Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. august 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 14. august 2013 · Nr. 92 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Byrjar 16.sept. 2013 Vinnu kaVaraskeið faroedive@faroedive.fo • tel. 218929 Commercial Diver Training Facility Sosialurin 341800 Tórshavnar kommuna Tórshavnar kommuna er høvuðsstaðarkommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini. Vit leggja stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava ein nútímans leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo www.torshavn.fo Barnaverndartænastan í Tórshavnar kommunu søkir eftir familjuráðgeva til eitt fast starv, 30 tímar um vikuna, frá 1. okt. 2013 ella eftir nærri avtalu. Familjuráðgevingin er partur av barnaverndar- tænastuni á sosialu deild. í barnaverndartænastuni starvast familjuráðgevarar, sosialráðgevarar, skrivarar og sálarfrøðingur. Arbeiðið í barnaverndar- tænastuni verður framt í tøttum samstarvi millum ymisku fakbólkarnar. Umframt at samstarva innan- hýsis hevur barnaverndartænastan nógvar aðrar samstarvspartar, t.d. skúlar og stovnar sum á ein- hvønn hátt hava samband við børn. Familjuráðgevararnir hjá Tórshavnar kommunu arbeiða undir § 15 í barnaverndarlógini. Arbeiðs- uppgávurnar eru m.a. at ráðgeva og stuðla familjum, sum hava trupulleikar av ymiskum slag, at ráðgeva og vegleiða um foreldraleiklutin og um tørv og menning hjá einstaka barninum. Vit kunnu bjóða • Eitt avbjóðandi og spennandi starv • Møguleika fyri fakligari og persónligari menning • Eina vælvirkandi deild har samanhaldið er gott og har strembað verður eftir, at fakliga støðið og tænastustøðið er høgt Førleikakrøv • Námsfrøðingur ella líknandi útbúgving • Viðkomandi eftirútbúgving Harumframt ynskja vit ein familjuráðgeva sum: • Hevur góð samstarvsevni, men eisini kann arbeiða sjálvstøðugt • Er empatiskur, harmoniskur og fl eksibul • Kann arbeiða undir trýsti • Hevur góðan skriviførleika • Hevur Marthe meo útbúgving ella vilja til at taka hesa útbúgving Setanarviðurskifti Starvið er lønt eftir sáttmála millum Føroya Pædagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Umsókn Umsókn við prógvum, cv og evt. viðmælum, skal sendast til Tórshavnar kommunu postrúm 32, FO-110 Tórshavn ella til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 23. august 2013. Merkið umsóknina Familjuráðgevi. Samrøður verða í viku 35. Meira fæst at vita Ynskir tú at vita meira um starvið ber til at seta seg í samband við Eyðfríð L. Jacobsen, leiðara á sosialu deild, telefon 302060 ella eydfridj@torshavn.fo. Onnur leys størv í Tórshavnar Kommuna – Lesið meira á www.torshavn.fo Sosialráðgevarar – Barnaverndartænastan Umsóknarfreist 19.08.2013 Familjuráðgevi til barnaverndartænastuna Sosialurin 341800 fyrst og fremst www.in.fo