týsdagur 13. august 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. august 2013 · Nr. 92
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hósdag 15. aug.
Høsnarungabringa
Nakkaflak • Knettir
Fríggjad. 16. aug.Lasagna • Rullisteik
Rísrættur
v. svínakjøti
Leygard. 17. aug. FK búffur
Mánad. 19. aug. Fiskafrikadellur
Karribollar
Týsdag 20. aug.
Grýturættur
Stoktur medistari
Mikudag 21. aug. Stoktur fiskur
Kjøtfrikadellur
Matskráin hesa vikuna
Matstovan í Hoyvík
Tel 660058
Frítt internet í matstovuni í Hoyvík
MentaMálaráðið
Lønarfulltrúi til
Fólkaskúlan
Starvið:
Mentamálaráðið sóknast eftir ágrýtnum og
dugnaligum lønarfulltrúa fyri fólkaskúlaøkið.
Lønarfulltrúin fyri fólkaskúlaøkið er staðsettur á
Stýrisdeildini í Mentamálaráðnum, og er leyst at
søkja til setanar 1. oktober 2013.
Virkisøkið er at hava ábyrgd av lønar- og
setanarviðurskiftunum hjá fólkaskúlalærarum, t.e.
umleið 700 lønmóttakarar í umleið 47 fólkaskúlum.
Vit bjóða:
Arbeiðið fevnir um allar vanligar fyrisitingarligar
uppgávur, umframt alt dagligt skrivligt og munnligt
samskifti við skúlaleiðslunar við ráðgeving um
virksemisætlanir hjá einstøku lærarunum og
heildarætlanini fyri skúlan.
Uppgávurnar hjá lønarfulltrúanum eru sera
týdningarmiklar bæði í samskiftinum við skúlarnar
og Føroya Gjaldstovu, ið er lønaravgreiðsla fyri allar
læraralønirnar.
Førleikar:
Vit vænta okkum, at umsøkjari hevur
• viðkomandi útbúgving, t.d. skrivstovuútbúgving
ella miðallanga útbúgving
• royndir, serliga innan fyrisiting og at arbeiða við
smálutastýring
• góðan teldukunnleika og kunnleika til mál, serliga
føroyskt.
Tú skalt kunna taka ábyrgd av økinum, vera fleksibul
í tilrættaleggingini av arbeiðsuppgávunum og –tíðini,
og skjótt kunna seta teg inn í nýggj viðurskifti,
tí í flestu førum verður tú einsamøll/einsamallur
um uppgávuloysnina. Eisini skal tú samstarva í
arbeiðsbólkum o.l.
Dentur verður lagdur á, at tú ert tænastusinnaður,
fyrikomandi, hevur gott yvirblikk og góð samstarvs-
og samskiftisevni, dugir at arbeiða við teldu, ert
talkønur og neyvur við detaljum. Tú kemur at arbeiða
við skúlaforskipanini (telduforrit), lønarsáttmálum og
FSL- skipanini hjá Føroya Gjaldstovu.
Arbeiðsøkið er í høvuðsheitinum:
Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitinum at
hava ábyrgd av skúlaforskipanini í sambandi við
lønarviðurskifti hjá fólkaskúlalærarunum og tí, ið
hevur tilknýti til hetta, t.d. ársverkinum herundir
virksemisætlanum fyri lærarar/skúlar. Harumframt
liggja aðrar uppgávur sum málsviðgerð, ávísing av
endurgjaldi o.a.
Setanar- og lønarviðurskifti:
Starvið verður lønt sambært avtalu millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Frá 1. oktober 2013 til árslok verður møguleiki hjá
tær at starvast saman við núverandi lønarfulltrúa.
Um tú metir teg føran fyri at røkja hesa uppgávu,
vilja vit fegin hava eina umsókn frá tær til starvið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til
Olaus Jespersen, deildarstjóra, tlf. 55 50 45.
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV o.ø.
skal sendast til Mentamálaráðið, Hoyvíksvegur 72,
postboks 3279, 110 Tórshavn ella sum teldupost til
mmr@mmr.fo.
Umsóknin skal verða Mentamálaráðnum í hendi í
seinasta lagi mánadagin 19. august 2013, kl. 12.00.
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppávu at fyrisita
undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur
viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.