Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-13, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. august 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. august 2013 · Nr. 92 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rógvi Thomsen Seinastu 20 – 30 árini er stovns­liggeranin av barn­ dómi­num í Føroyum vaksin við risafetum. Hetta hevur eisini havt við sær, at børn­ ini í mestan mun sita inni og læra. Tað eyðkennir menn­ingina og læringina hjá teimum. Ístaðin fyri at læra av lívinum, læra tey um lívið. Men tað at læra um gerst ofta øgiliga skjótt minni hugaligt og stuttligt hjá børnunum, soleiðis, at lær­ing­in verður merkt av tvings­ligi og er ónattúrlig, saman­borið við at læra av. Í vár setti løg­tings­kvinn­an, Gun­vør Balle, Bjørn Kalsø, lands­týrismanni í menta­ mál­um, ein fyri­spurn­ing um forskúlar. Í svari sínum sigur Bjørn Kalsø m.a.: Mentamálaráðið hevur gjørt upp­skot til kunngerð um skip­an og læring í forskúla. Kunn­gerðin hevur heimild í § 4, stk. 4 í fólkaskúlalógini. Har­umf­ramt eru í §§ 10 og 18, stk. 3 í fólkaskúlalógini áset­ingar um innihaldið í for­skúlanum, samstarv mill­ um lærarar og pedagogar og dagliga undirvísingartíð hjá næm­ingum í forskúlaflokki. Kunngerðin verður roynd­ar­koyrd í løtuni, í sam­ band við teir forskúlar, sum eru. Ávegis eftirmeting hev­ ur verið, og onkrar dag­før­ ing­ar eru gjørdar, so kunn­ gerðin kann verða sett í gildi. Ætlanin er at lýsa kunn­ gerðina seinni í ár. Løgtingið 10. apríl 2013 Nú veit eg ikki, hvussu nógv hava hoyrt um hesa royndar­ æt­lan; eg fylgi hampiliga væl við á økinum, og hetta var fyrs­tu ferð, eg hoyrdi roynd­ ar­ætlanina gretta. Skúlaárið 2010 setur Eystur­ kommuna á stovn ein for­ skúla­flokk. Í november 2010 send­ir Mentamálaráðið eina for­skúla­kunngerð, dagfesta 27. november, til hoyringar. Kunn­gerðin fekk eina ógvu­liga kaldliga móttøku, m.a. Kommunusamskipan Før­oya viðmerkti, at upp­ skotið til kunngerð vil, at kommunurnar skulu gjal­da forskúlan, meðan Menta­ mála­ráðið skal valda. Hetta vildu stóru kommun­ur­nar undir ongum um­støð­um ganga við til. Heldur ikki Pedagogfelagið vildi kenn­ast við hana av pedagog­isk­um or­søkum og fyriliti. At talan var um eina roynd­ar­verk­ætl­ an, sæst ongastaðni. Týsdagin, 1. februar 2011, eru kommunufeløgini á fundi við Mentamálaráðið um for­ skúla­kunngerðina. Har sigur landsstýriskvinnan, Helena Dam á Neystabø: “Kunn­gerð­ in er einans ein stað­fest­ing av praksis”. Men stað­fest­ing av hvørjum praksis? For­ skúlin hevur í november 2010 verið virkin í góðar tríggjar mánaðir, tað tykist í so lítil praksis, at staðfesta nakað sum helst út frá. Tann valdi skúlin at staðfesta praksis út frá, er heldur ikki serliga umboðandi fyri skúla­verkið í Føroyum. Hetta er ein lítil skúli við flokkum til og við triðja flokk. Tað gev­ur nakr­ar heilt serstakar um­ støð­ur, ið kunnu vera bæði góð­ar og vánaligar. Men sigur alment einki um alt før­oyska skúlaverkið. Útvið 90% av øllum næmingum í Før­oyum ganga í skúlum við fram­haldsdeild, t.e. stórum skúl­um. Aðrir skúlar hava eisini forskúlar, umframt, at dagstovnarnir í fleiri ár hava havt skúlabólkar til tey 6 til 7 ára gomlu við góðum úslitum. Kunngerðin verður rætti­liga nógv broytt eftir hoyringina, og á vári 2011 verður ein nýgg­ja for­skúla­ kunngerð gjørd, tann kunn­ gerð­in, lands­stýris­maðurin vísir til, er frá jóansøku 2013. Læra vit betur við at verða undirvíst fyrr? Kendi danski profesarin í útv­ikl­ings­psykologi­, Dion Sommer, sigur í eini sam­ røðu við Børn & Unge Nr.: 15, 2010:“Um tað er nakar, sum heldur, at børnini verða betur fyrireikað til at ganga í skúla við at byrjað verður tíðliga við skúlakendum aktivite­tum, so tekur mann stór­liga feil. Stýrd, skipað lær­ing tíðliga í lívinum hjá børn­um er spill av tíð, vísa stór­ar altjóða kanningar. Børn um trý til fýra ára aldur kunnu væl læra bæði bók­ stav­ir og tøl. Tað hevur eitt stutt­tíðarárin, men ikki po­si­ tiv langtíðarárin. Kann­ing­ar vísa , at hesi bør­n­ini klára seg verri enn hini, tá ið tey koma í skúla. Teirra hugburður mót­vegis skúlanum er meira nega­tiv­ur, tey eru minni krea­tiv og meira stúrin fyri roynd­um. Í nógvum londum byrjar skúla­gongdin fyrr enn hon ger í Danmark, t.d. í Franka­ ríki. Men sum frálíður, eru fronsku børnini ikki betri fyri, enn tey donsku. Tá ið tey koma í studentaskúla, eru tey ikki dugnaligari fak­liga enn tey donsku og tey klára seg ikki betur í t.d. Pisa­kann­ ing­unum. Hinvegin, so eru tey nógv minni kreativ, og tey halda tað ikki vera stutt­ ligt at ganga í skúla”. Men hvat er tað so, ið ger, at vit eru so upptikin av for­skúl­ um og av, at børnini skulu hava skipaða læring fyrr, tá ið einki bendir á, at tað hevur nøkur positiv úrslit við sær - og í veruleikanum bara er stuldur av barndóminum hjá børnunum? Hjá mongum ljóðar tað jú sum ein sjálvfylgja, at jú fyrr, vit fara undir skipaða undir­ vís­ing, jú betur verða vit fyri. Men tíanverri, so er tað so­ leið­is, at tað passar ikki. Men kortini er tað á hesa rang­hugsan, nógv av okkara fat­an av, hvat er best fyri børn­ini, er grundað á fyri tíð­ina. Globaliseringin trokar á og ávirkar okkum, vit saman­ bera okkum við onnur lond, t.d. Kina, og børnini gerast ein lutur og eitt amboð í strem­ban­ini eftir at gera okkum meira kappingarfør. Hetta hevur so leitt til hugs­ an­ina um, at fyrr, byrjað verður at undirvísa børn­ unum, longri røkka tey í sam­felagnum. Hetta er ikki vísundaliga grundað ella grundað á royndir, men er bara nakað, mann held­ ur. Og gerst ofta partur av súmbolpolitikkinum í polit­ isku skipani, sum prógv fyri, at skúlin verður tikin í álvara. Veruleikin er so, at tað er akkurát øvugt. Kanningar hava aftur og aftur staðfest, at skúlakendir aktivitetir tíð­liga í lívinum hava við sær verri úrslit - eisini í sið­ bund­num lærugreinum, sum lesing, mál, støddfrøði, rokn­ ing, fysikk o.s.fr. Sosiali arvurin og vit – vitan kveistrað til viks Pisakanningarnar høvdu ta avleiðing fyri børnini al­ ment og skúlanum, at øgi­ lig­ur dentur varð lagdur á les­ing, umframt, at skúlin og børnini vórðu undirdíkt í mein­ings­leysum royndum í tíð og úrtíð. Tað er púra rætt, at kanningarnar vístu, at lesingin ikki var av tí fræg­asta. Tí kom henda ógvus­liga fokuseringin upp á lesing, ið hevur verið. Men kanningarnar søgdu so øgiliga nógv annað. Tað mest áhugaverda var, at tað var útbúgvingarstøðið hjá for­eldru­num - serstakliga mammu­ni - ið avgjørdi lesi­ før­leikan hjá barninum. Bara mamman hevði eina mið­náms­útbúgving ella vinnu­út­búgving, so vóru børn teirra betri lesarar, enn børn, ið høvdu eina mammu, ið bert hevði fólkaskúlan. Kanningarnar vísa, at fak­ ligu førleikarnir í øllum læru­greinum neyvt hev­ur samanhang við mentun­ar­ liga kapitalin hjá heiminum. Tað áhugaverda í hesum er, at tað er sosiali arvurin, ið skal brótast. Og hann bróta vit ikki – soleiðis sum Pisa­ kann­ingin varð tolkað – við at børnini fáa meira av tí sama. Skulu vit bróta sosiala arv­in í skúlanum, so gera vit tað við at skipa ein skúla, ið røkkur øllum. Á sama bógv­in bendir niðurstøðan í Pisakanningunum, at gent­ ur eru væl betur fyri enn dreing­ir, í skúlanum. Okkurt er, ið sigur okkum, at skúlin í stóran mun ikki er fyri øll - og als ikki fyri dreingir. Sjálvsagt er tað ikki so einfalt, at sosialur arv­ur kann brótast bara um skúl­ an. Har eru so nógv onn­ u­r viðurskifti runda­n­um, ið eisini skulu takast við: lívsvilkorini alment, bú­stað­ ur, arbeiði og møguleikarnir fyri at liva eitt virkið lív. Ser­stakliga hava vit ein trupul­leika í einligum for­ syrgjar­um, ikki tí tey eru ein­lig­ir forsyrgjarar, men tí at lívsvilkorini vit bjóða teim­um eru so vánalig. Hetta merk­ir so aftur børnini. Men dag­stovnurin og skúlin hev­ ur avgjørt ein leiklut í at bróta sosiala arvin. Tað løgna er so, at øll til­ mæli og vitan um læring og menning hjá børnum, eru vorðin kveistrað av borði­num til fyrimuns fyri súmbolpolitikk, og tí mann heldur seg vita, men ikki á ta vitan, ið er at­ kom­andi. Hetta eyðkennir hesa forskúlakunngerð og ”roynd­ina”. Soleiðis hevur eisi­ni verið í grannalondum okk­ara, mest Danmark. Men munurin er, at har er eitt kjak farið fram. Hjá okkum tykist tað, sum at tað mesta er farið fram í loynd­ um. Hyggja vit eftir kunn­ gerðini og royndini, so sæst, at stórur partur byggir á eina aveldaða fatan av, hvat læring er, lítið og einki fyri­ lit er fyri menningini hjá børnum og tað verður ikki grundað í einum sam­felags­ ligum samanhangi, hvussu sam­felagið hevur ment seg og hvat vit hava tørv á sum sam­felag. Í fullum álvara eru tað nøk­ ur, ið halda, at endamálið við­ dagstovnunum er at fyr­ ireika ­børnini til skúl­an. Ikki minst hetta er í and­søgn við gitnu Santiago-de­klara­ tión­ina, har um stórt­ hundr­að altjóða leið­andi út­vik­ lings­psy­ko­log­ar og granskarar ávara ímóti tí ráki, ið er, at sjálvt smá børn verða undirvíst utt­an fyrilit fyri vitanini um menn­ing og læring hjá børn­um. Dagsskráin tykist vera: hvat kann gera børnini meira skúlabúgvin ella at trygg­ja, at tey klára seg væl í Pisa- royndunum. Men hjá børn­unum sjálvum er tað av­ger­andi at tryggja sær eitt gott barna­lív. Og tað má eisini tíðargrein Leið meg út á villar víddir har lívið leika skal Ein forskúlakunngerð og ein forskúlaroynd Sjódregil fyri landi stendur, man til bøndur tala: "Tungligt er, tá undangongan endar aftur á hala." Grái táttur ella bóndatátturin, 1938 1. partur Seinni partur kemur fríggjadagin Hjá mongum ljóðar tað jú sum ein sjálvfylgja, at jú fyrr, vit fara undir skip­aða undirvísing, jú betur verða vit fyri. Men tíanverri, so er tað so­ leiðis, at tað passar ikki