hósdagur 15. august 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. august 2013 · Nr. 93
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vaknaðu til ringas
- Mín fyrsti tanki var, hví hon var soleiðis
litað. Men tá síggi eg, at hon er tað bera
blóð um allan kroppin, skorin eftir øllum
rygginum. Og so kom hann aftaná. Tað
sigur Essa Petersen, sum saman við konuni
Hervør vaknaði við kaldan dreym. Brádliga
vóru hjúnini miðdepil í einum knívdrama, ið
gekk fyri seg inni í teirra egna sovikamari
Jón Brian Hvidtfeldt
Tað var eitt vanligt leygar
kvøld heima hjá Essa og
Hervør Petersen. Hjúnini,
ávíkavist 64 og 65 ára gomul,
tóku sær av løttum og hugdu
eftir sjónvarpi.
– Vit tørnaðu inn stutt
fyri midnátt. Og jú, úthurðin
stóð óløst, eins og hon altíð
ger, greiðir Essa frá.
Síðani hetta leygarkvøldið
13.
juli
verður
úthurðin
hjá hjúnunum á Todnesi í
Norðdepli læst. Hvørt kvøld.
Hendingin tíðliga sunnu
morgunin 14. juli hevur sett
síni djúpu og greffligu sár í
nærumhvørvið í Norðdepli,
men eisini kring alt landið
vórðu fólk skelkað. Henda
morgunin vaknaði føroyska
samfelagið til tíðindini um,
at ein 18 ára gamal maður
hevði stungið fýra fólk við
knívi í Norðdepli. Talan var
um
óvanliga
ógvusligan
harðskap. Tey fýra fólkini
vórðu øll í skundi flutt við
sjúkrabili
til
Klaksvíkar
Sjúkrahús, tey høvdu mist
nógv blóð og høvdu tørv á
nógvari viðgerð.
18 ára gamli gernings
maðurin varð handtikin, og
eftir
grundlógaravhoyring
sama kvøldið varð hann
skuldsettur fyri drápsroynd
og
harðskap
av
serliga
grovum slag.
Fyri Essa og Hervør Pet
ersen broytti henda náttin
alt.
Jagstrað
Blóðuga leiðin hjá 18 ára
gamla
gerningsmanninum
hesa
lagnunátt
byrjaði
inni í húsinum hjá einum
av børnunum hjá Essa og
Hervør í Norðdepli, har ein
ommu- og abbasonur býr
saman við unnustuni. Um
hetta mundið var hann til
skips, men í húsinum var
tó ein annar av ommu- og
abbabørnunum, ein 16 ára
gamal drongur, sum var
heima
í
summarfrí
úr
Danmark. Í hesum húsunum,
einar 150-200 metrar frá
húsunum hjá Hervør og Essa,
byrja ræðuleikarnir.
- Gerningsmaðurin kemur
inn í húsini hjá teimum, leitar
upp gentuna, leypir á hana
og skal kvala og drepa hana.
16 ára gamli abbasonurin
hoyrir, hvat er áfatt. Hann
reagerar, leypir á hann og
roynir
at
halda
honum,
meðan gentan sleppur sær
til rýmingar. Aftaná hava
vit fingið at vita, at hann
hesa løtuna bleiv skorin og
stungin tilsamans 23 ferðir,
greiðir Essa Petersen frá.
Hann steðgar á, sjónliga
merktur av støðuni. Knív
urin rakti 16 ára gamla
abbasonin at kalla alla staðni
á kroppinum. Essa heldur
fram:
– Í meðan roynir gentan
at flýggja. Hon rennur oman
til okkara. Men illa viðfarni
abbasonurin klárar ikki at
halda
gerningsmanninum,
ið rennur aftaná. Úthurðin
hjá okkum er altíð opin, og
hon leypur inn og fer upp
trappurnar. Á veg upp fær
hann fatur í beinið á henni,
men hon fær tó sparkað
hann so frætt frá sær, at
hon sleppur leys. Vit bæði
vakna við at hon kemur
brestandi og skríggjandi inni
í sovikamarið hjá okkum,
greiðir Essa frá og hyggur
yvir á konuna Hervør.
Klokkan er umleið átta,
henda sunnumorgun.
– Ja, hon kom yvir á mínari
síðu á songini og leyp upp í
songina. Hon var hjartkipt
og rópti, at hann vildi drepa
seg. Tað gekk ein løta, áðrenn
tað gekk upp fyri okkum,
hvat fór fram, leggur Hervør
afturat.
Tað er eingin ivi um, at
unga gentan var høvuðsmálið
fyri aggressjónirnar hjá gern
ingsmanninum. Men hesa
løtuna sat hon uppi í songini,
og gerningsmaðurin slapp
ikki at henni aftur. Brádliga
vóru tilkomnu hjúnini í
vegin.
Hervør
Petersen
bleiv
stungin í hálsin, beint undir
hjálkabeininum. Eisini vinstri
armur hennara føldi knívin
hjá gerningsmanninum.
Síðani kom túrurin til
Essa.
– Eg vaknaði við at eg
sá gentuna koma innar í
kamarið. Hon var bara í
undirklæðum. Mín fyrsti
tanki var, hví hon var soleiðis
litað. Men tá síggi eg, at hon
er tað bera blóð um allan
kroppin. Hon var skorin eftir
øllum rygginum, greiðir Essa
frá.
Óveruliga støðan sendir
hann í sjokk.
– Tað var, sum alt frysti.
Eg bleiv vekk. Skuldi fara í
sjálvverju, men kláraði einki.
Eg veit ikki, hvat hendi hasi
sekundini, greiðir Essa frá.
Aftaná skuldi tað vísa
seg, at Essa Petersen hesi fáu
sekundini varð stungin fimm
ferðir í búkin og í síðuna. Tað
visti hann bara ikki tá.
– Eg líkasum klárni eitt
sindur. Síggi álvaran í støð
uni. Eg standi við síðuna av
honum, hyggi í andlitið á
honum. Eg veit ikki hvussu,
men eg fái so savnað alla
mína megi og smekki til. Eg
raki hann í nakkan, og tá
rýmir hann.
Essa Petersen fer til gongu
út úr sovikamarinum, sjón
liga merktur av støðuni.
– Eg fekk aftur somu
kensluna. Skuldi fara aftaná
manninum,
men
kláraði
einki. Tað var aftur, sum um
alt frysti.
Úr einum vindeyga sær
hann unga mannin fara um
byrgingina til Haraldsund.
Essa fer inn aftur í kamarið.
– Eg hevði framvegis ikki
ánilsi av, at eg var stungin.
Men tá eg komi inn aftur í
kamarið, síggi eg, at alt flýtur
í blóði. Tá gekk upp fyri mær,
at vit máttu fáa hjálp.
Hjúnini ringja 112, og eisini
ringir Hervør til eina systir
sína.
– Vit vistu ikki, hvør hesin
maðurin var. Tað var ikki,
fyrr enn abbasonurin løtu
seinni kom oman, at hann
segði
við
okkum,
hvør
maðurin var, greiðir Hervør
frá.
Hjálpin
Tað tók løgregluni 18 min
uttir at koma á staðið, og í
hølunum á teimum komu
fleiri sjúkrabilar.
Hervør fór við fyrsta
sjúkrabilinum, og síðani Essa.
Eisini 16 ára gamli ommu- og
abbasonurin og unga gentan,
ið sum nevnt var unnusta við
ein annan ommu- og abbason,
vórðu flutt á sjúkrahúsið.
Meðan Hervør var sloppin
við smærri stingum í hálsin
og armin, so var verri statt
hjá Essa. Hann var ringast
fyri av teimum øllum fýra.
Hvussu álvarslig hansara
støða var, kom tó ikki til
sjóndar fyrr enn á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi.
– Inni á sjúkrahúsinum
merki eg knappliga eina
øgiliga pínu. Seinni søgdu
læknarnir við meg, at knív
urin hevði sett hol á, inni
í búkinum. Eg hevði bløtt
okkurt um hálvan annan
Hervør og Essa Petersen fingu ein skelk fyri lívið, tá ein óður maður við knívi brádliga stóð inni í sovikamarinum hjá teimum á miðjari nátt. Bæði vóru stungin illa.
Myndir: eydbii myndir