mikudagur 5. mai 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 33 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 84 - 4. mai 2004
Nr. 84 - 4. mai 2004
5
OLJUFRAMTÍð
Jan Müller
Tørvurin á gassi kring
heimin og ikki minst her
um okkara leiðir hevur
fingið oljufeløg at vísa
møguligum
gassfundum
størri
áhuga.
Seinastu
mongu árini eru fleiri gass-
fund gjørd vestan fyri Het-
land tvs. í einum øki, sum
ikki liggur so langt frá
okkara egna landgrunni.
Nøvn sum Laggan, Torri-
don og Victory finnast á
flest øllum oljukortum.
Hetta eru gassfund, sum eru
gjørd hesi seinastu 25 árini
borað hevur verið eftir
kolvetni vestan fyri Het-
land. Men óvissan um
stødd og manglandi tøkni at
fara undir framleiðslu av
gassi í slíkum øki hevur
hildið oljufeløgini aftur at
bora nýggjar brunnar.
Men nú tykist vend vera
komin í. Risastóra franska
oljufelagið, TotalFinaElf
fór í mars mánað undir at
bora ein avmarkingarbrunn
í Lagganfundinum, sum
liggur 300 kilometrar norð-
an fyri stóra Clairfeltið
vestan fyri Hetland. Bor-
ingin hevur til endamál at
vita, um til ber at fara undir
at menna feltið ella at brúka
tað sum part av menning av
fleiri gassfeltum í økinum.
Ætlanin er eisini at testa
brunnin, sum nú verður
boraður. Tað sigur ikki so
lítið um trúnna uppá hetta
gassfeltið. Higartil eru bara
tvey oljufelt komin í fram-
leiðslu vestan fyri Hetland.
Hetta er so fyrsta miðvísa
royndin at vita, um tað ber
til at fara undir at byggja út
eitt ella fleiri gassfelt. Í
grannalagnum liggur so
enn eitt gassfund, Torridon
og ikki so langt haðani er
enn eitt gass fund, Victory.
Spurningurin er um tað ber
til at fara undir eina ein-
staka útbygging ella tengja
menning av fleiri gassfelt-
um saman.
Tað er greitt, at stórur
áhugi er fyri Lagganbor-
ingini, tí um hon eydnast,
kann hon verða startskotið
til at menna ein infrastruk-
tur í økinum. Og ein slík
byrjan uppá ein infra-
struktur til gass kann so
aftur vera við til at eggja
øðrum oljufeløgum til at
bora eftir gassi, bæði kann-
ingar- og avmarkingar-
brunnar.
Tað var annars táverandi
Texaco, sum gjørdi Vic-
torygassfundið, sum longu
tíðliga í 90-unum fór undir
at gera eina granskingar-
ætlan fyri gassfundini vest-
an fyri Hetland, nevnd
Aurora. Ætlanin var og er
at menna gassfeltini og
byggja upp ein infrastruk-
tur, ið skal fáa gassið til
høldar og flyta tað til lands.
Annars segði ein av
stjórunum í oljufelagnum
ChevronTexaco við Sosial-
in herfyri, at verða positiv
úrslit frá boringum eftir
gassi vestan fyri Hetland,
so kann tað virka sum ein
katalysator fyri menning av
gassfeltunum í økinum.
Onnur oljufeløg, sum hava
áhuga í umrøddu gassfelt-
um eru ConocoPhillips og
Agip. Eisini Føroya Kol-
vetni hevur víst gassfeltum
sum Laggan áhuga.
Franska oljufelagið Total:
Áhugaverd gassboring hinumegin markið
Kortið vísir nøkur av gassfeltunum vestan fyri Hetland, Laggan Torridon, Laxford og Victory. Pílarnir á kortinum vísa teir báðar brunnarnar, sum verða boraðir hinu megin markið í næstum
Granskarar og ser-
frøðingar og oljufólk
í stórum tali hava
leitað sær til Føroya
at umrøða føroysku
undirgrundina og tær
mongu avbjóðingar
her liggja. Endamálið
er at skapa áhuga fyri
at loysa teir spurn-
ingar, sum í dag eru
ein forðing fyri at
finna olju og gass á
landgrunninum
OLJUFRAMTÍÐ
Jan Müller
Umleið 120 útlendskir og
føroyskir granskarar og
serfrøðingar á oljuøkinum
fara í dag og mikudagin at
seta hvørjum øðrum stevnu
í Norðurlandahúsinum. Tal-
an er um eina ta størstu fak-
ligu ráðstevnu, sum nakr-
antíð hevur verið fyriskipað
í Føroyum. "Faroe Islands
Exploration Conference"
skal vera við til at seta
fokus á føroyska land-
grunnin sum eitt spennandi
og áhugavert leitiøki fyri
altjóða oljufeløg í framtíð-
ini eisini.
Endamálið við ráðstevn-
uni, sum Jarðfrøðissavnið
og Oljufyristingin stíla fyri,
er at savna fakfólk at tosa
um jarðfrøðina á føroyska
landgrunninum, olljuleiting
undir basaltinum og møgu-
leikarnar og avbjóðingar
annars viðvíkjandi oljuleit-
ing í Føroyum í framtíðini.
Sigurð í Jákupsstovu,
stjóri á Jarðfrøðissavninum
og Oljufyrisitingini er sera
fegin um stóru undirtøk-
una, sum ráðstevnan fær.
Hon er so eisini ein stór
avbjóðing fyri føroyingar,
sum arbeiða við jarðfrøði
og oljuspurningum. Føroy-
ingar skulu hava tríggjar
framløgur á ráðstevnuni og
viðgongur Sigurð í Jákups-
stovu, at hetta er ein positiv
avbjóðing. Nógv orka fer
til at fyrireika hetta. So ein
kann siga, at ráðstevnan
líkasum skuggar eitt sindur
fyri sjálvari 2. útbjóðing,
sum kortini liggur í trygg-
um hondum í Vinnunevnd-
ini til viðgerð.
Hóast talan er um eina
fakliga ráðstevnu, so ivast
Sigurð í Jákupsstovu ikki í,
at okkurt spennandi fer
helst at spyrjast burtur úr.
Talan er jú um fleiri av
heimsins fremstu serfrøð-
ingum í basaltspurningum
og innan jarðfrøði sum
heild. Granskararnir og
serfrøðingarnir, teir flestu
jarðfrøðingar og jarðalis-
frøðingar og við hollari vit-
an til undirgrundarmál og
harvið eisini til framtíðar
oljuleiting, koma úr Bret-
landi, Noregi og Danmark
og øðrum londum við. Teir
umboða oljufeløg, lærdar
háskúlar, granskingarstovn-
ar og myndugleikar. Hóast
basaltspurningurin er ein
av spurningunum, sum
verður viðgjørdur, so er tað
kortini alt Føroyaøkið sum
heild, sum fer at vera undir
sjóneyku. Her ikki minst
spurningurin um, hvat er
undir basaltinum.
Tað er so heldur eingin
loyna, at okkara oljumynd-
ugleikar brúka hesa ráð-
stevnuna sum eina roynd at
fáa fokus á Føroyaøkið
eisini við eini 2. útbjóðing
fyri eygað. Sigurð í Jákups-
stovu sigur, at tað er ikki
óvist, at oljufeløg og teirra
granskarar vilja finna svar
og kunna brúka svar frá
Føroyaøkinum í øðrum
økjum kring heimin eisini.
Tvs. at henda ráðstevnan
ikki bert fer at snúgva seg
um avbjóðingar á okkara
øki men avbjóðingar, sum
líknandi jarðfrøði hevur
nógva aðrataðni við. So
royndirnar, sum kunnu
gerast her, kunnu eisini
brúkast aðrastaðni, har tað
finnast trupul øki í sam-
bandi við oljuleiting. So tað
er ikki óhugsandi, at før-
oyskir landgrunnurin og
Føroyar kunnu gerast ein
framtíðar royndarstøð fyri
gransking í sambandi við
basalt og serstøku jarð-
frøðina her.
Tað er sera
áhugavert at síggja,
hvussu framkomna
tóknin í eitt nú
Norðurnorra hevur
gjørt, at tú sleppur
undan at byggja út
felt við stórum pall-
um til havs. Hetta er
nakað, sum kann
koma okkum til
góða ein dag, tá og
um vit finna gass og
skulu taka tað upp
sigur Sigurð í
Jákupsstovu, stjóri
á Oljufyrisitingini
OLJUFRAMTÍÐ
Jan Müller
Millum føroyingarnar,
sum vóru við í ferðalag-
num, ið vitjaði í Noregi
herfyri í sambandi við
avtalu hjá Atlantsflog,
var eisini nýggi stjórin á
Oljufyrisitingini, Sigurð
í Jákupsstovu. Vit spurdu
hann hvønn íblástur ferð-
in gav honum. Hann
sigur, at hetta var ein sera
áhugaverd
ferð,
sum
hevur givið honum nógv
at hugsa um. – Tað, sum
eg haldi vera serstakliga
spennandi og áhugavert
fyri okkum í Føroyum,
var at síggja, at tað ber til
at útbyggja eitt felt, sum
liggur so langt úti til havs
á tann hátt, sum tað
verður gjørt. Tað haldi eg
hevur perspektiv fyri
okkum. Men um tað ber
til at flyta ta tøknina til
okkara øki eisini, tað er
so ein annar spurningur.
Sigurð í Jákupsstovu
heldur tað vera sera
áhugavert at síggja, at tað
ber til at byggja eitt felt
út uttan at skula byggja
ein stóran pall úti havinu.
So tann tøknin, sum nú
verður ment í Barents-
havinum og fyri tað eis-
ini aðrastaðni við, eitt nú
í Norðsjónum, hon kann
ein dag koma okkum til
góðar.
Feltið, sum føroyski
oljustjórin sipar til, er
fyrst og fremt Snøhvit-
gassfeltið út fyri Norður-
noreg. Feltið, sum varð
funnið fyri meira enn 20
árum síðani, er risastórt,
og nústaðni í dag er
tøknin so nógv ment, at
norðmenn hava gjørt av
at útbyggja tað fyri 45
milliardir krónur. Gassið
verður flutt í rørleiðing-
um á havbotninum til
oynna Melkøya, sum
liggur
beint
út
fyri
Hammerfest í Norður-
noregi. Øll øyggin sum
hon er verður í løtuni
umgjørd til eitt risastórt
gassverk,
har
gassið
verður umgjørt og síðani
flutt
við
risastórum
tangaskipum inn á ameri-
kanska meginlandið. Tað
var í hesum sambandi, at
Atlantsflog herfyri gjørdi
avtalu við eitt norskt fe-
lag um at flyta oljuar-
beiðarar úr Suðurnoregi
til Norðurnoregs at ar-
beiða við Snøhvitverk-
ætlanini.
Sum Sigurð í Jákups-
stovu vísir á, so kann øll
henda nýggja tøknin ein
dag koma Føroyum til
góðar. Ímynda vit okk-
um, at tað t.d. verður
gjørt eitt ella fleiri risa-
stór gassfund við Føroy-
ar, so er ikki óhugsandi,
at vit eisini kunnu brúka
ta tøknina, sum verður
útviklað eitt nú í Noregi.
Sigurð í Jákupsstovu
sigur, at tað kann eisini
gerast sera áhugavert, um
vit gera stór gassfund á
landgrunninum. –Nú vita
vit av góðum grundum
ikki, hvat er undir basalt-
inum, men har hómast
stórir strukturar, sum
eisini kunnu goyma gass.
Og í tí førinum vil tað
vera áhugavert at kunna
brúka nýggjastu tøknina,
sum finst, skulu vit taka
gassið upp.
Í sambandi við at
franska oljufelagið Total
í løtuni er í ferð við at
bora ein avmarkingar-
brunn vestan fyri Het-
land kring Laggan gass-
feltið, heldur Sigurð í
Jákupsstsovu eisini, at
eitt positivt úrslit av hesi
ella aðrari boring kann
fáa týdning fyri framtíðar
menning av kolnvetnis-
framleiðslu hjá okkum, tí
verður eitt felt sum
Laggan bygt út, so merk-
ir tað jú, at vit fáa gongd
á ein infrastruktur í øki-
num. Tað kann gera tað
lættari hjá okkum at flyta
møguligt føroyskt gass til
meginlandið.
Framkomna
tøknin kann koma
okkum til góða
Føroyska undirgrundin
undir sjóneykuna
Sigurð í Jákupsstovu, føroyskur oljustjóri: -Tøknin, sum í dag verður roynd í grannalagnum
kann koma okkum til góða ein dag. Hon kann koma væl við í kjalarvørrinum á eini nýggjari
útbjóðing.
Mynd Jan Müller
C
M
Y
K
5
4