.liturin uttan MVG. Á heimasíðuni hjá Kappingarráðnum verð- ur sagt, at brúkarin fer at merkja príslækkingina sum ávikavist 0,40 kr. lit- urin og 0,15 kr. liturin. Avtalan millum P/F Statoil Føroyar og Kapp- ingarráðið er galdandi eitt ár. Færri støðir Í Sjónvarpi Føroya mánakvøldið greiddi stjórin á P/F Statoil Før- oyar, Niels Juul Natte- stad, at príslækkingin fer at hava við sær, at færri Statoil-støðir verða kring landið. Hann kundi kort- ini ikki siga ítøkiliga hvussu nógvar støðir fara noyddar at lata aftur. Shell finst hvassliga at Kappingarráðnum Vantandi fyrivarni fyri føroyskum viður- skiftum og skeivar samanberingar eru millum skoðsmálini, sum frágreiðingin hjá Kappingarráðnum um oljumarknaðin í Føroyum fær frá Før- oya Shell. Kappingar- ráðið vísir ákærunum aftur OLJUMARKNAÐURIN Í FØROYUM Páll Holm Johannesen, pall@sosialurin.fo Á Føroya Shell eru tey alt annað enn samd við frá- greiðingina hjá Kappingar- ráðnum um oljumarknaðin í Føroyum. Stjórin á Føroya Shell, Hákun Djurhuus finst hvassliga at fleiri nið- urstøðum í frágreiðingini. Hann heldur, at frágreið- ingin byggir á skeivar sam- anberingar og Kappingar- ráðið hevur ikki tikið neyð- ugu fyrivarnini fyri før- oyskum viðurskiftum. Terji Sigurðsson, sum er ráðgevi á Kappingarráð- num, vísir atfinningunum aftur. Serliga marknaðartreytir Stjórin á Føroya Shell, Há- kun Djurhuus, vísir, í skrivi til Kappingarráðið, á, at føroyski oljumarknaðurin hevur bert tveir veitarar, og tað setir sín dám á kapping- ina millum Føroya Shell og Statoil Føroyar . Í skrivinum til Kapp- ingarráðnum stendur, at vørurnar bensin, diesel og fýringsolja eru sonevndar einaháttaðar vørur. Tað merkir, at góðskan á vør- unum er tann sama, antin brúkarin keypir vøruna frá Føroya Shell ella Statoil Føroyar. -Tá talan er um ein marknað við tveimum veit- arum, har einsháttaðar vør- ur verða seldar, ber tað sjálvandi við sær, at prísir- nir á vørunum eru teir somu á marknaðinum. Hetta sæst eisini innan onn- ur øki sum t.d. flogferðlsu og bankarentur, stendur millum annað í skrivinum. Á Føroya Shell eru tey tí grundleggjandi ósamd við metingina hjá Kappingar- ráðnum um, at oljufeløgini avmarka kappingina við at samskipa framferðina, tí serligu føroysku marknað- artreytirnar gera, at prísir- nir eru teir somu-og ikki ein samskipað framferð millum Føroya Shell og Statoil Føroyar. Skeivar samanberingar Føroya Shell fýlist eisini á talgrundarlagið í frágreið- ingini hjá Kappingarráð- num. Í frágreiðingin verða prísirnir á bensin og diesel samanbornir við ymisk lond, sum eru skrásett hjá einum felagið, ið kallar seg Oil Bulletin. Á Føroya Shell verður mett, at prísirnir hjá Oil Bulletin geva eitt skeivt grundarlag. Hákun Djurhuus er sann- førdur um, at høvdu prísir- nir hjá International Energy Agency(IEA) verið nýttir sum samanberingargrund- arlag, høvdu samanbering- arnar verið meira álítandi. -Hevði Kappingarráðið nýtt IEA prísir, hevði úrslit- ið í frágreiðingini verið munandi øðrvísi. Svensku, norsku og donsku prísirnir høvdu verið hægri og mun- urin á prísunum í hesum londum og prísunum í Før- oyum hevði harvið verið minni, verður sagt í skrivi- num til Kappingarráðið. Føroya Shell heldur eis- ini, at spurningur kann set- ast við um lítli føroyski oljumarknaðurin við sínum sereyðkenni sum ein fjar- skotin oyggjabólkur kann sammetast við størru marknaðirnar í eitt nú Svø- ríki, Noregi og Danmark. Vísir atfinningum aftur Terje Sigurðsson er ráðgev- ari í Kappingarráðnum, og hann vísir atfinningunum hjá Føroya Shell aftur. -Eg er samdur við Føroya Shell, at tað eru nøkur atlit sum mugu takast, tá vit velja at nýta dátutilfar hjá Oil Bulletin. Sjálvsagt hava vit tikið tey neyðugu atlitini í samband við dátutilfari, tí sjálvandi er tað okkara fremsta mál at hava so álít- andi tøl sum gjørligt, greið- ir Terje Sigurðsson frá. Hann leggur afturat, at Kappingarráðið hevur nýtt fleiri ymiskar stovnar til at savna neyðuga dátutilfarið, so frágreiðingin varð so álítandi sum gjørligt. Terje Sigurðsson er ikki samdur í uppáhaldinum hjá Føroya Shell um, at tað ein- ans eru serligu marknaðar- treytirnar í Føroyum sum gera, at prísirnir eru teir somu hjá bæði Shell og Statoil -Eg veit fullvæl, at á einum lítlum marknaði sum tí føroyska, har tveir veitar- ar selju somu vøru við somu góðsku, enda við at bjóða kundunum sama prís. Trupulleikin við í hesum føri er, at prísurinstøðið er ov høgt í Føroyum sammett við okkara grannalond, og tí tala vit at, sigur Terje Sig- urðsson at enda. Niðurstøðan í frágreið- ingini hjá Kappingarráð- num er eisini greið. Føroya Shell og Statoil Føroya hava havt ov høgar prísir seinastu árini. Bæði oljufel- øgini hava tikið niðurstøð- una til eftirtektar, og mána- dagin vórðu prísirnar á bensin og diesel lækkaðir. Føroya Shell finst hvassliga at frágreiðingini hjá Kapp- ingarráðnum um oljumark- naðinum í Føroyum. Kortini valdi Føroya Shell at lækka prísirnar á bensini og diesel mánadagin Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 5 4