Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-12, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. august 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. august 2013 · Nr. 91 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Sunnudagin skipaðu Kunn­ ingar­stovan og Forn­minnis­ felagið í Fuglafirði fyri fólka­ fundi á Skarðinum millum Fugla­fjørð og Hellurnar. Petur Abrahamsen, bý­ ráðs­limur, var við á ferðini, og hann sigur, at eini 70-80 fólk vóru við til tiltakið, sum varð hildið í fagrasta veðri. - Tað var stilli, men eingin sól, og hetta var soleiðis allar bes­ta gonguvegur. Hann sigur, at umframt fólk, sum komu úr Fuglafiðri, komu eisini fólk av Hellunum og Oyndarfirði. - Sanghefti varð gjørt til til­tak­ið, og fyri røðuna hjá Jákupi Paula Johannesen, arki­tekti, vórðu einir tríggir sang­ir sungnir, og eftir røður sungu vit nakrar sangir aftr­ at. Petur Abrahamsen sig­ ur, at tá slík tiltøk eru, sum fuglfirðingar standa aftan­ fyri, verður altíð endað við sangi­num ”Boðar tú til allar tjóðir…”, og soleiðis varð eisini hend­an dagin. Niðan á Altarið - Eftir at fólkafundurin og tiltakið á Skarðinum varð liðugt, fóru fleiri niðan á Altar­ið, sum er oman fyri Hell­ur­nar. Petur Abrahamsen sigur, at gongutúrurin úr Fuglafirði og niðan á Skarðið tekur um­ leið trý korter, og hetta er ein lutfalsliga lættur túrur at ganga. - Jú, eg haldi, at tiltakið eydn­aðist sera væl, og vit vóru heppin við veðrinum, sigur hann. 70-80 fólk á fólkafundi á Skarðinum FÓLKAFUNDUR - Eg haldi, at tiltakið eydnaðist sera væl, og vit vóru heppin við veðrinum, sigur Petur Abrahamsen, býráðslimur, sum var við á ferðini og fólkafundinum Ein trolbátur landar í dag og hevur eina blanding av toski, kongafiski, svartkalva og blálongu. Ein annar er á landleiðini og fær mest toski og flatfisk. Ein triði trolbátur fiskar norðanfyri og fær mest av tosk, hýsu og eitt sløg av upsa og flatfiski. Trolbátar fáa ymisk fiskasløg Vilmund Jacobsen Tað var klokkan 02.53 sunnu- náttina, at løgreglan fekk frá­ boð­an um, at ein bátur loysti í Klaksvík við trimum ungum mon­num umborð, sum helst vóru ávirkaðir. Løgreglan setti seg í samband við MRCC, sum síðani fekk fatur á bjarging­ ar­bátinum Ziska hjá Norðoya Bjarg­ingar­felag. Ziska, sum gongur 19 míl, helt avstað aftaná bátinum klokk­an 03.19, men tað eydn­ aðist teimum ikki at vinna bátin aftur. MRCC fekk tí fatur á Lív klokkan 03.30, og saman við manningini á Lív fór løg­ reglan eisini avstað. - Vit steðgaðu bátinum við teim­um trimum monnunum u­m­borð við Eystnes klokkan 03.56, og klokkan 04.04 var støðan undir eftirliti. Løgreglan sigur, at teir trígg­ir menninir sluppu at blása í alkoholmetrið, og tað vísti seg, at teir høvdu ov nógv í blóðinum. - Menninir vórðu tí hand­ tiknir, og seinni varð blóð­ roynd tikin, áðrenn menninir vórðu leyslatnir aftur, sigur løgreglan. Fullir menn tiknir í báti SIGLING Tíðliga sunnumorgunin vórðu tríggir menn, sum vóru farnir úr Klaksvík í báti, handtiknir á leiðini við Eystnes, har staðfest varð, at teir høvdu ov nógv í blóðinum Tað var ein lítil grind, sum legði beinini í Leyn­ um í vikuskiftinum. Sam­bært løgregluni var ta­la­n um stívliga 20 hval. Tríggjar umsóknir Tríggjar umsóknir eru komnar til starvið sum sóknarprestur í Vestmanna. Inga Poulsen Dam, ið røkti kallið í Vestmanna í 12 ár, varð sett í embætið sum sóknarprestur í Vága prestagjaldi 1. september 2012. Hetta seinasta árið hevur Marjun Bæk, prestur, røkt embætið í Vestmanna eitt skifti.