Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-13, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. august 2013síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 14. august 2013 · Nr. 92 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur maður á fremsta plássinum, meðan teir á vonginum ikki hótta nakað serligt. Stutt og greitt, so hevur samanspælið millum tríggjar teir fremstu ikki eydnast nóg væl í eina tíð. Tí kundi verið smart hjá Lars Olsen, at roynt okkurt nýtt. Ein møguleiki er at flyta Jóan Símun á annan vongin ella á framrættaða miðvøllin, fyri síðani at gera pláss fyri Arnbirni Hansen ella Pálli Klett­skarð sum fremsta manni. Kjakið, um Arnbjørn er rætti maðurin til landsliðið, fer nokk altíð at deila við­ haldsfólkini í tvey. Tað eru tey, sum halda at hann er ov dovin til landsliðsfótbólt, og so tey, sum vísa á at hann skorar tá hann spælir. Bæði fyri landsliðið og EB/Streymi í altjóða fótbólti. Símun Samuelsen, Daniel Udsen og vrakaði KÍ lið­skip­ arin, Hjalgrím Elttør, eru ikki við í Íslandi. Nógv bendir á, at Pól Jóhannus Justinussen heldur fast í sínum plássi vinstra vongi. So eru fýra mans um vongplássið í høgru. Teir eru Christian R. Mouritsen, Leif Niclasen, Kaj Leo Í Bartalsstovu og so Jóan Símun Edmundsson, Christian er uppleggjarin, Leif er maðurin, sum rakar málið, meðan Kaj Leo er undir­haldarin við spennandi bólt­før­leikanum. Jóan Símun er so maðurin, sum hevur takið á øllum, men eins væl kann spæla á onkrum av hin­ um plássunum. Tað stutta av tí langa er, at framrættaða spælið hjá okk­um hevur ikki verið nóg gott í eina tíð. Vit mugu finna eina samanseting, ið er meiri hóttandi enn tað vit hava sæð síðani Rógvi Jacobsen gavst. Tað er júst tað við skulu brúka ein venjingardyst og vónandi er Lars Olsen komin nærri svarinum um 23 tíðina í morgin, tá dómarin bríkslar fyri seinastu í 11. uppgerðini millum Føroyar og Ísland. trondur@sosialurin.fo Vunnið 1 av 10 Føroyska A-landsliðið hevur tíggju ferðir spælt móti Íslandi. Bara eina ferð hevur tað eydnast okkum at vinna. Tað var í 2009. Vit hava fleiri ferðir verið nær við javnleik, men hvørja ferð hevur Ísland hálað sigurin heim. Superliga spælara á U21 Føroyska U21 landsliðið hevur heilar tveir spælarar, sum til dagligt venja í donsku Superliguni. Sonni Ragnar Nattestad í FC Midtjylland og René Shaki Joensen í Brøndby IF. Tað ljóðar eisini, at Gilli Sørensen er á veg til AaB. fótbóltur landsdystur Myndir: FSF Íslendski hópurin: Málverjar: Gunnleifur Gunnleifsson, Breiðablik Hannes Þór Halldórsson, KR Verjuleikarar: Birkir Már Sævarsson, SK Brann Ragnar Sigurðsson, FC København Kári Árnason, Rotherham United Sölvi Geir Ottesen Jónsson, FC Ural Hjálmar Jónsson, IFK Gautaborg Ari Freyr Skúlason, OB Hallgrímur Jónasson, Sønderjyske Kristinn Jónsson, Breiðablik Jóhann Laxdal, Stjarnan Miðvallarar: Emil Hallfreðsson, Hellas Verona Helgi Daníelsson, CF OS Belenenses Rúrik Gíslason, FC København Birkir Bjarnason, Pescara Calcio Ólafur Skúlason, SV Zulte Waregem Jóhann Berg Guðmundsson, AZ Gylfi Þór Sigurðsson, Tottenham FC Framherjar: Eiður S. Guðjohnsen, Club Brugge Arnór Smárason, Helsingborg IF Kolbeinn Sigþórsson, Ajax FC Alfreð Finnbogason, Heerenveen Føroyski hópurin: Málverjar: Gunnar Nielsen, Motherwell Teitur M. Gestsson, HB Hans Jørgensen, HB Verjuspælarar: Jónas Tór Næs, Valur Atli Gregersen, Víkingur Erling Jacobsen, Víkingur Rógvi Baldvinsson, Bryne BK Pól J. Jústinussen, NSÍ Viljomur Davidsen, FC Fredericia Miðvallarar: Hallur Hansson, AaB Ålborg Fróði Benjaminsen, HB Karl Løkin, NSÍ Christian R. Mouritsen, HB Leif Niclasen, EB/Streymur Heini Vatnsdal, HB Kaj Leo Í Bartalsstovu, Víkingur Framherjar: Jóan S. Edmundsson, Viking Stav. Arnbjørn Hansen, EB/Streymur Páll Klettskarð, KÍ Málverjar: Kristian Joensen, NSÍ Hallgrím G. Hansen, ÍF Verjuleikarar: Bárður Hansen, Víkingur Rene S. Joensen, Brøndby IF Sonni Ragnar Nattestad, FCM Hørður Askham, B36 Andras Brixen Vágsheyg, NSÍ Pál Mohr Joensen, HB Beinir Ellefsen, AB Miðvallarar: Bogi R. Petersen, ÍF Rógvi Joensen, TB Eli Falkvard Nielsen, 07 Vestur Ivan Joensen, KÍ Framherjar: Árni Frederiksberg, NSÍ Gilli Sørensen, B36 Ari Ó. Ellingsgaard, ÍF Gunnar Zachariassen, EB/Str. Poul Ingason, TB Føroyski U21-hópurin: Sterkt írskst U21-landslið Tróndur Arge Meðan føroyska U21-lands­ liðið hevur spælt tveir dyst­ir í undankappingini, so hev­ur U21-landsliðið hja Írlandi bara spælt venj­ing­ar­dystir. Úrslitini hjá teimum hava hinvegin verið góð – Teir eru stórir og sterkir. Eru ótrúliga væl fyri kropsliga og eru vanir við at spæla í League One og League Two í Onglandi. Onkur hevur enntá royndir frá Premier League, sigur Bill M. Jacobsen, sum er U21 landsliðsenjari saman við Heðini Askham. Tað er heldur ikki utt­ an orsøk, at U21 lands­ liðs­venjarin er varin, tá hann tosar um írska U21 lands­liðið. Teir hava spælt tríggjar venjingardystir í ár. Allar hava verið móti stór­um fótbóltstjóðum og úrs­lit­ini hava verið á góðari leið. 6. feburar vunnu teir ikki minni enn 3-0 á Hollandi. Í mars mánaði spældu teir móti Portugal og taptu 2-1. Seinasti venjingardysturin var móti Danmark. Hann endaði við javnleiki 0-0. Ein av stjørnunum á írska U21 landsliðnum er Shane Duffy, sum hevur spælt fimm dystir fyri Everton í ensku Premier League. Ikki færri enn tríggir av teimum eru sáttmála­ bundnir í Aston Villa, með­ an onnur feløg, ið eru um­ boðaði í írska hóp­inum eru QPR, Watford, Birmingham, Wolverhampton og Black­ burn. Vit kunnu tí vænta okkum týpiskan bretskan fót­bólt frá íska U21-lands­ liðnum. Tað er við høgari ferð, nógvum longum bólt­ um og nógvum nær­dyst­ um. Onkir troyttir spælarar Føroyski U21-landsliðs­hóp­ urin líkist nógv tí sum var úttikin seinast. Kristian Joensen er aftur í málinum og spælir væntandi ein full­an dyst. Í verjuni eru Bárður Hansen, Rene Joensen, Hørður Askham og Sonni Ragnar Nattestad allir við. Faktist eru allir ellivu, sum byrjaðu inni móti Rumenia í flott 2-2 javnleik­ inum á Toftum fyrr í ár, við aftur hesaferð. Tí kundi verið líkt, at upp­stillingin kemur at líkjast nógv tí, sum hon gjørdi tann dagin. Munurin er tó, at fleiri av okkara spælarum hava spælt nógvar dystir í sein­ astuni. Summir hava spælt bæði í steypakappingini og í Evropa. – Vit spæla við øllum tí sum vit orka í fyrra hálv­ leiki, men so hava vit eyg­ uni við teimum, sum hava spælt nógv í summar. Helst koma útskiftingarnar at verða ávirkaðar av tí, sigur Bill M. Jacobsen.