Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. august 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 14. august 2013 · Nr. 92 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Ovastevnan doyr ikki út Tað gerst alsamt meira trupult at fáa fólk at vitja tær ymsu bygdastevnurnar, sum eru kring landið um summarið. Men tann trupul­ leikan kenna fyri­reik­arar­nir av ova­stevnuni einki til. – Tað tykist, sum fólk ikki tíma at fara á stevnurnar longur, men tann gongdin hevur ikki verið í sambandi við ova­stevnu, tí áhugin fyri stevn­uni gerst størri fyri hvørt ár, sigur Unn Sørinar­ dóttir, sum tó ikki dugir at siga orsøkina, til at ova­ stevnan hvørt ár megnar at fáa fleiri túsund fólk til Nólsoyar. – Eg veit ikki heilt, hvat tað er, sum ger, at ovastevnan bara gerst størri, meðan fleiri av hinum bygdastevnunum hava trupult at fáa stevnu­ gestir. Kanska er tað tað, at ovastevnan ikki er broytt stórvegis hesi 20 árini, hóast talið á stevnugestum hevur verið støðugt vaksandi, held­ur Unn Sørinardóttir og heldur fram: – Ikki tí, onkrar broytingar eru farnar fram, tí nú selja vit øl og spennandi mat til stevnugestirnar, og eisini er tivoli-parturin blivin meira spennandi. Men vit royna at halda fast í, at ovastevna skal vera ein bygdastevna og ikki ein stórur festivalur, sum vit annars kenna frá øðrum støðum í Føroyum. Royna nýtt konsept Tað er tó eingin loyna, at stóru konsertirnar og festivalarnir, sum eru í Føroyum, hava ávirkan á ovastevnuna. – Tað er einki at ivast í, at fólk seta størri og størri krøv til tey tiltøkini, tey fara til, og tað ger sjálvandi eisini nakað við stevnuna hjá okkum í Nólsoy. Ovastevnan skal fylgja við rákinum, men skal halda fram við at vera tað, hon er – ein bygdastevna. Har­afturat er umráðandi, stevnan er fyri øll, og tískil skal tað ikki gerast ov dýrt hjá fólki at koma út á stevnuna, sigur Unn Sørinardóttir. Sum nakað nýtt hava fyrireikararnir í ár valt at gera ein stóran part av bygdar­økinum til innhegnað stevnu­øki. – Í ár royna vit eitt nýtt kon­sept, har fólk skulu gjalda 200 krónur fyri at sleppa inn á stevnuøkið, og fyri ta upp­hæddina kanst tú fara í dans, á konsert, í tivoli og so framvegis. Hesin leist­ urin er lættari fyri okkum fyrireikarar, men eisini bílig­ari fyri gestirnar, metir Unn Sørinardóttir og leggur afturat: – Harafturat skuldi stuðuls­nevndin á henda hátt fingið meira burturúr fíggjar­ liga, soleiðis at arbeiðið at gera svimjihylin av álvara kann takast upp aftur, sigur Unn Sørinardóttir. rannva@sosialurin.fo Tað tykist, sum fólk ikki tíma at fara á stevnurnar longur, men tann gongdin hevur ikki verið í sambandi við ovastevnu, tí áhugin fyri stevn­uni gerst størri fyri hvørt ár – Sjálvandi er stevnan broytt øll hesi árini, tí hon er blivin so stór eftirhondini, men fyri okkum nólsoyingar, skal ovastevna altíð vera ein bygdastevna við til dømis tivoli, tombola og dansi, sigur Unn Sørinardóttir Mynd: Álvur Haraldsen