Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mai 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 33 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 85 - 5. mai 2004 Nr. 85 - 5. mai 2004 11 Sonni Jacobsen Sørvági Seinastu dagarnar hevur verið nógv frammi um hjálp føroyinga - ella held- ur - væntandi hjálp føroy- inga til umheimin - tá verð- ur sjálvandi hugsa um hjálp til fátæk lond. Eg havi verið millum teirra, sum hava hildið, at okkara hjálp til neyðstødd fólk er alt ov lítil. Seinasta ár var hon smb. almennum upplýsing- um, 300.000 kr. Samanber- andi kunnu vita siga, at fyri eitt land sum Føroyar svar- ar hetta nøkulunda til, tá ein gevur einum smábarni eina fimmkrónu. Hetta er tað vit alt í alt unna einum svøltandi heimi í eitt heilt ár! Tíverri er hetta orðaskift- ið fari av sporinum seinastu dagarnar, nú øll onnur mál hava verið hongd upp í hetta mál. Um vit ikki gera dit og dat í Føroyum - ja, so skulu vit heldur ikki geva neyðhjálp! Eg havi alla virðing fyri teimum, sum stríðast fyri sínum ser- áhugamálum - tað er gott at vit hava slík fólk - slíkar eldsálir - og tey eiga alt rós uppiborið. Trupulleikin er bara tann, at fólk, sum stríðast fyri ávísari søk hava lyndi at fáa tað vit rópa “tunnilssjón”, t.v.s. tey síggja alt frá sjónarmiði- num, sum viðkemur teirra sermáli og gloyma ella yvirsíggja heildina. Eg eri vitandi um, at nógvir føroy- ingar eru við í hjálpararb- eiði - takk fái Gud fyri tað! Men almennu Føroyar skulu eisini hjálpa! Eitt er vist, skulu vit bíða við at geva neyðhjálp til alt er vorði perfekt heima hjá okkum sjálvum, til øll liva í sús og dús, til tunnil er til hvørja oyggj og til hvørja bygd, og til øll eru so rík, at eingin veit, hvat hann ella hon skulu gera við pengar- nar og allan vælstandin - til vit hava nátt tí utopiska samfelagnum - ja, so fara vit ongantíð at veita neyð- hjálp. Ein politikari er settur til at síggja myndina í stórum perspektivi, t.v.s. at taka alla heildina við og ikki at hava “tunnilssjón”. Vit skulu útbyggja okkara sjúkraverk við skynsemi og vit skulu hjálpa okkara veiku við skynsemi. Ótal- ligar milliónir eru sprændar inn í almenna sektorin sein- astu árini, so fíggjarliga er hesin sektorur bólgnaður upp. Vit hava eisini sæð frukt av hesum. Fólk liva longri enn tey gjørdu fyrr, fólk hava generelt eitt betri lív enn tey høvdu fyrr, fólk verða lekt ella hjálpt fyri fleiri og fleiri sjúkur o.s.fr. - vit skulu ikki vera so svartskygd, at vit skulu pá- standa - sum summi gera, at einki er komi burtur úr. Vit gera eina rúgvu her heima, vit lata stóran part av fíggjarlógini til alla handa hjálp her heima - møguliga býti av hesum pengum kundi verið betri? tað veit eg ikki. Spurning- urin er bara, hava vit sæð “Lasarus”, sum liggur og svøltar, bløðir og doyr beint uttanfyri dyrnar??? “Men tað var ein ríkur maður; og hann klæddi seg í skalak og fínasta lín og livdi hvønn dag í fagnaði og góðgæti. Og tað var ein fátækur, nevndur Lasarus, sum var lagdur fyri dyr hansara, fullur í sárum og hann tráaði eftir at mettast av molunum, sum fullu av borðinum hjá hinum ríka...” (Luk. 16. 19 -21). Tíverri vildi hesin ríki ikki hjálpa - og tað fekk avleiðingar, sig- ur søgan... Henda søga Jes- usar vísir Guds vilja og Guds hjartalag. Vit hava ábyrgdina av hesum heimi - vit skulu gera okkara fyri at gera heimin til eitt betri stað. Tað eru so mong sum rópa: Gud er óndur - Gud ger einki o.s.fr. Sannlekin er tann, at tað eru vit sum eru ónd! Tað eru vit sum hava ábyrgdina av hesum heimi! Vit eru “víngarðs- menninir”, sum Jesus eisini tosar um í øðrum líknilsi. Tað er nokk av mati, nokk av klæðum, nokk av peng- um til í heiminum - tað er býti tað er galið við - og tá tosi eg ikki um kommu- nismu. Tað eru mangir mát- ar at hjálpa heiminum upp á, bæði stórpolitiskt og pri- vat. Stórpolitiskt at hjálpa til at skapa demokratisk viðurskifti allastaðni í heiminum, sosialar skipan- ir og arbeiðspláss, eisini har kunnu vit gera okkara lítlu ávirkan galdandi. Pri- vat at hjálpa við tí ein kann, at stuðla góðum hjálparfel- agsskapum o.s.fr. Ein dag kemur víngarðsharrin at skoða, hvussu “víngarðs- menninir” hava røkta vín- garðin, tá skal hvør fáa løn eftir sínum verki. Tað verð- ur ikki kraft av nøkrum, at gera meira enn ein megnar, men at gera tað ein megnar - tað verður kraft! Skulu almennu Føroyar, sum hóast alt hevur væl av pengum um hendi, bara hjálpa okkara egnu? Tað hava verið røddir frammi, sum siga hetta. Hvat við Lasarus? Lasa- rus, sum liggur við føtur okkara og bløðir? - Vit síggja hann dag og dagliga í fjølmiðlunum - við okkara egnu eygum tá vit eru burt- uri í londum og ferðast. Skulu vit bara ganga fram- við og halda fyri eygu og fyri oyru og bert hugsa um okkum og okkara? Afrika bløðir og doyr! Aðrir heimspartar og mong fólkasløg bløða og doyggja! Vit kunnu gera ein mun. At siga, at okkara hjálp nyttar so lítið er ikki rætt. 7 milliónir, sum skotið er upp at geva, kunnu, um tær verða rætt givnar og beindar á rættar hendur - gera stórverk! “...hann trá- aði eftir at mettast av mol- unum, sum fullu av borði- num hjá hinum ríka...” Hetta ger nútíðar “Lasarus” framvegis... latið okkum ikki gloyma tað! Tá vit lata hjálp, eiga vit at hugsa yvir, hvussu henda hjálp verður latin. Ikki at vit skulu hava vinning, men at hjálpa fyri at hjálpa. Hjálp til sjálvhjálp er tað, sum gevur mest av sær í seinna enda, men onnur akutt hjálp er eisini neyðug mangastaðni. Vónandi fara okkara politikarar ikki at hava “tunnilssjón” men at taka undir við hesum frá- líka uppskoti løgmaður al- ment kom fram við fyri kortum. Hetta er ein góð byrjan. Tað fer ikki vika, at tað ikki verður skipað fyri eini ella aðrari ráðstevnu her á landi. Í gjár lat upp ein slík og tann fyrsta av sínum slag. Jarðfrøðissavnið, sum arbeiðir við tí jarðbunda økinum, Føroya undir- grund, hevur tikið stig til eina áhugaverda og kanska eisini spennandi ráðstevnu, har ljóskastarin av álv- ara verður settur á jarðfrøðina í føroysku undir- grundini. Hóast vísindin og tøknin eru framkomin, so er sama undirgrund framvegis sera jomfrúulig. Tjúkku basaltfláirnar, sum liggja oman á einum stórum parti av okkara undirgrund, gera, at vit vita rætt og slætt ikki, hvat goymir seg har. Tað er m.a. fyri at loysa hesa og mangar aðrar gátur, at meira enn 100 útlendskir og føroysir granskarar, vísindamenn og oljufólk annars hava sett hvørjum øðrum stevnu í Norðurlandahúsinum. Hóast enda- málið er at leggja fram fakligt tilfar, metingar og úrslit, sum skulu fortelja okkum meira um ein part av okkara landi, sum vit vita ov lítið um, so er greitt, at veruliga endamálið er at skapa áhuga fyri leiting eftir kolvetni og her ikki minst í sambandi við 2. út- bjóðing, sum verður í næstum. Tað má sigast at vera sera flott og gott klárað, tá fleiri enn 100 útlendskir granskarar og oljufólk velja at brúka tíð og orku til slíka ráðstevnu, og ikki minst, nú fleiri av okkum halda, at har møguliga einki er at fara eftir í undirgrundini. Tað má væl hava nakað við góða timing og annars eitt áhugavert framtíðar leitiøki at gera, hóast alt ikki sær so bjart út. Tí sum ein av oddamonnunum sigur við Blaðið, so liggur ein stórur partur av landgrunninum og bíð- ar eftir oljufeløgunum. Stórir strukturar hómast og við einum miðvísum innsatsi og eitt sindur av hepni eisini, so kunnu oljufelag fáa bingo – jackpot á Før- oyaøkinum. Hinvegin eru eisini røddir frammi, sum vísa á, at alt er ikki so lovandi. Stór óvissa ræður, og váðin er ovurstórur. Men vilja feløgini brúka tíð og orku, so fara tey komandi tvey árini at vera avger- andi fyri, hvat framtíðin hevur at bjóða uppá. Um somu tíð verður so ein áhugaverdur brunnur boraður í grannalagnum. Hann kann koma at seta gongd á gassútbygging á Atlantsmótinum. Og um stutta tíð verður farið undir at bora tveir aðrar áhugaverdar brunnar við markið. So hóast dvala- støðu á okkara øki kann elefanturin verða vaktur í næstu framtíð, antin hann ella teir finnast á bretsk- um øki ella væl fjaldir undir okkara basalti. Vit ynskja stigtakarum og luttakarum á ráðstevnuni góða byr og góða eydnu við at loysa basaltgátur og mangar aðrar jarðfrøðiligar knútar. Tolin trívst, men hvussu leingi! DAGSINS MEINING Sosialurin Tolin trívst VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Hjálp til umheimin VIÐMERKINGAR Mortan Hentze mortan@hotmail.com Fyrispurningur frá Olav Enomoto Í februar í ár, setti Olav Enomoto, løgtingsmaður, Jógvan á Lakjuni lands- stýrismanni í mentamálum fylgjandi fyrispurning: 1. Hevur landsstýrið nakra ítøkiliga ætlan um, hvussu mentanarliga virði, sum liggur á goymslu á ymiskum bandasøvnum her á landi, kann varðveitast? 2. Um landsstýrið hevur slíkar ætlanir, nær kann so roknast við, at tær verða settar í verk? 3. Eru metingar gjørdar av, hvat tílíkt arbeiði fer at kosta? 4. Metir landsstýrismaður- in, at trygdin í verandi goymsluhølum til al- menn ljóð- og AV-bond er nøktandi? 5.Um ikki, hvørji stig ætlar landsstýrismaðurin so at taka fyri at bøta um trygdina? 6.Ætlar landsstýrismaðurin at bera so í bandi, at stovnar, ið framleiða út- varps- og sjónvarpssend- ingar, fáa álagt við lóg, at teir skulu hava og røkja eitt bandasavn? 7. Um ikki, ætlar lands- stýrismaðurin so at bera so í bandi, at Føroya landsbókasavn ella ann- ar stovnur skal fáa álagt at varðveita útvarps- og sjónvarpssendingar? Aftursvar frá Jógvani á Lakjuni Á tingfundi 26. mars 2004 svaraði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, fyri- spurninginum frá Olav Enomoto. Í svarinum sæst m.a., at man í Mentamálaráðnum onga ítøkiliga ætlan hevur um, hvussu útvarps- og sjónvarpstilfar kann ella skal varðveitast. Í svarinum verða tó nevndar nakrar upphæddir, sum siga um- leið, hvussu nógv ÚF og SVF meta at tað fer at kosta at varðveita teirra tilfar. Eg havi varhugan av at bæði mentamálaráðharrin og stovnarnir gjøgnumgang- andi hava hug at blanda hugtøkini, at varðveita og tað at bjarga tilfari. At bjarga og at varðveita eru hvør sítt, hetta vendi eg aft- ur til seinni í greinini. Í svarinum sæst eisini, at sum nú er, eru eingi goymsluhøli í landinum skikkað til at goyma ljóð- og AV-bond. Mentamála- ráðharrin gevur heldur einki boð uppá, hvussu hes- in trupulleikin verður loyst- ur. Mentamálaráðharrin sig- ur í sínum aftursvari til Olaf Enomoto, at tá ið kringvarpslógin verður endurskoðað, skal tað við lóg áleggjast stovnunum, ið framleiða sjónvarps- og útvarpssendingar, at røkja eitt bandasavn. Hvat tað, at røkja eitt bandasavn inniber verður tíanverri ikki út- greinað nærri, útsøgnin er einkisigandi í sær sjálvari. Varandi varðveiting Olaf Enomoto spyr eisini hvørji stig mentamálaráð- harrin ætlar at taka fyri at bøta um trygdina á søvnun- um og um landsstýrismað- urin ætlar at bera so í bandi, at Føroya landsbókasavn ella annar stovnur skal fáa álagt at varðveita útvarps- og sjónvarpssendingar? Jógvan á Lakjuni svarar: “Eg skilji spurningin so- leiðis, at hann fyrst og fremst snýr seg um tilfarið hjá ÚF og hjá SvF. Her er í fyrsta lagi talan um tann mest átrokandi tørvin og í øðrum lagi er talan um, hvussu á besta og tryggasta hátt verður funnið fram til eina varandi loysn á varð- veitingarspurninginum. Mentamálráðið hevur um- røtt spurningin um varð- veitingina av bandasøvnun- um hjá ÚF og SvF við leiðslurnar á hesum stovn- um. Spurningurin hvørt eitt framtíðar føroyskt miðla- savn eigur at leggjast til Føroya landsbókasavn er ikki heilt einfaldur at svara. Nevnast kann, at avvarð- andi stovnar hvør í sínum lagi hava áhugaverd hug- skot um, hvussu vit best loysa henda spurning. Av viðkomandi stovnum er tað bert Landsbókasavnið, ið mælir til at uppgávan verð- ur løgd til stovnin. Áðrenn eg taki endaliga støðu til hendan spurning, ætli eg mær at koma á tal við av- varðandi stovnar og saman við leiðslunum í felag um- røða hetta málið. Síðan fari eg at seta ein arbeiðsbólk við umboðum fyri hesar stovnar og møguliga øðrum sakkønum við. Bólkurin skal so koma við uppskoti um, hvussuleiðis vit best finna fram til eina haldgóða loysn á spurninginum um eina varandi varðveiting av tí mentanararvi, sum er til skjals í bandasøvnunum hjá teimum stovnum, ið eg her havi umrøtt. “ Tað er sera gleðiligt, at man í Mentamálaráðnum enn einaferð er farin at hugsað um eina varandi loysn á varðveitingarspur- ninginum. Men í omanfyristandandi sitati eru tað tó nøkur viðurskifti, sum undra meg. Hví umrøðir Mentamála- ráðið spurningin um var- andi loysn á varðveitingar- spurninginum við ÚF og SvF ? Hvørjar fyritreytir hava hesir stovnarnir, tá ið met- ast skal um slík viðurskifti? Er hugsanin hjá Menta- málaráðnum, at ÚF og SvF skulu gerast almenn varð- veitingarsøvn? Hvussu við Rás 2, Lindini, Rás Tórs- havn og øðrum framtíðar- rásum, skulu allar í hvørj- um sínum lagi agera varð- veitingarsøvn? Landsstýrismaðurin sigur eisini: “Spurningurin hvørt eitt framtíðar føroyskt miðlasavn eigur at leggjast til Føroya landsbókasavn er ikki heilt einfaldur at svara. Nevnast kann, at avvarð- andi stovnar hvør í sínum lagi hava áhugaverd hug- skot um, hvussu vit best loysa henda spurning. Av viðkomandi stovnum er tað bert Landsbókasavnið, ið mælir til at uppgávan verð- ur løgd til stovnin.” Eg spyrji aftur, hvørjar fyritreytir hava hesir stovn- arnir at meta um eitt miðla- savn eigur at leggjast til Føroya landsbókasavn ella ikki ? Mær vitandi hava hvørki ÚF ella SvF fólk, ið hava ognað sær førleika til at meta um slík viðurskifti. Sum áður nevnt er tað mun- ur á at bjarga og at varð- veita tilfari og eg haldi at man hevur hug, at blanda hugtøkini. Eg ivist ikki í at bæði ÚF og SvF hava fólk, sum í ávísan mun hava tøkniligan førleika at bjarga tilfari, sum er um at farast. Hinvegin má man gera sær greitt at Føroya landsbóka- savn hevur førleikan og royndirnar tá tað kemur til varandi varveiting og tað hava hinir stovnarnir ikki. Spurningurin um hvørt eitt framtíðar føroyskt miðlasavn eigur at leggjast til Føroya landsbókasavn er tí ikki heilt men sera ein- faldur, at svara. Serliga um ein hevur eitt sindur av kunnleika um, hvussu grannalond okkara, sum eru slóðbrótarar á hesum økinum, hava loyst somu varðveitingarspurningar. Í grannalondum okkara eru tað tjóðbókasøvnini, sum hava fingið álagt hesa upp- gávuna og tað verður stað- fest í lógunum um avhend- ing av skyldueintøkum (tvs. lóg sum sigur, at td. ÚF og SVF skulu lata eitt eintak av øllum teirra sendingum til Landsbókasavnið) og ikki í kringvarpslógini, sum tað letur til at Mentamála- ráðharrin ætlar. Høvuðs- grundin til at lóggávan á økinum verður løgd undir lógina um avhending av skyldueintøkum og ikki kringvarpslógina er, at man fyri alt í verðini ikki ynskir, at miðlastovnarnir hvør í sínum lagi skulu gerast varðveitingarsøvn. Aðrar grundir til at Landsbókasavnið eigur at verða avhendingarbóka- savn fyri hetta tilfarið eru, at man ikki eigur at gloyma týdningin av at tilfarið verður skrásett av útbúnum fakfólki og gjørt atgeingi- ligt hjá t.d. granskarum, blaðfólkum o.ø., tí eitt er vist og tað er at varðveiting uttan atgeingi er høpisleys. Alt gott um ÚF og SvF og tað er gleðiligt, at hesir stovnarnir hava áhuga í málinum, men tann, ið ger sær tann ómak at seta seg inn í hesi serligu varð- veitslu viðurskiftini upp- dagar alt fyri eitt, at tað eru nógvar og tungar grund- gevingar fyri at júst Lands- bókasavnið og ikki hesir stovnarnir skulu hava ábyrgd av varðveitingini. Tað kemst ikki av ongum, at grannar okkara hava valt júst hesa loysnina. Arbeiðsbólkur og sakkøn Mentamálaráðharrin sigur at enda: “Áðrenn eg taki endaliga støðu til hendan spurning, ætli eg mær at koma á tal við avvarðandi stovnar og saman við leiðslunum í fel- ag umrøða hetta málið. Síð- an fari eg at seta ein arbeiðsbólk við umboðum fyri hesar stovnar og møgu- liga øðrum sakkønum við.” Hetta ljóðar skilagott og eg haldi at man avgjørt skal venda sær til stovnar og fólk við veruligum sak- kunnleika um hesi viður- skiftini. Eg vildi mælt arb- eiðsbólkinum til, m.a. at vitja Statsbiblioteket í År- hus í Danmark og Norska tjóðbókasavnið í Mo i Rana. Har kann man ognað sær kunnleika um, hvussu tveir av næstu grannum okkara hava loyst spurning- in um varandi varðveiting av útvarps- og sjónvarpstil- fari. Fyri tann, ið ynskir at seta seg inn í hesi viður- skifti er rúgvusmikið tilfar tøkt bæði á alnótini og í bókum.. Varðveiting av útvarps- og sjónvarpstilfari Her eru nakrar online keldur um varðveiting av útvarps- og sjónvarpstilfari: Pliktavleveringsloven (Noreg) Online: http://www.pliktavlevering.no Kringkastning (Noreg) Online: http://www.nb.no/html/kringkasting.html Verneplan for norske lydfestinger og Verneplan for levende bilder (Noreg) Online:http://www.nb.no/html/lyd-_og_bildearkivet.html Lag om pliktexemplar av dokument (Svøríki) Online:http://www.kb.se/Ple/sfs.htm Statens ljud- och bildarkiv (Svøríki) Online: http://www.ljudochbildarkivet.se/ Udredning om bevaring af kulturarven / Kulturministeriet 2003 (Danmark) Online: http://kum.inforce.dk/graphics/kum/downloads/publikationer/bevaring_af_kulturarven.pdf 55 mio. kroner til sikring af kulturarven (Danmark) (Har stendur m.a.: ...elektroniske formidlere som f.eks. radio-, tv- og netmedier bliver omfattet af pligtaflevering) http://www.ekstrabladet.dk/VisArtikel.iasp?PageID=243493 Aðalfundur hjá MenTón verður 8. mei kl 14.00 í Klingruni í Norðurlanda- húsinum Felagið sum var stovnað 6. mars við eini fyribils- nevnd, hevur nú sín fyrsta veruliga aðalfund, har nevndin skal veljast og við- tøkurnar skulu góðtakast. Har skulu sambært viðtøk- unum vera tveir tiltakslimir og granskoðari við, og tað hevur tað ikki verið. Eisini fer nevndin at greiða frá, hvat er gjørt higartil og hvørjar ætlanir eru fyri framman. Felagið er farið undir samstarv við starvsfelagar- nar, um man kann siga tað so, í Gøtu, GRÓT. Eisini er felagið so smátt fari undir eina verkætlan viðv. einum konserthúsið í høvustað- num. Høvi verður at tekna seg sum lim í felagnum, og eft- ir fundin verur ein konsert við, GóGó Blús, RÓP, Búa Dam og øðrum, sigur MenTón í tíðindaskrivi. Aðalfundur í MenTón C M Y K 11 10