Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-12, síða 70
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. august 2013síða 70

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 33 l 12. august 2013 Ókeypis lýsingarblað 38 vikutíðindi Maðurin á myndini er Hans Johannes Clement­sen (1917-1995), sum var ein kend havnarmynd og ímyndin av Fólka­vognum í Føroyum. Øll árini meðan Farodane hevði um­boð fyri VW bilarnar í Føroyum, hevði Hans Johannes tænastu, eyka­ lut­ir og verkstað fyri VW bilarnar. Faro­dane seldi fyrsta VW í Føroyum í 1952. Seinni kom Hans Johannes at arbeiða á Bilasøluni Norrøna sum serkønur í VW bilum. Myndin er tikin uttan fyri Bilasøluna Norrøna í Hoyvík. Hans Johannes stendur við eina VW boblu. Á myndini er eisini ein Ford Escort og fremst á myndini er ein Audi 60. Bilurin hesa vikuna er fastur táttur í Vikublaðnum Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar myndir saman við stuttum teksti og upplýsingum til: maggi@sosialurin.fo Myndaeigari: Beinar Vestergaard Hans Johannes og Fólka­ vognarnir Í dag, 12. august, eru júst fimmti ár síðani, at Sámal Bláhamar í Havn fór í læru sum bilmekanikari hjá P/F Vil­helm Nielsen & Søn, og í hesum føri hevur hann tikið stig til eina hugnaløtu á gamla verkstaðnum í Jónas Brocksgøtu í Havn, har fleiri av teim­um, sum arbeiddu á verkstaðnum í sekstiárunum vera við. Talan er um menn, sum hava starv­ast á verkstaðnum hjá Vilhelm Niel­sen, sum umboðaði eitt nú Opel, Vaux­hall og Bedford í Føroyum í mong ár. – Mánadagin 12. august eru liðin 50 ár síðani, at eg fór í læru hjá Vil­ helm Nielsen, sigur Sámal Blá­hamar. Hann greiðir frá, at tað var á ólav­søku, at hann kom í prát við John Vil­helm í Havn, sum eisini starvaðist hjá Vilhelm Nielsen. – Tá spurdi hann, um eg var klárur yvir, at tað eru júst 50 ár síðani, at vit fóru í læru hjá Vilhelm Nielsen, sigur Sámal Bláhamar. Út frá hesum kom hugskotið til veruleika at savna teir menninar, sum starvaðust har, tá gamli Vilhelm Niel­sen livdi. Vilhelm Nielsen var ein av pionerun­um innan fyri bilstarvs­grei­ nina í Føroyum. Tað var hann, sum saman við svágrinum Wenzel Peter­ sen, ið seldu tann fyrsta bilin í Før­ oyum, ein Ford T lastvogn, tann 6. august í 1922. Partur av gamla verkstaðinum hjá Vilhelm Nielsen stendur enn, sum tá virkið gavst í Jónas Brocksgøtu seinna­partin í áttatiárunum, tá P/F Auto­service yvirtók Opel-umboðið. Ein partur av bygninginum, nýggjara verkstaðið, varð tikið niður, tá bygn­ ing­urin hjá Smyril Line varð bygdur fyrst í nítiárunum. – Vit hava spurt tann, sum leigar verk­staðið, um vit kunnu sleppa at læna tað hendan seinnapartin, og tað var gamaní, sigur Sámal Bláhamar. Har fara teir at hava kaffi og køkur og hugna um við gomlum myndum og onkr­um gomlu Opel ella Bedford bili. – Eg fari at royna at finna mín gamla lærusáttmála, so eg kann hava hann við eisini, sigur Sámal Bláhamar. – Verkstaðið stendur enn so nøku­ lunda sum stað var fyri 50 árum síðani, eins og kaffistovan. Liturin er tann sami – og tað var ikki við sørt, at sorg­blíd­nið merktist, tá eg var inni har, sigur Sámal Bláhamar. Teir eru eisini í ferð við at savna saman gamlar myndir, og Sámal Blá­ hamar ivast ikki í, at menninir fáa eina hugnaliga løtu, har teir kunnu minnast aftur á gamlar dagar. Fimmti ár síðani Sámal fór í læru Eldri bilmekanikarar hittast hjá Vilhelm Nielsen Cornelius Reinert, vanliga nevndur Nele, Leif Poulsen og Svend Nielsen, sum var sonur Vilhelm Nielsen