mánadagur 12. august 2013síða 55
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 33 l 12. august 2013
Ókeypis lýsingarblað
23
Regatta & Ovastevna
Vikutema
Ovastevnan brýtur
upp úr nýggjum
- Eitt atgongugjald á 200 krónur merkir, at mest sum alt verður ókeypis á ovastevnu,
samstundis sum tónleikurin fer at spæla ein nógv størri leiklut á stevnuni enn undanfarin
ár, sigur Unn Sørinardóttir, forkvinna í Stuðulsnevndini fyri Svimjihyli í Nólsoy
Leo Poulsen
Ovastevna verður komandi vikuskifti,
og hon fer at verða nakað ørvísi enn
undanfarin ár.
– Í høvuðsheitinum fara vit at
krevja eitt atgongugjald fyri at sleppa
á ovastevnu, og í øðrum lagi fara vit at
leggja størri dent á tónleikin, sigur
Unn Sørinardóttir.
Tað merkir so hinvegin, at so at
siga alt verður ókeypis á stevnuni.
– Tað verða tvey stór barnalond,
eitt á Flakavirkinum og eitt heima í
bygdini, og tað einasta, ið neyugt
verður at rinda fyri, er kabarettin, og
so tað, ein etur og drekkur á stevnuni,
sigur Unn Sørinardóttir.
– Tað ber til at keypa atgongumerki
á keiini í Havn, á keiini í Nólsoy og í
tjaldinum á keiini har heima í bygini.
– Orsakað av hesum verða munandi
fleiri vaktir á ovastevnu í ár, í mun til
undanfarin ár, sigur Unn Sørinardóttir.
Kostnaðurin at sleppa á ovastevnu
í ár verður 200 krónur fyri vaksin og
100 krónur fyri børn.
– Men tá verður eisini tey bæði
stóru barnalondini, tivoli og ikki minst
dansurin ókeypis, sigur Unn Sørinar
dóttir.
Barnalondini hava hoppiborgir og
annað undirhald, ið er ætlað børnum.
– So verður ein pallur settur upp á
Nýggjaveg, har skipað verður fyri
undirhaldi fyri børn. Har fer eisini
Finnur Jensen at spæla og Hilmar Jan
Hansen fer at undirhalda í sambandi
við felagssangin, sum í ár verður á
pallinum á Nýggjaveg, sigur Unn
Sørinardóttir.
Trygdin í hásæti
Eins og á øðrum stevnum verður
stórur dentur lagur á tygdina.
- Vit hava aftur í ár fingið samstarv
við samarittarnar, sum fara at hava
dagtilhaldið í Nólsoy sum støð. Har
verður eisini møguleiki at taka fólk
inn, um eitthvørt er á vási, tað verið
seg brotin limur ella líknandi, sigur
Unn Sørinardóttir.
Samarittarnir fara at ganga í bygd
ini og halda skil á, um okkurt óvæntað
skuldi hent.
– Vit hava jú eisini ein sjúkrabil í
bygdini, sum kann traðka til, um
okkurt óvanligt skuldi verið á vási,
sigur Unn Sørinardóttir.
Eisini í sambandi við eftirlit av
bátunum, sum eru við í regattasiglingini
hjá Hósvíkar Róðrarfelag, verða stig
tikin til eftirlit og vaktarhald.
– Tað er Nólsoyar Bjargingarfelag,
sum fer at skipa fyri vaktarhaldi í
sambandi við bátarnar í regattini, og
tað verður gjørt langt út á náttina,
sigur Unn Sørensen.
Eisini í aðrar mátar verður bundið
um heilan fingur, tá tað ræður um
trygdina.
– Lív Rescue fylgir við regattaini úr
Hósvík og fer at liggja í Nólsoy til út á
sunnudagin. Hann verður so eisini
klárur at skipa fyri sjúkraflutningi til
Havnar, um illa skuldi borið til, sigur
Unn Sørinardóttir.
Men trygdin steðgar ikki har.
– Tað verða bæði brandmenn og
politistar til staðar á ovastevnu, og
eisini fara limir í H71 at hjálpa til við
trygdini, tí tað er nakað, vit leggja
stóran dent á, sigur Unn Sørensen.
Nýtt og gott gamalt
Nógv verður av tí góða gamla á ova
stevnu, og har kunnu nevnast fót
bóltsdystirnir.
– Tað var upp á tal at seta dansi
tjaldið upp á fótbóltsvøllinum, men
vit hugsaðu, at tað fór at vera spell,
um fótbóltsdystirnir ikki vóru við, so
vit gjørdu av at seta tjaldið úti á
Klivum, omanfyri Flakavirkið, sigur
Unn Sørinardóttir.
Seinastu árini hava B36 kvinnur
skipað fyri einum kvinnudysti, stund
um móti AB kvinnum, og stundum
móti øðrum B36 kvinnum.
– Í ár verður tað soleiðis, at kvinnu
dysturin verður millum B36 old girls
og B36 young girls. Og so verður
traditiónsríki dysturin millum yngri og
eldri tónleikarar, sum Terji Rasmussen
skipar fyri, sigur Unn Sørinardóttir.
Tivoli verður sum vanligt, og so
verður barnalandið nógv størri enn
udanfarin ár, og í tveimum støðum í ár.
– Og so verður vælumtókti loppu
marknaðuri aftur í ár. Hann verður í
Avhaldshúsinum, og tað er nakað,
sum verður sera væl vitjað á ovastvnu,
sigur Unn Sørinardóttir.
Annars verður tað mest vanliga
aftur at síggja á ovastevnu í ár.
– Framsýningin í ár í Missións
húsinum verður hesaferð í sambandi
við, at Nólsoyar kirkja hevur 150 ár á
baki, og sýnt verður fram eitt breitt
úrval av myndum og lutum, ið hoyra
kirkjuni til, sigur Unn Sørinardóttir.
Og tað verður borgarstjórin, Heðin
Mortensen, sum fer at seta stevnuna
undir Mikkjalsveggi klokkan 14 leygar
dagin.