Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-13, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. august 2013síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. august 2013 · Nr. 92 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HITalag avfall -5° 0° 5° 10° 15° 20° Mesti 14,3° 11° Hitin í dag Minsti hiti máldur 6,2° fyri august fyri august ––––––– 20 ––––––– ––––––– 40 ––––––– ––––––– 60 ––––––– ––––––– 80 ––––––– ––––––– 100 ––––––– ––––––– 120 ––––––– ––––––– 140 ––––––– ––––––– 160 ––––––– ––––––– 180 ––––––– 19 mm higartil Miðal: 10,3° í morgin fríggjadagin hósdagin lufttrýstið Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, um kvøldið minni vindur av suðri. Regn av og á og hitin millum 12 og 15 stig. Lot til andøvsgul av útsynningi og regn av og á, men um kvøldið yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 12 og 15 stig. Andøvsgul upp í ein strúk av vestri og ælingur, men um kvøldið minni vindur av suðri og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 12 og 15 stig. Veðrið leygardagin og sunnudagin: Gul til stívt andøvsgul av eystri og landnyrðingi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 10 og 14 stig. Síðstu nátt: Ein hátrýstryggur, 1014 hPa. yvir Føroyum fer eystureftir. Komandi nátt: Eitt lágtrýst, 991 hPa. vestanfyri Ísland stendur mestsum í stað og brúgvalagið haðani kemur móti Føroyum. Privatari enn aðrar Landingarmiðstøðin, sum Barið rekur í Havn og sum Landingarmiðstøðin við Toftagjógv nú rekur á Toftum, kunnu kanska sigast at vera meiri “privatar” enn aðrar landingarmiðstøðir í Føroyum annars. Vit kunnu siga, at aðrar miðstøðir kanska í størri mun eru knýttar at skipum, bátum og sølufeløgum, enn hesar báðar eru. Landingarmiðstøðin, sum Landingarmiðstøð Føroya rak í Klaksvík, hevur verið stongd síðan í mars, og í løtuni eru ikki útlit til, at henda letur uppaftur í bræði. Uppi í Landingar­ miðstøð Føroya er eisini landingarmiðstøðin á Toftum, sum eisini læt aftur í mars, men hendan læt uppaftur longu í apríl eftir avtalu við bústjóran, Eyðfinn Jacobsen, advokat. Á Tvøroyri gav landingarmiðstøðin eisini skarvin yvir, men her er tað eitt felag, sum Delta Seafood og Varðin varða av, sum rekur virksemið. vilmund@sosialurin.fo 5-10 m/s 7-12 m/s 2-7 m/s 8-13 m/s 5-10 m/s 2-7 m/s 12/15 °C 12/15 °C 12/15 °C Miðal 1961-1990: 10,5°C Miðal 1961-1990: 83 mm Vilmund Jacobsen Eftir avtalu við bústjóran og advokatin, Eyðfinn Jacob­ sen, hevur felagið Land­ing­ ar­mið­støðin við Toftagjógv rikið landingarmiðstøðina á Toft­um seinastu mánaðirnar. Tað var í mars í ár, at P/F Land­ingarmiðstøð Føroya gav skarvin yvir á Toftum og í Klaksvík, og hálvan apríl í ár læt Landingarmiðstøðin við Toftagjógv virksemið á Toft­um uppaftur. Tíðliga í summar var høvi eisini at bjóða upp á gøgnini hjá Landingarmiðstøð Før­ oya. Bjóðast kundi upp á øll gøgn undir einum - ella ser­ stakt upp á gøgnini ávikavist á Toftum og í Klaksvík. Aftan fyri felagið Landing­ar­miðstøðin við Tofta­gjógv, sum nú rekur virk­semið á Toftum, eru Rúni Lamhauge, sum er stjóri, Niclas Davidsen, sum er nevnd­ar­formaður, Per Mikkelsen, felagið Molva, sum Jóhannus M. Olsen og Poli Hansen eiga og landing­ arm­iðstøðin Barið í Havn. Bíða eftir svari Rúni Lamhauge, stjóri í Land­ingarmiðstøðini við Tofta­gjógv, sigur, at tá høvið var at bjóða einaferð tíðliga í summar, læt felagið boð inn til bústjóran upp á gøgnini á Toftum. Hóast rúm tíð er liðin síðan, hevur felagið ikki fingið nakað ítøkiligt at vita um, hvussu verður. Felag­ið veit heldur ikki, um onnur møguliga hava víst virk­ seminum á Toftum áhuga. - Nú tíðin er vorðin so long, og vit einki ítøkiligt fáa at vita, er spurningurin, hvussu leingi tað verður moti­verandi at reka virk­ semið. Vit ætla okkum at gera onkrar broytingar, men tað ber illa til, so leingi vit einki vita. Rúni Lamhauge heldur, at boðið, sum Landi­ng­ar­ miðstøðin við Toftagjógv hevur latið bústjóranum, er eitt rímiligt boð, og tí vóna teir, sum nú standa aftan fyri landingarvirksemið á Toftum, at okkurt fer at spyrj­ast burturúr. - Sum er, hongur land­ ingar­virksemið á Toftum eitt sindur í leysari luft, og tað halda vit vera spell, sigur stjórin, Rúni Lam­hauge. Landingarmiðstøð í leysari luft - Nú tíðin er vorðin so long, og vit einki ítøkiligt fáa at vita, er spurningurin, hvussu leingi tað verður motiverandi at reka landingarvirksemið á Toftum, sigur Rúni Lamhauge, stjóri - Vit ætla at gera onkrar broytingar, men tað ber illa til, so leingi vit einki vita, sigur Rúni Lamhauge, stjóri á Landingarmiðstøðini við Toftagjógv