Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. august 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. august 2013 · Nr. 92 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Í fýra ár var Kári P. Høj­gaard for­maður í Lands­stýris­mála­ nevnd­ini hjá løgtinginum, hvørs fremsta uppgáva er at hava eftirlit við løgmanni og lands­stýrisfólkunum. Hós­ dag­in situr hann hinumegin borðið. Landsstýrismaðurin í inn­ lendis­málum skal svara fyri, hví hann ikki helt tað vera neyðugt at geva løg­ting­i­ num upplýsingar, sum hann sjálvur hevði bið­ið um frá Lands­verki, tá hann 28. juni svaraði einum grein-52 fyri­ spurn­ingi frá Høgna Hoy­dal og Aksel V. Johanne­sen. Landsstýrismálanevndin góð­tekur ikki, at Kári P. Høj­gaard tvíheldur um at sátt­m­álin við Copenhagen Infra­structure Partners skal vera loyniligur, tá løgtingið nú skal taka støðu til hann. Og Lands­stýris­mála­nevnd­ in góð­tekur heldur ikki, at landsstýrismaðurin í sam­ band við ein fyrispurning ikki gav løgtinginum teir upp­lýsingar, sum hann sjálv­ ur hevði biðið um og eisini fekk frá sínum egna sak­ kunn­leika í Landsverki. - Ein landsstýrismaður hev­ur ikki loyvi til at dylja upplýsingar fyri løg­tingi­ num, staðfestir Sirið Sten­ berg, forkvinna í Lands­stýris­ mála­nevndini. Einvíst svar Tað er beinleiðis ásett í lógini um ábyrgd landsstýrisins, at ein landsstýrismaður hev­ur ikki loyvi at tiga við upp­lýs­ ing­um, sum hava týdning fyri ting­sins meting av málinum. Sjálvur heldur Kári P. Høj­ gaard tó ikki, at hann hevur gjørt nakað skeivt. - Svarið frá Landsverki var ikki tað, sum eg helt vera rætt at bera víðari til løg­ting­ ið. Talan var um eitt rætti­liga einvíst svar, sigur Kári P. Høj­ gaard. Landsstýrismaðurin gev­ ur greitt til kennar, at honum dámar ikki tað svar, ið Lands­ verk lat Inn­lendis­mála­ráð­ num. Og tí valdi hann at lata vera við at brúka svarið. - Spurningurin var til lands­stýris­mannin, og lands­ stýris­maðurin skal svara eftir bestu sannføring. Og tal­an skal sjálvandi vera um upp­lýsingar, sum eru hald­ bar­ir, sigur Kári P. Høj­gaard. Sambært Kára P. Højgaard upp­lýsti Landsverk í mars mán­að í fjør, at munurin mill­um privatu og almennu tunnils­loysnina var 800 millión­ir krónur. Tað var gjørt á kunningarfundi, bæði fyri landsstýrinum og løg­ tingi­num. - Og nú, einar 14 mánaðir sein­ni, er tað talið broytt til 1,6 til tríggjar milliardir krónur. Og tað er einvíst gjørt við at broy­ta prosentsatsin. Tað hal­di eg ikki, at man kann gera. Eg kann ikki senda eitt tí­líkt svar niðan í løgtingið, tí har hongur so óalmindiliga nógv uppi í, argumenterar Kári P. Højgaard. Landsstýrismálanevndin hev­ur sum nevnt víst á, at lands­stýris­maðurin eigur at leggja allar upplýsingar fyri løgtingið. Spurdur, hví hann so ikki gjørdi tað, um neyðugt við sínum egnu við­ merk­ing­um afturat, svarar Kári P. Højgaard: - Tað, sum eg velji at gera, er at geva løgtinginum eitt svar, sum eg meti vera realistiskt, og sum eg kann standa inni fyri. Spurningurin varð ikki sett­ur til Landsverk, men til landsstýrismannin. Tað er lands­stýrismaðurin, sum skal standa til svars fyri teir upplýsingar, sum givnir verða. Trúarspurningur Landsverk er sum stovnur sak­kunn­leiki, bein­leiðis und­ir Inn­lendi­s­mála­ráð­num. Tí var tað eisini natúrligt hjá Kára P. Højgaard at spyrja Lands­ verk um ráð, tá hann fekk ein fyri­spurn­ing um tunn­l­ar. Men hin­veg­in metir lands­ stýris­maður­in tað ikki vera hvørki natúrligt ella sjálv­sagt, at svarið frá Lands­verki eisini skuldi brúkast til nak­að. - Tað sum eg útgreinaði í mínum svari var júst, hvørj­ ar fortreytirnar vóru, og hvat kundi ávirka rentu­ sat­sin. Til dømis vita vit, at BankNordik metir, at til ber at læna fyri rentu á umleið fimm prosent, um verandi undir­sjóvartunnlar verða sett­ið í veð. Men tað er so ein spurn­ingur um trúgv ella van­trúgv. í hesum førinum skal eg standa inni fyri tí svari­num, sum fer út. Og tí er tað mítt svar, sum fer nið­ an, sigur Kári P. Højgaard og heldur fram: - Eg sigi bara, at tað svar­ ið, sum kom aftur frá Lands­ verki, var ikki eitt svar, sum eg kann geva víðari. Eg kann ikki standa inni fyri, at tað blív­ur millum 1,6 og tríggjar milliard­ir dýrari. Tað kann eg ikki svara, tí eg haldi ikki at tað er samsvarandi veru­ leik­an. Har eru nakrar spæli­ regl­ur inni, sum eisini eru týdn­ingar­m­iklar í samband við váða og annað. Tí av­ spegl­ar eitt sovorið svar ikki veru­leik­an, sigur Kári P. Høj­ gaard. Landsstýrismaðurin valdi tí ikki at brúka svarið frá Lands­verki sum annað ella meira enn ein vegleiðing, ið hann tá avtornaði valdi ikki at brúka. - Tað er lands­stýris­mað­ur­ in, sum hevur alla ábyrgdina av svarinum frá aðalráðnum, og tí skal hann eisini seta síni fingramerki á svarið. Og svarið má vera tað svar, sum landsstýrismaðurin trýr er tað rætta, sigur Kári P. Højgaard. Fund­urin í Lands­stýris­ mála­nevnd­ini skuldi upp­ runa­liga vera mikudagin, men er útsettur til hósdagin. jonbrian@sos.fo Kári standa skúlarætt: Eg havi einki skeivt gjørt Landsstýrismálanevndin vil hava at vita, hví landsstýrismaðurin tvíheldur um at tunnilssáttmálin skal vera loyniligur, og eisini skal landsstýrismaðurin svara fyri, hví hann ikki lat løgtinginum upplýsingar frá Landsverki, tá hann svaraði einum fyrispurningi um Eysturoyartunnilin. Sjálvur metir Kári P. Højgaard seg einki skeivt hava gjørt FAKTA Hetta fekk løgtingið ikki at vita 17. juni settu Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen ein grein-52 fyri­ spur­ning til landsstýrismannin í innlendismálum um privatu tunnils­ æt­lan­ina. Landsstýrismaðurin svaraði 1. juli, og valdi hann tá ikki at brúka upplýsingar, hann hevði fingið frá Landsverki. Upplýsingarnar frá Landsverki gjørdust tí ikki almennir fyrr enn Sosialurin bað um innlit í málið. Vit prenta her tær viðmerkingar, sum Landsverk sendi lands­stýris­manninum, men sum ikki vunnu vegin fram til løgtingið. Við­merk­ing­ar­nar eru skrivaðar við kursiv 4: Hvussu nógv kemur tað at kosta eyka fyri føroyska sam­ felag­ið árliga, tá eitt privat felag skal hava vinning av fígging og rakstri – í mun til um landið sjálvt stóð fyri arbeiðinum? Til spurning 4 er at siga, at nýggjar útrokningar hjá Landsverk við dagførdum tølum og neyvari útrokningar vísa, at rentumunurin við at lata eitt privat felag eiga, fíggja og reka undirsjóvartunnilin er minst 7%. Í tølum svarar hetta til ein meirkostnað millum 73-116 mió. kr. árliga til undirsjóvartunnilin er útgoldin um 30 ár. Hetta svarar til ein samlaðan meirkostnað uppá tilsamans 1,9-3 mia. kr ella 1,4- 2,3 mia kr. í nútíðarvirði, um tunnilin verður á privatum heldur enn almennum hondum 5: Heldur landsstýrismaðurin tað vera rímiligt, at föroyski brúkarin skal gjalda ein stóran eykakostnað í avkasti til útlendsk, privat ílögufelög til tess at brúka föroysku landsvegirnar? Haldi at fyrsti setningurin er óneyðugur tí talan er um ein útlendskan privat­veg í Føroyum. Eisini má dentur leggjast á, at allar avleiddu verk­æt­lan­ir­nar, sum als ikki geva meining uttan ein tunnil, eru al­ menn­ar. Til váðan er at siga at vit meta eins og tit, at váðin at byggja er tann sami fyri privat og alment, tó meta vit at hann kann avmarkast nógv í byrjunarfasuni við góðum undankanningum. Men rakstrarváðin er størri hjá tí privata. Argumentið fyri tað er at Ferðsluváðin er í út­ gangs­støði­num tann sami, men um hædd verður tikin fyri at tað al­men­na kann stýra samlaða infrakervinum, so er váðin størri hjá tí privata. Fíggingarkostnaðurin er størri hjá tí privata enn hjá tí almenna tí lán­ veit­arin krevur eykakostnað fyri váðan. Hesin váðin er annars neyvt knýttur at hvussu sáttmálin er settur saman. Um t.d. møguleiki er at leing­ja sáttmálan ella ongar bindingar eru á prísásetingini fyri ferðslu­na, á ferðaprísinum o.s.fr., so fellur váðin munandi og harvið fígg­ing­ar­kostnaðurin. Kostnaðarmunurin (rentan) millum privat og alment er settur saman av váða og avkasti. Trupult er at siga hvussu stórur partur av upphæddini er hvat, tá man ikki hevur innlit í sáttmálan. FAKTA - brot úr lógini um ábyrgd landsstýrisins § 5. Løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara. Stk. 2. Ásetanin í stk. 1 er eisini galdandi, um so er, at løgmaður ella landsstýrismaður gevur løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella um hann, tá løgtingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum. TÍÐINDI