Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. august 2013síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 14. august 2013 · Nr. 92 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Takk fyri! Vit síggjast 7.-9. august 2014! viT hiTTasT í klaksvík Summar Festivalurin á Facebook Stórar og hugtakandi kon- sertir, hugnaligar tón leika- løtur, gykl og kæti, tað góða og gamla, tað unga og fríska, tað kula og ókenda. Tað hava verið sterkar og vakrar upp- liv ingar og gott undirhald til alla føroysku familjuna. Ein lívligur festivalur. Væl hýrd og vælnøgd vitjandi. Tað er hugaligt at skipa fyri einum so umfatandi tónleika- tiltaki, har so nógv fólk spæla við, og so uppliva, at fólk streyma til festivalin í stórum túsundatali. Veðrið var somu leiðis til vildar og setti ser liga góðan dám á tann stór bæra og fólksliga Summar Festivalin. Ein vøkur takkarheilsan til tykkum øll, sum av hjartans huga sungu, undirhildu og spældu á Summar Festivalinum. Til pallsmiðir, tøkningar, eftirlitsfólk, sløkkilið, sjúkra- húsið, samarittar og løg- regluna. Til øll arbeiðsfólk og skila- fólk, sum við góða orðinum og gerninginum royna at gera sítt besta. Til Klaksvíkar Býráð, Kunn- ingar stovuna og Klaks víkar Havn fyri eitt mennandi sam- starv og viljan at hugsa fram eftir og lyfta í felag. Ein hjartans tøkk til allan ónevndar og ókendar vertir, familjur og húsaeigarar, sum aftur í ár hava víst hjartarúm og latið dyrnar á víðan vegg fyri festival gest- unum. Og ikki at gloyma tey mongu, sum í hús vognum, stutt leikabátum, í skúla- stovum og í tjøldum hava gist og skapað eina nýggja og livandi mentan á Summar Festivalinum. Takk til okkara trúføstu sam- starvsfelagar, stuðlar og sponsorar, sum hava lagt lunnar til ein livandi og væl fyri skipaðan festival. Og ein stór og vøkur tøkk til allar festivalgestir, sum hava vitjað og sett dám á býin. Takk fyri nógva tónleikin, sangin, vinarlagið, veitslur- nar og ta vøkru samveruna. Frá mikukvøld til sunnudag. Føroyskt og útlendskt. Undirhald og tónleikur av fimm ymiskum pallum á okkara tígginda summarfestivali Takk øll somul fyri eitt minniligt og ríkt vikuskiftið. Takk fyri ein góðan Summar Festival, har tónleikurin skal ljóma og kærleikin blóma