mánadagur 12. august 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 12. august 2013 · Nr. 91
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Heimsmet í
manupulatión
Frank Davidsen
Og hvat høvdu Andrass
Samuelsen, Kristian Djuur
hus, ella Petur Mohr Dam,
allir fyrrverandi løgmenn,
sagt til tað sum fer fram á
Føroya Løgtingi í hesum
døgum.
Vit hava ein ráðharra íð
hevur arbeitt í tí dulda, í
samband við størstu sam
ferðsluætlan her á landi
nakrantíð.
At so sami ráðharri utt
an um Landsstyri, ber sítt
dulda uppskot niðan í løg
tingi, utttan atLandsstyri
yvurhøvur fær innlit í
málið, er so langt úti, at
orð er ikki fyri tí. Tá so tað
lóggevandi tingið, sum skal
taka støðu í nevnda málið,
og sum hevur sett nevnda
ráðharra í starv, heldur ikki
fær innlit, so er politiski
ruðuleikin fullkomin.
Hugsi tykkum um ráð
harrin fyri samferðslu í
Fólkatinginum, hevði farið
í duldar samráðingar um
Femern ætlanina, har brúgv
nú skal gerðast millum
Danmark og Týskaland.
Fyri tað fyrsta, so hevði
tað verið óhugsandi. Og
um tað var hent, so hevði
hann verið varpaður út úr
Fólkatinginum, við einum
misálitið.
Spurningurin
er eisini, um tann stjórnin
ikki eisini hevði fingið eitt
misálit, soleiðis at hon
eisini hevði mist politiska
valdið.
Eftir øllum at døma, so
átti innlendismálaráðharrin
fyri langt síðan, at fingi
eina misálitsváttan. Fyrst
dregur
hann
sítt
egna
innlendisráð
uppá
trá,
við einum uppskoti sum
eingin heimild var til. John
Johannesen,
tásitandi
landsstyrismaður, hevði jú
tikið stig til ein aðra loysn,
tí var hulduuppskotið sum
sitandi innlendismálaráð
harra arbeiddi við, ikki
politiskt borðbært.
At hann so aftaná leggur
uppskotið aftur fyri løg
tingi, fyri at legalisera huld
uuppskot, tað sigur alt um
tað tign í Føroya Løgting
hevur vit í dag skriva 2013.
Vónandi eru løgtings
limirnir Brandur Sandoy og
Páll á Reynatúgvu so polit
iskt framskygdir, at teir ikki
lata seg politiskt taka av
fótun, nú sitandi landsstyri
í berum panikki, knappliga
burtur úr ongum lovar teim
un ein Sandoyartunnil.
Meðan fíggjarmálaráð
harrin setti av 1 millión
krónur, siger og skriver
eina millión til P/F Sandoy
artunnilin, so er Løgmaður
í sonnun gávuhýri nú hann
knappliga finnur út av, at
privata loysnin hjá honum
og Kára Højgård ikki hevur
meirilutan aftan fyri seg í
samgonguni.
Hatta er jú nothing og
kann als ikki góðtakast,
bert at bjóða eina millión
krónur, tá atkvøður skulu
keypast.
Tískil
hækkar
Løgmaður inngjaldið til
Sandoyartunnilin til 150
milliónir, væl at merkja
um hann fær trygd fyri, at
keyptu atkvøðurnar trygg
ja Kára P. Højgård og hon
um privata tunnilin. Hervið
hækkar Løgmaður gjald
Fígg jarmálaráðharrans
fyri ar fáa ein meiriluta,
frá einari millión til 150
milliónir, ella 15.000 %.
Hetta má sigast ar vera,
tann kavrotnasti rossa
handil í politiskari søgu, og
so á áljósum degi, dregur sit
andi Løgmaður løgmanns
embætið niður á eitt støði,
ið gott kann samanlíknast
við tað sum Berlusconi
nýliga er dømdur fyri.
Aftaná tað sum fram
er farið, er tað óskiljandi,
at Kári P. Højgård og
stjórin
í
innlendis-
og
løgmálaráðnum ikki báðir
eru loystir úr starvi. At
so samgongan framvegis
stuðlar Løgmanni, er fyri
mongum eisini ein gáta.
Landsstýrismaðurin
avmonterar fólkaræðið
Tað ber ikki til, at hvør telefonsamrøða og hvørt komma í mál
inum um størstu samferðsluútbygging nakrantíð í Føroy
um, milliardaíløgan Skálafjarðartunnilin, bara kann dyljast
fyri almenninginum. Føroysk Miðlafólk krevja opinleika
Ingolf S. Olsen
virkandi formaður,
Føroysk Miðlafólk
Hvat ger ein sperdur lands
stýrismaður, tá hann ikki fær
trumfað júst sín vilja ígjøg
num, tí fólkaræðið við tess
skipanum, institusjónum og
mannagongdum forða hon
um í tí?
Kári P. Højgaard ger tað
upp á sín máta viðvíkjandi
størstu
samferðsluíløgu
nakrantíð í Føroyum, Skála
fjarðartunlinum, eisini nevn
dur Eysturoyartunnilin – um
vegis sítt lýdna embætisverk
og væl hjálptur av flestu
samgongufeløgum sínum og
kanska onkrum andstøðulimi
við: Hann avmonterar ella
by-passar bara allar forðing
arnar. Atgongdin at hava eft
irlit við, um hann sum lands
stýrismaður ger sítt arbeiði
í samsvar við lógina, og um
alt annars er rætt handfarið,
verður tikin burtur við kate
goriskt at nokta innlit í nak
að sum helst, sum hevur við
hetta mál at gera.
Somuleiðis verður møgu
leikin hjá løgtingslimunum
at kenna fortreytirnar, ið
eru avgerandi fyri yvirhøvur
at tøku støðu í málinum um
Skálafjarðartunnilin,
tikin
burtur, og Kappingarráðið
hevur onki at skula havt
sagt.
Men tað KANN ikki bera
til, at ALT samskiftið, sum
Kári P. Højgaard, landsstýr
ismaður í innlendismálum,
og hansara aðalráð hava
havt við privata danska
tunnilsfelagið, Copenhagen
Infrastructure Partners, CIP,
og ALT fyrireikandi arbeiðið
í umsitingini er undantikið
lógini um alment innlit.
Kortini er svarið bums
nei, tá miðlar royna at fáa
bara eitt lítið sindur at vita
um avtaluna um einkarrætt
at gera og reka Skálafjarðar
tunnilin.
Við loyvi frá Jón Briani
Hvidtfeldt, tíðindaleiðara í
Miðlahúsinum, endurgevi eg
her eina av hansara mongu
umbønum um alment innlit
og svarið, hann hevur fingið
frá
Innlendismálaráðnum.
Umbønin er send við teldu
posti 19. apríl 2013.
Til Innlendismálaráðið
Att: Rúni Joensen
Vísandi til innlitslógina verð
ur hervið biðið um innlit í
fylgjandi, ið alt hevur sam
band við Eysturoyartunnil
in:
• Alt tilfar í samband við út
bjóðingina, ið endaði 17. apríl
• Alt tilfar, ið liggur til grund
fyri at velja ta fyritøku, sum
nú verður farið í realitets
samráðingar við
Vinarliga vátta móttøku
Heilsan
Jón Brian Hvidtfeldt,
tíðindaleiðari
Miðlahúsið
Og svarið, sum hann fær 10
dagar seinni – absolutta há
markið fyri, hvussu lengi
ein almennur myndugleiki
hevur loyvi at forhála eitt
svar upp á eina umbøn um
alment innlit:
Innlendismálaráðið hev
ur móttikið skriv tygara dag
fest 19. apríl 2013, har biðið
verður um innlit í skjalatil
far, viðvíkjandi ætlaðu verk
ætlanini “Eysturoyartunnl
in”.
Innlendismálaráðið er í
eini
samráðingartilgongd
um treytir fyri at lata einum
samstarvsparti einkarætt at
byggja, reka og fíggja undir
sjóvartunnil undir Skálafjörð
og Tangafjörð, og ikki ber til
at föra slíkar samráðingar
alment. Um givið verður al
ment innlit í málið, er stórur
vandi fyri, at tað fer at ávirka
endaliga úrslitið av sam
ráðingunum til tað verra, og
í ringasta föri kann tað for
koma ætlanini.
Tí kann Innlendismála
ráðið tíverri ikki kann ganga
umbön tygara á möti. Av
gerðin er vísandi oman fyri
nevndu orsök grundað á § 13,
stk. 1. nr. 5)–6) í lögtingslóg nr.
133 frá 10 juni 1993 um innlit í
fyrisitingina.
Vegna Innlendismálaráðið
Kaj Johannessen, fulltrúi
Umbønin er send til Rúna
Joensen, aðalstjóra, og svar
að av Kaj Johannesen, full
trúða. Tað eru somu menn,
sum varða av øllum mál
inum í umsitingini í Inn
lendismálaráðnum, t.e øllum
samskiftinum og samráð
ingunum við CIP. Teir sleppa
sostatt sjálvir at gera av,
hvussu neyvt alment eftir
lit nakar sleppir at hava við
teimum, og í hesum førinum
hava teir so avgjørt, at al
menningurin onki sum helst
skal hava at vita um teirra
virksemi.
Tað er eisini vert at leggja
til merkis hetta brotið í svar
inum:
Um givið verður alment
innlit í málið, er stórur vandi
fyri, at tað fer at ávirka
endaliga úrslitið av samráð
ingunum til tað verra, og í
ringasta föri kann tað for
koma ætlanini.
Her er talan um subjektiva
motivgransking og ikki eina
objektiva meting við støði í
lógini um alment innlit. Kaj
Johannessen situr og gitir
um, hvat innlitið skal brúkast
til, og hvussu upplýsingarnar
møgulig fara at ávirka málið,
tá tær verða almennar. Kaj
Johannessen eigur bara at
meta um, hvørt umsøkjarin
hevur løgligan rætt til upp
lýsingarnar ella ikki, og
hevur absolutt onki at gera
við, hvussu tær síðani verða
brúktar og loftaðar.
Kaj Johannessen sigur §
13, stk. 1, nr. 5) – 6) í lógini um
alment innlit vera grundar
lagið fyri at nokta hesi um
bønini um alment innlit.
§ 13, stk. 1 sum hevur seks
ymiskar, útgreinandi áseting
ar um avmarking í rættinum
til skjalainnlit. Nevndu áset
ingarnar avmarka innlitið
viðvíkjandi:
5) fíggjarligu áhugamálu
num hjá tí almenna, herundir
fremjing av vinnuvirksemi
tess almenna ella
6) privatum ella almenn
um áhugamálum, har tað
vegna serligar umstøður í
hesum føri er neyðugt at
dylja málið.
Men í § 13, stk. 2 stendur
soleiðis:
Um
umstøður,
sum
nevndar í stk. 1 bert gera
seg galdandi fyri ein part av
einum skjali, skal viðkom
andi gerast kunnigur við
restina av innihaldinum í
skjalinum.
Við øðrum orðum skuldi
Innlendismálaráðið
havt
strikað út yvir loyniligu upp
lýsingarnar, um tað metti
ávísar upplýsingar vera so
viðkvæmar, at tær skuldu
dyljast, og latið innlit í rest
ina. Soleiðis er eisini vanligt
at gera.
Tað er eisini góð siðvenja
sum minstamark at upplýsa,
hvørji skjøl eru í málinum,
sum innlit ikki verður latið í.
Við sínum noktandi svari
staðfestir Innlendismálaráð
ið, at ALT í málinum, hvør
einasta telefonsamrøða og
hvør einasti skrivaði bók
stavur, kann fjalast fyri al
menninginum í samsvar við
lógina um alment innlit.
Sum eitt kuriosum kann
nevnast, at í lógaruppskoti
num hjá Kára P. Højgaard um
Skálafjarðartunnilin er ein
áseting um, at avtalan um
einkarrætt ikki skal verða
fevnd av lógini um alment
innlit.
Men
henda
ásetingin
kann
ikki
brúkast
sum
grundarlag fyri at siga nei, tí
tann lógin er sum kunnugt
til viðgerðar í Løgtinginum
og ikki samtykt.
Tí er tað bara lógin um
alment innlit, sum landsstýr
ismaðurin og hansara em
bætisverk kunnu brúka sum
grundarlag fyri annaðhvørt
at játta ell nokta umbønum
um alment innlit.
Einhvør kann siga sær
sjálvum, at tað kann ikki vera
rætt, at lógarheimild er fyri
at dylja ALT.
Men tað er effektivt, tá
demokratisku
skipanirnar
gerast ein bági.
Vegna Føroysk Miðlafólk
fari eg tí við hesum opna
brævi at krevja, at annar løg
frøðiligur myndugleiki enn
Innlendismálaráðið
viðger
umbønir um alment innlit í
málið um Skálafjarðartunn
ilin.
Samstundis heiti eg á all
ar miðlar um beinanvegin at
kæra noktandi svar um al
ment innlit í hetta málið til
Løgtingsins umboðsmann.