Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-12, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. august 2013síða 56

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 33 l 12. august 2013 Ókeypis lýsingarblað 24 Regatta & Ovastevna Vikutema Nógvur tónleikur á ovastevnu Ovastevnu­ kabarettin fyri 20. ferð Ein fastur táttur øll árini á ovastevnu, uttan tað fyrstu, er kabarettin, sum eisini verður spæld í ár Leo Poulsen Aftur í ár stendur ovastevnukabarettin í skránni hjá ovastevnunevndini. Og tað eru royndar kreftir, ið aftur í ár standa á odda. Snæbjørn Hansen og Reidar Jacobsen hava verið við 13 ferðir, meðan Aksel á Botni er við fyri 12. ferð. Hinir leikararnir eru Høgni Niclasen, Óli Juul Hansen og systrarnar Andrea og Jacoba Jacobsen. Fyri nógvar ovastevnugestir er kabarettin tað avgjørda hæddarpunktið, og hon hevur eisini verið væl vitjað øll árini. - Tað eru vanliga lokalar hendingar og »stórmál« í landinum annars, sum eru evnini í kabarettini, og nakað soleiðis veður eisini hesaferð, sigur Snæbjørn Hansen. Tey vóru ikki heilt byrjað at venja, tá VikuBlaðið tosaði við tey fríggjamorgunin, men tey høvdu tó brainstormað nakað. - 150 ára dagurin hjá kirkjuni í Nólsoy verður havdur á lofti, og tað slepst neyvan undan EU- boykottinum móti Føroyum. Og so verða tað sjálvandi lokalar hendingar, uttan at koma nærri inn á, hvørjar tær eru, sigur Snæbjørn Hansen. Men hóast venjingarnar ikki heilt eru farnar í gongd enn, so er heitið á kabarettini avgjørt. - Kabarettin á ovastevnu hevur altíð havt eitt heiti, og til 10. ára dagin var heitið Cabaléum, so tá kabarettin nú fyllir 20 ár, hava vit valt at kalla hana Cabaléum II, sigur Snæbjørn Hansen. Hann er eisini eitt sindur stoltur av, at lítla bygin Nólsoy hevur megnað at havt kabarett í 20 ár upp í slag. - Sjálvt um grannarnir fyri vestan eru 100 ferðir feiri enn vit, hava teir ikki megnað at havt ólavsøkukabarett á hvørjum ári, vísir hann á. Vanliga verður frumsýning fríggjakvøld, og so verður sýnt tvær ferðir leygardag og tvær ferðir sunnudag. - So verður sluttað av mánakvøld, og tá eru vanliga hendingar, sum eru farnar fram um ovastevnuna í ár, tiknar við, so fleiri velja antin at bíða til mánakvøldið, ella at sýggja kabarettina umaftur tá, sigur Snæbjørn Hansen. Stuðulsnevndin fyri Svimjihyli í Nólsoy hevur heaferð valt, at leggja stóran dent á tónleikin, og ymiskur tónleikur verður á tfýra støðum í bygdini Leo Poulsen Leygardagurin 17. august verður fylt­ ur av nógvum og góðum tónleiki. – Tað verður Finnur Jensen, ið fer at spæla á pallinum á Nýggjaveg, har eisini felagssangurin verður. Tá fer eisini Hilmar Jan Hansen at undirhalda, sigur Unn Sørinardóttir. Og hóast Royndarhúsið verður nýtt til kabarett, verður eisini dansur har eygarkvøldið. – Tað verður bólkurin, RoZac, sum aftur í ár fer at spæla til dansin í Royndarhúsinum, sigur Unn Sørinar­ dóttir. Men tað verða eisini tvey onnur støð, har livandi tónleikur verður spældur. – Í mattjaldinum á keiini har heima í bygdini, fara Signar í Hormum og John Johansen at spæla. Har verður so eisini møguleiki at keypa ovastevnu­ búffar og annað gott til matna, sigur Unn Sørinardóttir. Og seinasta staðið, har skipað verður fyri dansi, er í stóra tjaldinum úti á Klivum. – Har verður tað so nólsoyingurin eftirhondini, Anfinn Nielsen og co., sum fara at spæla, sigur Unn Sørinar­ dóttir. Tað verður sostatt munandi meira tónleikur á ovastevnu í ár enn undan­ farin ár. Men enn hongur okkurt við frá árunum fyri. – Tað verður svomið um Nóls­ oyarfjørð aftur í ár. Svimjararnir leggja frá landið yviri við Strond klokkan 13.15, og teir fyrstu væntast í Nólsoy góðar tveir tímar seinni, sigur Unn Sørinardóttir.