týsdagur 13. august 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. august 2013 · Nr. 92
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Methøgt tal av tøkum plássum
Ongantíð áður hevur talið av óbrúktum ansingarplássum í Tórshavnar
kommunu verið so stórt. - Vit hava ein yvirkapasitet og tað er eitt mál,
sum vit mugu taka upp, ásannar trivnaðarstjórin í Tórshavnar kommunu
Rólant Waag Dam
– Eg veit ikki, um vit koma at
lata nakran stovn aftur her
og nú. Men vit hava ein
yvirkapasitet og tað er nakað,
vit mugu taka upp, sigur
Jóan Petur Hentze, trivnað
arstjóri.
Sambært honum er hetta
árstíðin, tá minst tørvur er á
ansingarplássum – og tí eru
tølini so høg.
– Vøggustovuplássini verða
nokk fylt, so hvørt vit nærk
ast árskiftinum, tí foreldrini
koma aftur úr farloyvi og
ymiskt annað. Soleiðis plagar
tað at vera og soleiðis verður
tað helst eisini í ár. Í so máta
eru mongu tøku vøggustovu
plássini eingin trupulleiki,
heldur Jóan Petur Hentze.
Minkað um útboðið
Samstundis sum talið av
tøkum ansingarplássum ong
antíð hevur verið hægri enn
tað sama, so hevur kom
munan seinastu árini minkað
um útboðið av barnaans
ingartilboðum.
Stovnurin
Vípan er ikki virkin vanligt,
men verður bert brúktur í
serligum høvum, sum til
dømis nú stovnurin Birkilund
ikki er opin, tí hann er
fongdur við blámusoppi.
Harumframt er talið av
dagrøktarplássum
skorið
munandi.
Eiga ov fá børn
Meginorsøkin til, at so nógv
ansingarpláss eru óbrúkt, er,
sambært
trivnaðarstjóra
num, at so fá børn vera fødd
nú. Sambært hansara tølum,
so vóru umleið 300 børn fødd
árliga í kommununi um
aldaskiftið, men seinastu
árini hevur talið av børnum
ligið millum 240 og 260.
– Kommunnan er í gongd
við at endurskoðað dag
stovnaøkið. Vit skulu eisini
finna út av, hvat vit gera við
eitt nú Birkilund. Men tað er
greitt, at tá tað árliga vera
fødd umleið 50 børn færri nú,
so svarar tað til eini tvær
stovur í einum stovni. Og tá
minkar tað skjótt, sigur Jóan
Petur Hentze, sum saman við
øðrum skal finna út av, hvat
skal verða av teimum meiri
ella minni hálvtómu stovn
unum í kommununi.
Garantera pláss
Trivnaðarstjórin ásannar, at
hetta er ein trupulleiki, tá
hugsað verður um fólka
vøkstur og trivna, men hann
dugir tó eisini at síggja
okkurt positivt við støðuni.
– Vit kunnu í øllum førum
garantera øllum, sum flyta til
kommununa, barnaansingar
pláss,
sigur
Jóan
Petur
Hentze.
rolant@sosialurin.fo
157 óbrúkt ansingarpláss
BARNAANSING Í Tórshavnar kommunu eru ikki færri enn 157 tøk ansingarpláss. Hyggja
vit bara at Argjum, Havnini og Hoyvík, so eru 106 ansingarpláss óbrúkt
Rólant Waag Dam
Fleiri stovnar í Tórshavnar
kommunu standa og gapa
meiri ella minni hálvtómir.
Ikki færri enn 157 ansing
arpláss vóru tøk per 1. august
í ár – og tað er nógv! Hetta tal
er fyri alla kommununa og
fevnir um alla ansing, sum
kommunan bjóðar út, tað vil
siga vøggustovu, barnagarð
og dagrøkt.
Tilsamans hevur Tórs
havnar kommuna 1690 ans
ingarpláss og tað merkir
sostatt, at útvið tíggjunda
hvørt ansingarpláss í kom
mununi er óbrúkt.
Serliga nógv
barnagarðspláss
Aðrastaðni á hesum síðum
vísir
trivnaðarstjórin
í
Tórshavnar kommu á, at
tað er um júst hesa tíð, at
tørvurin á ansingarplássum
vísir seg at vera minst. Út
á árið plagar tørvurin á
serliga vøggustovuplássum
at vaksa, men øðrvísi er við
barnagarðsplássunum.
Í Tórshavnar kommunu
eru 39 vøggustovupláss tøk –
harav 24 teirra eru í Havnini,
á Argjum og í Hoyvík.
Fyri barnagarðarnar er
talið munandi hægri. 97 pláss
eru tøk í allari kommununi,
har av 67 í Havn, á Argjum og
í Hoyvík.
Í kommununi sum heild
eru 21 dagrøktarpláss, 15 í
Havn og seks í Kollafirði.
rolant@sosialurin.fo
Tøk pláss
Tórshavnar
kommuna
sum heild
39 vøggustovupláss
97 barnagarðspláss
21 dagrøktarpláss
157 tilsamans
Havn, Hoyvík
og Argir
24 vøggustovupláss
67 barnagarðspláss
15 dagrøktarpláss
106 tilsamans
Vit skulu eisini finna
út av, hvat vit gera við
eitt nú Birkilund, sigur
Jóan Petur Hentze
Tá tað árliga vera fødd
umleið 50 børn færri
nú, so minkar tað skjótt