Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-13, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. august 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. august 2013 · Nr. 92 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í annaðkvøld, hóskvøldið 15. august, klokkan 19 fara Bjørn Kunoy, Dr. (løg­frøð­ing­ ur í Utt­an­rík­is­tæn­ast­uni) og Hans Elll­ef­sen, PhD í bú­skapi at greiða frá »Ó­semj­ur um býti av ferð­andi fiska­stovn­ um: Al­tjóð­a­rætt­ar­lig atlit” og “Betri mil­l­um­tjóða avtalur við spæli­teori.« Fundurin verður í Skúla­ num við Ósánna. Síðani verður eitt pall­borð mann­að av Kaj Leo Holm Jo­ hann­e­sen, løg­manni, Jacob Vestergaard, lands­stýr­i­s­ manni í fiski­vinn­u­mál­um, Sjúrður Skaale, fólk­a­tings­ lim­ur, Pól Huus Sólstein, stjóri í North Pelagic, Bjørn Kun­oy, utt­an­rík­is­tænastan og Hans Ellef­sen, PhD í bú­ skapi. Kjakast verður um makrel- og sild­a­stríði millum Føroyar, Ís­land, Norra og ES og høvi ver­ð­u­r at seta spurningar úr sali­num. Skrá fyri fundin FRAMLØGA 15-20 min. Dr. Bjørn Kunoy, løg­frøð­i­ ligur ráðgevi í Utt­an­rík­is­ tæn­astuni »Ósemjur um býti av ferð­ andi fiskastovnum: Al­tjóð­a­ rætt­ar­lig atlit« FRAMLØGA 15 – 20 min. Hans Ellefesen, PhD í bú­ skapi Betri millumtjóða avtalur við spæliteori Hann vardi fyri kortum PhD ritgerða á Sydansk Un­ i­vers­itet “Essays on Strategic Man­ag­ement of Shared Fish Stocks Applied to the Pelagic Com­plex in the North East At­lantic”, har hugt var at av­ tal­unum um pelagiskan fisk í Norðuratlantshavi, serliga um sild, makrel og svartkjaft. Fok­us­ið í ritgerðini er at hyggja at stabilitetinum av av­talunum, hvussu avtalur kunna gerast, ið halda yvir tíð. Panelborð: Kaj Leo Jóhannesen, løg­mað­ur Jacob Vestergaard, lands­stý­r­i­smað­ur í fiskivinnumálum. Sjúrður Skaale, fólka­tings­limur Pól Huus Sólstein, stjóri í NorthPelagic Bjørn Kunoy, uttanríkistænastan Hans Ellefesen, PhD Stórur kjakfundur um fiski­vinnu­pol­i­tikk­in Á Sjómannadegnum verð­ ur ein ”hættislig” renning á Føroya størsta aliringi. Runn­ið verður á sjálvum ring­inum. Verður runnið ov harðliga og verður tað skump­að, er møguleiki fyri at detta á sjógv. Renningin verður leyg­ ar­dag­in kl. 12.15. Teinurin er 160m. Aliringurin ligg­ ur á sjónum niðanfyri heil­sølu­na hjá Kjølbro og bát­ar fara at rógva inni í ali­ring­i­num. Eftir ætlan verður kapp­ingin millum aliøkir í Før­oyum. Aliringurin er 160 metr­ ar í ummáli og 60 met­ ur í diametur. Og av tí at ringurin er so mikið ’sver­ ur’, ber væl til at renna/ ganga á honum. Men ringurin er ikki ’sverari’ enn so, at tað ber til at detta av honum. Tískil kann man siga, at talan verður um eina renning, ið ikki er heilt vandaleys; ein hætt­islig rennikapping á Før­oya størsta aliringi. Tað er KJ-Hydraulik, sum stendur á odda fyri ring­i­num og sum eisini hev­ur gjørt hann. Re­n­n­i­kapp­ ing á Før­ oya størsta aliringi Á Sjómanndegnum verður eis­ini leitað eitt aftur í tíðina. Fram­sýning av gomlum ben­ sin-motorum og gomlum pá­ hang­ar­um frá 1932 og fram til 50’ini verður inni í timb­ ur­handl­inum hjá Borg. Hans Jørgin Nysted, sum stend­ur á odda fyri fram­ sýn­ing­in og sum eisini hevur verið við til at savna allar hes­ar serstøku motorarnar, sig­ur, at onkrir motorar eru heilt afturi frá tjúgunum. Allir rigga Hóast teir elstu motorarnir, sum tátta upp ímóti hundrað ár­um, rigga motorarnir. Tað kann ikki sigast annað enn, at mot­or­ar­nir vóru væl bygdir fyrr; tí nakrir av motorunum, sum Hans Jørgin hevur, hava lig­ið í fjøru ella á havsins botni væl omanfyri tjúgu ár. – Tað boðar frá góðsku. Ongin ivi er um, at timb­ ur­hand­ilin hjá Borg verður á­huga­verdur at vitja á Sjó­ mann­a­deg­num. Framsýningin byrjar leyg­ armorgunin kl. 10.00 og endar klokk­an 18.00 á kvøldi. Vælkoyrandi 100 ára gamal motorur Ein fastur táttur á Føroya Sjómannadegi er, at Grinda­manna­ fel­ag­ið vís­ir, hvussu hvalir verða skornir upp. Frásøgmaður greiður frá bæði á føroyskum og enskum. Hvalurin er úr grindini í Viðvík herfyri. Síðani Sjómannadagurin byrjaði,hevur stórur dentur verið lagdur á at varpa ljós á bestu skip og bátar í Før­oy­um. Í ár verður tað Alfred Olsen, løg­tings­ mað­ur, ið handar heiðurstekin.