mánadagur 12. august 2013síða 23
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 5. august 2013 · Nr. 88
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur kvinnur
KÍ stríðist í hitanum í Portugal
KÍ kvinnurnar hava spælt tveir tættar og spennandi dystir í Champions League bólki
4, sum verður avgreiddur í Portugal. Samanlagt er tað blivið til eitt stig
Tróndur Arge
KÍ kvinnurnar stríðast í
nógvum hita í Portugal.
Tá sólin stendur hægst er
hitin um tey 40 hitastigini
og tað er nógv fyri føroysku
spælararnar. Bólkaspælið í
Champions League hjá kvinn
um fyrigongur upp á tann
mátan, at alt bólkaspælið
verður avgreitt á einum og
sama stað upp á eina viku
ella so.
KÍ er í bólki við Ekonomist
úr Montenegro, Club Atletico
Ouriense úr Portugal og
Zurich úr Sveis. Feløgini
komu ásamt um at avgeiða
bólkaspælið í Portugal.
Javnleik í fyrsta
dystinum
Fyrri
dysturin
var
móti
Ekonomist úr Montenegro.
Tann dysturin bleiv spældur
hósdagin og endaði við 1-1
javnleiki. Málið hjá KÍ skor
aði Sofía Purkhús, sum eisini
bleiv útvíst.
Sofía Purkhús legði KÍ á
odda 1-0 aftaná eitt korter.
Leiðslan helt til 38 minuttir
vóru spældir, tá Armisa Kuc
javnaði fyri meistaraliðið úr
Montenegro.
Stutt fyri tíð fekk Sofía
Purkhús
beinleiðis
reytt.
Hóast KÍ spældi tíggju spæl
arum, so megnaðu tær at
halda fast í javnleikinum. Tað
var annars Ekonomist, sum
hevur meirilutan av roynd
unum á mál í dystinum.
KÍ stendur bara noterað
fyri eitt skot á mál, meðan
liðið úr Montenegro hevði
seks. Har til hevði Ekonomist
tólv royndir, sum fóru við síð
una av, meðan KÍ onga slíka
roynd hevði.
Í hinum dystinum í fyrsta
umfarinum í bólki 4 vann
sveisiska Zurich heili 5-0 á
portugisiska Ouriense.
Skoraði og bleiv útvíst
– Tað var ein blanding av
hita, møði og provokation,
soleiðis sigur Sofía Purkús
um beinleiðis reyða kortið.
Tað mundi koma óvart á
tey flestu, sum fylgja við í
kvinnufóltbólti í Føroyum,
at framherjin hjá KÍ, Sofía
Purkhús,
fekk
beinleiðis
reytt kort fyri. Sambært
Faroesoccer, so er hon bara
eina ferð fyrr blivin útvíst.
– Reyða kortið, sum eg
fekk, var helst eitt úrslit av
hita, møði og provokatión.
Tíbetur kom tað seint í
dystinum, og vit hava fleiri
góðar og klárar leikarar at
taka yvir teir næstu dystir
nar, so tað ger helst ikki mun,
sigur Sofía Purkhús.
– Tað var serliga hart at
spæla í fyrra hálvleiki, tí
hitin var so nógvur. Tað vóru
42 hitastig og klárur himmal,
greiðir Sofía Purkhús frá.
Mótstøðan úr Montenegro
var góð og í KÍ leguni høvdu
tær avrátt, at fyrst og fremst
verja eina stigi.
– Okkara taktikkur var
fyri tað mesta at verja og
so at satsa uppa kontra.
Montenegro eru rættiliga
høgar og sterkar, men vit
kempaðu allar sera væl, og
vit eru væl nøgdar við, at vit
fingu hetta eina stigið, sigur
Sofía Purkhús.
Monika Biskopstø stóð
eisini ein branddyst í mál
inum hjá KÍ, sum hevði úr at
gera.
–
Monika
stóð
eisini
sera væl í málinum í henn
ara debut dysti, og bjargaði
fleiri vandamiklum álops
royndum. Vit høvdu eftir
statistikkinum einans eitt
skot á mál tilsamans, meðan
tær høvdu eini 19, so eg
trúgvi at vit eru glaðari fyri
javnleikin enn tær, sigur
Sofía víðari.
Tepurt tap
fyri Ouriense
Í næsta dystinum í bólka
spælinum tapti KÍ tepurt
fyri Club Atletico Ouriense
úr Portugal. Úrslitið gjørdist
2-1 til Ouriense.
Eftir tølunum at døma,
so vóru vertirnir úr Portugal
greitt omaná leikliga. Átta
minuttir inn í seinna hálvleik
kom heimaliði á odda við
málið, sum Diana Silva skor
aði. Tveir minuttir seinni økti
Fatima Pinta til 2-0.
Tá dysturin var ein góðan
tíma gamal minkaði Rannvá
B. Andreasen við góðum
langt úti frá. Tað eydnaðist
ikki KÍ at fáa javnleik eins og
móti Ekonomist.
Seinasti dysturin verður
móti favorittunum í bólk
inum, Zurich úr Sveis. Tann
dysturin verður í morgin.
trondur@sosialurin.fo
Champions League
Kvinnur:
KÍ - Ekonomist 1-1 (1-1)
1-0 Sofía Purkhús, 16
1-1 Armisa Kuc, 38
Gult kort: Sigrun Sirdal, Sigrid Jacobsen
Reytt kort: Sofía Purkhús
KÍ: (4-2-3-1)
Monika Biskopstø – Sigrid Jacobsen, Malena
Josephsen, Bára S. Klakstein, Katrina Akursmørk
– Rannvá Andreasen, Rakul M. Johannesen – Laila
Pætursdóttir, Annika R. Petersen(Eyðvør Klakstein
69.min), Maria Thomsen(Sigrun Sirdal 58.min) –
Sofía Purkhús
Á bonkinum uttan at koma inn:
Tove Sólheyg og Ása Klein Olsen
Dysturin í tølum:
KÍ – Ekonomist
Skot á mál: 1-6
Skot við síðuna av: 0-12
Skot á stengurnar: 0-1
Bjargingar: 5-0
Rangstøður: 1-3
Gul kort: 2-2
Reyð kort: 1-0
Club Atletico Ouriense - KÍ 2-1 (0-0)
1-0 Diana Silva, 53
2-0 Fátima Pinto, 55
2-1 Rannvá B. Andreasen, 62
KÍ: (4-2-3-1)
Monika Biskopstø – Sigrid Jacobsen, Malena
Josephsen, Bára S. Klakstein, Katrina Akursmørk
– Rannvá Andreasen, Rakul M. Johannesen(Maria
Thomsen, 45.min) – Laila Pætursdóttir, An-
nika R. Petersen, Sigrun Sirdal 58.min – Eyðvør
Klakstein(Tove Sólheyg 90.min)
Dysturin í tølum:
Ouriense – KÍ
Skot í alt: 28 – 3
Skot á mál: 12 – 2
Skot við síðuna av: 11 – 1
Skot á stengurnar: 1 – 0
Skot blokeraði: 5 – 0
Hornaspark: 10 – 0
Rangstøður: 4 – 0
Gul kort: 0 – 1
Reytt kort: 0 – 0
Fríspørk gjørd: 4 – 7
Støðan:
Bólkur 4:
1. Zurich 6
2. Ouriense 3
3. KÍ 1
4. Ekonomist 1
KÍ kvinnur í Portugal