týsdagur 13. august 2013síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. august 2013 · Nr. 92
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Nummar 175 á FIFA styrkilistanum Føoyar halda fram
við at detta niður á FIFA styrkilistanum. Nýggju listi er
komin út og vit er dottin eitt pláss aftur á 175. pláss.
Hetta í harðari kapping við Mauritus og Yemen. ellivu pláss
frammanfyro okkum liggja oyggjaleikavinnarnir, Bermuda.
fótbóltur landsdystur
Tróndur Arge
FIFA hevur júst kunngjørt
nýggjasta
styrkilistan
og
Føroyar halda fram við at
detta longur og longur niður.
Vit liggja nú nummar 175 av
207 fótbóltstjóðum. Tað ljóðar
løgið, tí eitt nú standa okkara
feløg seg væl í evropsku
kappinginum og vit spæla
ikki illa í landsdystunum.
Vit mundu enntá tikið minst
eitt stig frá Svøríki og enntá
Italia á Tórsvølli fyri ikki so
langari tíð síðan.
So hví liggja Føroyar
og rótað niðast á FIFA
styrkilistanum og kappast
við Mauritius og Yemen, og
mugu hyggja langt upp til
Bermuda á 156. plássi?
Orsøkin liggur í alt ov fáu
kappingarføru
venjingar
dystunum, sum føroyska
landsliðið spælir. Bermuda
vann fótbóltskappingina á
Oyggjaleikunum í ár. Bara við
at síggja brot úr tveimum av
dystunum hjá teimum er øll
um greitt, at føroyska lands
liðið er væl sterkari enn teir.
Hetta sæst tíverri ikki aftur
á FIFA styrkilistanum, sum
vísir eitt føroyskt lið, sum
ikki megnar at spæla upp
móti fleiri av hinum smá
tjóðunum.
Fyrr í ár tók Fótbóltssam
bandið so av at spæla móti
einum teilendskum lands
liðið, sum vit enn tann dag
í dag ikki vita hvat var fyri
nakað. Onkur vildi verða við,
at hetta var ein altjóða góð
kendur landsdystur, með
an onkur annar heldur seg
vita, at so var ikki. Talan var
hvørtfall ikki um eitt gott
avrik og heldur ikki um eitt
gott teilendskt landslið –
mannað við onkrum, sum
líkist einum U21 ella U23
landsliðið hjá teimum. Vit
taptu so dystin.
Landsdysturin
móti
Íslandi er eitt fínt átak,
sum helst fíggjarliga passar
báðum pørtum væl. Tað
kundi eisini verið skeg, um
íslendingar
eisini
komu
hendan
vegin
onkuntíð,
so føroysku áskoðararnir
kunnu síggja landsliðið hjá
sær í aktión uttan at talan er
um undankappingardyst.
Men ber tað ikki til at
spæla venjingardystir móti
øðrum smátjóðum og spenn
andi fótbóltstjóðum uttan
Íslandi?
Tað kundi jú hent seg, at
vit yvirhálaðu Oyggjaleika
meistararnar á FIFA styrki
listanum. Tað hevði sømt
seg, nú vit ikki tíma at lut
taka í fótbóltskappingini á
Oyggjaleikinum, tí vit eru ov
góðir.
Verjan – ongin Odmar
So hvat skulu vit vænta
okkum av landsliðnum í
Íslandi? Okkara helst sterk
asti miðverji, Odmar Færø,
er skaddur. Hann vónaði
at koma fyri seg til nýggja
kappingarárið í Forfar Atletic
í skotsku triðju deild. Tíverri
fyri hann og føroyka lands
liðið, so er skaðin blivin verri
aftur og tað er óvist nær
sterki miðverjin kann spæla
fótbólt aftur.
Um hugt verður eftir
hópinum, so er líkt til, at
Viljormur
Davidsen
og
Jónas Tór Næs spæla á bakk
unum, meðan tað verða
Atli Gregersen og Rógvi
Baldvinsson í miðverjuni.
Ein møguleiki er, at Pól
Jóhannus Justinussen spælir
á vinstra bakki, men tað er
ósannlíkt eftir fleiri misjøvn
avrik á tí plássinum. Heldur
reisti hann seg og spældi væl
á vinstra miðvøllinum móti
millum annað Svøríki.
Miðvøllurin – Ikki
Hallur, Fróða og Holst
Tað hevur ikki eydnast væl
við Fróða Benjaminsen og
Halluri Hansson á miðvøll
inum, tá triði maðurin er
Christian Lamhauge Holst,
sum tó ikki er við á ferðini.
Fróði og Hallur líkjast ov
nógv og hava mangan báðir
hug at fara eftir bóltinum, tá
rætta samansetingin heldur
hevði verið, at annars stóð
stinnur á verjukenda mið
vøllinum.
Tað er ongin ivi um, at
báðir eru framúr góður fót
bóltsspælarar og skulu helst
byrja inni, men tað tykist
hava størri týdning, at saman
setingin á miðvøllinum er
tann rætta.
Ein møguleiki er Heini
Vatnsdal, sum var besti spæl
arin í føroysku kappingini
fyrsta triðingin. Tá hevur
tú tríggjar mans, sum allir
arbeiða knallhart og vinna
sínar nærdystir. Hóast allir
hava evnir frameftir vøll
inum, so eru teir samanlagt
meiri verjukendir enn um
Christian L. Holst er inni.
Ein annar møguleikin er
Súni Olsen, sum tó hevur
givið avboð til dystin. Hann
gjørdi góðan mun í Írlandi,
men var minni góður móti
Svøríki og mátti fara av vøll
inum skaddur. Í hansara stað
er komin Karl Løkin, men tað
er heldur ósannlíkt, at hann
spælir nakran størri leiklut í
júst hesum dystinum.
Seinasti møguleikin er,
at geva flyta Jóan Símun
Edmundsson aftur á fram
rættaða miðvøllin. Hetta gev
ur tó helst somu støðu sum
við Holst á framrættaða mið
vøllinum, har tað ikki tykist
rigga so væl við Halluri og
Fróða aftanfyri.
Jóan Símun Edmundsson
arbeiðir helst harðari enn
Christian L. Holst, men Holst
hevur munin á bóltinum.
Hvørtfall tað vit hava sæð
á landsliðnum higartil. Við
tíðini verður Jóan Símun
ein natúrligur avloysari fyri
Holst á framrættaða miðvøll
inum.
Álopið – Her
má broyting í
So er álopið eftir. Og tað riggar
ikki serliga væl fyri tíðina.
Jóan Símun er einsamallur
Pílurin
peikar
skeivan veg
Meðan aðrar smærri tjóðir spæla nógvar innanhýsis
venjingardystir, so er einasti árligi venjingardysturin
hjá føroyska landsliðnum á skránni í kvøld í Íslandi.
Eitt land vit bara eina ferð hava vunnið á
Mikudagur 14. august
Ísland - Føroyar
Laugardalsvøllur