týsdagur 13. august 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 14. august 2013 · Nr. 92
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
vera endamálið hjá okkum,
at tey fáa.
Hvør er so munurin á læring
og undirvísing? Tann mest
einfalda
lýsingin
er,
at
høvuðsmunurin er, hvør er
í sentrum: tann lærandi ella
tann undirvísandi. Læring
verður fatað sum strem
banin hjá børnum sjálvum
at ogna sær vitan og lívs
royndir, børnini eru aktiv,
og uppgávan hjá tí vaksna er
at leggja til rættis umstøður
fyri læring: at læra av. Børn
læra allatíðina. Undirvísing
er tann skipaða flytanin av
kunnleika frá tí vaksna til
barnið: at læra um. Barnið
kann læra av undirvísing,
men tað er als ongin trygd
fyri, at tað lærir nakað,
um tað fær undirvísing í
avmarkað tíðarbil.
Ein av fáu broytingunum í
kunngerðini frá 2013 í mun
til hana frá 2011, er hetta
brotið, ið er skoytt uppí § 3:
Innihaldið í undirvísingini
skal í minsta lagi fata um
grundstøði í: “undran, for
vitni og skapanargleði”. Nú
havi eg ongantíð hoyrt um
ella sæð pedagogiskar teori-
ir um at undirvísa í hesum.
Tað, sum ber til, er at skapa
grundarlag
fyri
einum
læriumhvørvi, har børnini
undrast, gerast forvitin og
kenna
skapanargleði.
At
undirvísa í tí, er beinleiðis at
oyðileggja gleðina við slíkari
læring. Men orsøkin til hetta,
er allarhelst tilgongdin hjá
teimum, ið hava snikkað
kunngerðina til, har hugsað
verður
undirvísing
og
ikki læring – og tað kann
vera ógvuliga stórur mun
ur á teimum báðum hug
tøkunum.
Royndararætlanin
-
Hvørji eyðkenni hevur
ein royndarætlan?
Á vári 2013 boðar menta
málaráðharrin so frá, at ein
royndarætlan hevur verið
í gongd, ið longu er vorðin
eftirmett. Í einum brævi,
dagfest 5. juli 2013, sigur aðal
stjórin í Mentamálaráðnum,
at kunngerðin frá 2010, varð
lagað til eftir hoyringssvaru
num, og síðani varð avtalað
við kommunurnar ”at ein
royndarskipan skuldi setast
í verk út frá uppskotinum til
kunngerð.” Ikki sæst nakra
staðni í teimum skjølum, eg
havi sæð, nøkur avtala við
kommunurnar.
Nú veit eg ikki hvat, Menta
málaráðið
leggur
í
eina
royndarætlan. Talan kann
í hesum førinum vera um:
Royndarundirvísing
ella
pedagogiskt
menningar
arbeiði. Eyðkent fyri slíkar
royndarverkætlanir er, at
ein pedagogisk hugsan, me
toda ella okkurt annað, ið
kvalitativt kann gera prak
sis
betur,
verður
roynt.
Eyðkent fyri bæði sløgini
av pedagogiskum royndar
arbeiði eru greið mál og
eftirmeting. Báðir hættirnir
eru grundfestir í vælroynd
um vísindaligum fatanum.
Annað eyðkenni er, at eftir
metingin verður gjørd av
fólki við serkunnleika innan
økið – vísundaliga grundað
– óheft av sjálvari royndini.
Spurningurin er so, hvat
slag
av
royndarvirksemi
hetta hevur verið? Tað er
ikki at taka munin ov
fullan at siga, at
tað er meira
enn trupult
at fáa eyga á nøkur greið
mál við royndini ella hvat
endamálið er við henni,
tíansheldur, hvat slag av
roynd hetta er.
Tó eru glottar. Í einum
brævi frá aðalstjóranum í
Mentamálaráðnum, dagfest
8. mai 2013, rivar eitt sind
ur: ”Endamálið við royndar
verkætlanini er at royna
uppskotið til kunngerð í
verki, at gera møguligar
ábøtur í uppskotinum og at
fáa til vega ítøkiligar royndir
við forskúla sambært upp
skotinum til skipan og lær
ing í forskúla”. Nøkur greið
lýsing av royndini sæst
ongastaðni ella hvussu hon
skal gjørgnumførast, skipast
og eftirmetast. Víðari verður
sagt:”Royndarverkætlanin
fataði í fyrsta lagi um skúla
árið 2011/12, ætlanin er m.a.
grundað
á
lesifremjandi
og handaligt virksemi, tal
fatan, rørslu og sang/tón
leik”. Hetta er burtur úr §
3
í
forskúlakunngerðini,
uttan
tað,
at
har stendur einki um nakra
lesifremjan, men: mál og
málmenning, ið ikki er heilt
tað sama, sum lesifremjan.
Leiðarin
í
forskúlanum
skuldi lata kommununi og
Mentamálaráðnum
eina
frágreiðing og koma við
tilmæliga um ábøtur og
broytingar.
Upprunakunngerðin frá 26.
november 2010, er í stóran
mun grundað á donsku:
Bekendtgørelse af 31. mars
2009 om undervisning i
børnehaveklassen.
Tann
útgávan, vit nú hava á
føroyskum,
frá
jóansøku
2013, hevur enn nógv av
donsku kunngerðini í sær;
men hon er ikki broytt til
tað betra, men er blivin enn
meira undirvísingarkend. Í
teirri donsku kunngerðini
stendur: “Sprog og udtryks
former”, tað er so í teirri
føroysku blivið til: ”Mál og
málmenning”. At tað so í
royndarætlanini er blivið til
lesifremjan, er bæði orsakað
av tí undirvísingarkendu
fatanini av læring, ið er
aftan fyri allan hugburðin í
kunngerðini, men eisini ein
klassisk føroysk misfatan
av danska orðinum udtryks
former, ið eisini er í teirri
føroysku
fólkaskúlalógini.
Udtryksformer vil siga:
nógvir
ymiskir
hættir at ogna sær
málið uppá, um
nógvar ymiskar
aktivitetir
og
um nógv pedagogisk amboð,
bæði emotionell og kogni
tiv. Í teirri føroysku fatan
ini er tað eintýtt blivið til
skipaða mannagongd fram
móti lesing. Tað er als eing
in ivi um, at eitt barn við
vælmentari málfatan áðr
enn skúlabyrjan, eisini fer
at læra meira í skúlanum,
tí at góð málfatan lættir
um læringina. Men, vit vita
eisini, at tann sosiali parturin
av læringini gongur fram um
tann intelektuellla partin
av læringini, so í byrjanini
skulu vit leggja dent á tann
sosiala og kensluliga partin,
heldur enn á tann kogitiva
ella intellektuella. Mál er eitt
sosialt samskiftisamboð, ið
er fortreytin fyri lesingini,
tað, ið gevur lesingini mein
ing. Allar royndir vísa, at
góðar umstøður fyri einum
fjølbroyttum læruumhvørvi
á dagstovninum – eisini tí
málsliga – er besta fortreytin
fyri lesingini seinni í lívinum.
At gera eina pedagogiska
royndarverkætlan
í
mun
til eina kunngerð, er bæði
ivasamt
og
margháttligt.
Tí ein kunngerð er ein fyri
sitingarlig lýsing av regl
um og innihaldi í einum
eventuellum forskúla, tað
er ikki nøkur pedagogisk
royndarætlan, men ein stað
festing av, hvussu myndug
leikin vil hava tað at vera.
Tað er mangt, ið bendir á,
at endamálið við royndar
verkætlanini
bert
hevur
verið
at
staðfesta
prak
sis, hvør hann so er. At
so er, vísir hetta skriv frá
Mentamálaráðnum dagfest
12. juli 2013 til Føroya Peda
gogfelag: “Tá skúlar fingu
játtað at seta forskúla á
stovn og eingin kunngerð
var, mátti annað gerast og
var uppskotið til kunngerð,
ið fór út til hoyringar tí nýtt
sum grundarlag undir verk
ætlanini. Staðfest verður, at
skipanin hevur virkað væl
og verður kunngerðin tí sett
í gildi.”
tíðargrein
Savnsmynd
Seinni partur
kemur
fríggjadagin