Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. august 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. august 2013 · Nr. 92 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Rannvá G. Fossaberg Hetta vikuskiftið fer ein rúgva av fólkum til Nóls­oyar á ovastevnu, sum í ár kann hátíðarhalda tey 20 árini, stevnan hevur á baki. Ova­ stevna hevur verið støð­ugt vaksandi, og seinastu árini hava útvið 5000 stevnu- gestir ferð­ast um Nólsoyar­ fjørð fyri at taka lut í stevn­ uni. Hóast endamálið við stevn­uni framvegis er tað sama sum fyri 20 ár­um síðani, og nógv fólk kemur á stevnuna, so hava nólsoy­ing­ ar enn ikki fingið ein svimji­ hyl í bygdina. – Vit skipa framvegis fyri stevnuni við tí fyri eyga, at savna pengar til svimjihylin. Eingin ivi um tað. Men stevn­ an er blivin dýrari og dýrari, vit hava keypt ymiskt til stevn­una, og tí leypur lítið av peningi av, sum vit kunnu brúka til svimjihylin, sigur Unn Sørinardóttir, sum hev­ ur sitið í stuðulsnevndini síð­ ani 2007. Hon vísir á, at nólsoyingar droyma framvegis um svimji­hylin, men sjálv ivast hon í, um og nær hylurin kemur. – Í mínum høvdi er ætlan­ in við svimjihylinum ikki heilt realistisk, tí eg ivist í, um vit nakrantíð røkka tí peninga­upphæddini, sum krevst fyri at gera hylin. Skal hylur­in gerast realitetur, mugu vit skipa fyri fleiri til­ tøk­um, sum geva nógvar pengar, og tað hava vit ikki møgu­leika fyri, sum nú er, sigur Unn Sørinardóttir. Altíð verið ein success Fyrsta ovastevnan bleiv hild­ in í 1994. Stevnan var ikki eins stór og væl fyrireikað, sum hon er í dag, men hon hilnaðist væl. – Tað var alt meira spon­ tant tá, og hóast talan var um eina lítla stevnu, lokk­ aði hon nógv fólk út til Nólsoyar. Eg haldi meg kunna siga, at hon bleiv ein success alt fyri eitt og hevur verið tað líka síðani. Til fyrstu stevnuna var kabaret, dansur, og felagssangur, sum eisini hevur verið partur av ovastevnu hvørt ár síðani, sigur Unn Sørinardóttir og heldur fram: – Av tí at fyrsta stevnan gekk so væl, valdi nevndin at halda fram við at skipa fyri ovastevnu og stíla fyri til­tøkum av ymsum slag, tað vikuskiftið stevnan er, greiðir Unn Sørinardóttir frá. Hon heldur, at nólsoy­ing­ um dámar væl, at oygg­in fær veruliga innrás av stevnu­ gestum tað eina vikuskiftið í august mánaði, tá ovastevna er. – Sjálvandi er stevnan broytt øll hesi árini, tí hon er blivin so stór eftirhondini, men fyri okkum nólsoyingar, skal ovastevna altíð vera ein bygdastevna við til dømis tivoli, tombola og dansi. Høvdu innsavnan í 80unum Hóast fyrsta stevnan bleiv hildin í 1994, so fóru nólsoy­ ingar undir at savna pengar til ein svimjihyl longu seinnu helvt av 80unum. – Stutt eftir at Ovi doyði, bleiv ein nevnd mannað, sum skuldi fáa pengar til vega til svimjihylin. Tann nevnd­in skipaði fyri nøkrum stór­um tiltøkum og skipaði mill­ um annað fyri stórdansi í Gunda­dalshøllini, sum gav rættiliga fitt av pengum. Eis­ ini sigldi Jóannes Andreasen í eini song til Hetlands, og pengarnir, sum komu inn, fóru somuleiðis til svimji­hylin, fortelur Unn Sørinardóttir. Í mai mánaði í 1999 kundu nólsoyingar loksins fara undir tað fyrsta arbeiðið við svimjihylinum. Ætlanin var tá at gera alt betongarbeiðið. – Tað arbeiðið bleiv ongan­ tíð liðugt, tí pengar restaðu í. Nevndin hevði brúkt beint yvir hálvaaðru millión í 2000, og tá var als einki eftir, sigur Unn Sørinardóttir. Hon vísir á, at hóast betongarbeiðið so at siga stendur í hálvum gekki, merkir tað ikki, at alt er farið fyri skeyti. – Tað haldi eg ikki, mann kann siga. Støðan er bara tann, at í verandi løtu hava vit ikki pengar til at gera betong­ar­beiðið liðugt og ann­ars arbeiða víðari við svimji­hylinum. Nólsoyingar droyma enn um svimjihyl – At savna pening inn til svimjihylin hevur víst seg at vera ein torfør uppgáva, tí hylurin er ov dýrur í mun til tað, vit megna at savna saman. Men ætlanin er avgjørt ikki slept. Tað sigur Unn Sørinardóttir, forkvinna í stuðulsnevndini fyri svimjihyl í Nólsoy. Um vikuskiftið verður ovastevna í Nólsoy fyri 20. ferð