Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. august 2013síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 16. august 2013 · Nr. 93 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tu marruna litur av blóði innvortis, og støðan vísti seg at vera rættuliga hættislig. Essa Petersen varð lagdur undir skurð. Læknarnir máttu skera hann upp fyri at sleppa fram at gøgnunum í maganum, sum høvdu fingið skaða. – Hevði eg ikki komið so skjótt undir læknahond, so hevði verið galið, staðfestir Essa, meðan hann greiðir frá pínuni. – Eg var sera vánaligur. Eg vaknaði og rópti av pínu. Tey fyltu meg við morfin, og fólk sat vakt yvir mær. Í fýra dagar toldi eg ikki, at nakar kundi vitja meg. Essa var innlagdur í 14 dagar, meðan Hervør var útskrivað eftir fimm dagar á sjúkrahúsinum. – Men tá vóru okkara hús framvegis avsperrað av poli­ tinum so eg fór fyrst nakrar dagar á Sjómansheimið í Klaksvík, har eg eisini arbeiði, greiðir Hervør frá. Heimaftur Týsdagin 30. juli fóru hjúnini fyrstu ferð inn aftur í húsini í Norðdepli. – Tað var ein sera løgin kensla. Vit høvdu fingið fólk at taka upp og vaska fyri okkum. Alt mátti sjálvandi keypast nýtt á songina, sum hevði verið tað bera blóð. Men tá eg skuldi fara at leggja á songina, tá kláraði eg ikki meira. Alt kom fram fyri meg aftur, greiðir Hervør frá. Hjá Essa kom reaktiónin kvøldið eftir. – Ja, fyrsta dagin og náttina merkti eg sum so einki. Men náttina eftir fekk eg marruna. Droymdi at eg varð jagstraður, og kláraði ikki at sleppa undan. Tilburðurin hevur broytt nógv. Tey hugsa ofta um støðuna. Og løtan rennur ofta fram fyri tey aftur. – Eg fái tað óbehagiligt, tá eg hugsi um hetta, sigur Essa rørdur. Tankarnir um einaferð at møta gerningsmanninum aftur ræða hann. – Hvat nú, um hann sleppur leysur og eg møti honum aftur. Eg ynski veru­ liga ikki at møta honum aftur. Hann kundi gjørt, at eg fór av hesi verð, leggur hann afturat. Eisini hjá Hervør hevur hendingin sett síni spor. – Mær dámar ikki at vera einsamøll. Eg fari beinanvegin at spekulera, hvat kann henda, og eg veit ikki, hvat eg skal gera, sigur hon. Meðan Hervør so smátt er byrjað aftur til arbeiðis á Sjómansheiminum í Klaks­ vík, so gongur Essa framvegis fyri einki. Hann er sjálv­ støðugur vinnurekandi við lastbili og gravimaskinu, men enn standa standa maskin­ urnar stillar. – Nei, enn er ikki hugs­ ingur um at fara aftur til arbeiðis. Eg orki púrasta einki. Pínan er ikki so ring meira, men eg orki einki, leggur hann afturat. Hví Hjúnini hava, eins og hini bæði offrini, fingið tilboð um sálarliga kreppuhjálp, ið framvegis verður givin teimum. – Tað gevur okkum høvi at tosa um og seta orð á hendingina. Tað er gott, siga Hervør og Essa við ein munn. Spurningarnir blíva tó við at mala í høvdinum og fylla nógv í gerandisdegnum hjá Hervør og Essa. – Eingin veit, hví gern­ ingsmaðurin gjørdi, sum hann gjørdi. Vit kendu hann ikki eingongd. Vit royna framvegis at skilja, hvat hendi. Men tað er trupult, tí vit minnast ikki alt. Onkur sekund eru burtur úr minninum, greiða tey frá í felag. Tey bera ikki beinleiðis agg inn á gerningsmannin. Men vónbrotið er stórt. – Ja, vit eru ræðuliga kedd. Kedd um, at nakar persónur kann gera sovorðið. Og kedd um, at slíkt yvirhøvur kann henda í okkara lítla sam­fel­ag. Tey hava ikki nógvar tankar um gerningsmannin, annað enn at tey ikki ynskja at møta honum aftur. – Restina mugu myndug­ leikarnir taka sær av. Men vónandi kemur hann ikki í eina støðu, har hann ger meira skaða, siga tey bæði við ein munn. Eftir ræðuliga tilburðin hava Hervør og Essa Petersen fingið nógvar heilsanir og hjálp, bæði frá fólki, ið tey kenna, men eisini frá fremmandafólki. – Tað styrkir okkum. Og vit vilja fegin takka fólki fyri alla ta samkenslu og hjálp, ið vit hava fingið, siga Hervør og Essa. Enn vita tey ikki, hvussu drúgt rættarliga eftirspælið verður. 18 ára gamli gern­ ingsmaðurin situr framvegis varðhaldsfongslaður, meðan eitt rættarmál móti honum verður fyrireikað. Jóan Petur Petersen og Connie Karin Reinholdt, avmyndað uttan fyri húsini, har blóðuga leiðin hjá gerningsmanninum byrjaði. Hann varð stungin 23 ferðir, meðan hann helt gerningsmanninum, soleiðis at Connie kundi flýggja oman í húsini hjá Hervør og Essa Petersen. Løgreglan ger rekonstruktión Kriminalløgreglan er framvegis ikki liðug at kanna ógvusliga harðskapsmálið í Norðdepli, og framvegis verður leitað eftir knívinum. Í næstum kemur ferðaliðið hjá ríkispolitinum til Føroya at gera eina rekonstruktión av tilburðinum. Jón Brian Hvidtfeldt Nakrir mánaðir ganga, áðrenn løgreglan er liðug at kanna harðskapsmálið í Norðdepli 14. juli. 18 ára gamli gerningsmaðurin er fyribils varðhalds­fongsl­ aður til 6. septemb­er, meðan kanningararbeiðið fer fram. Eisini verða avhoyringar framvegis gjørd­ar. Knívurin, sum 18 ára gamli maðurin brúkt til at stinga fýra fólk, er framvegis ikki funnin. Men løgreglan hevur framvegis vónir um at finna knívin, staðfestir Hildur Hentze, varaleiðari á Kriminaldeildini. Hildur Hentze heitir í sama viðfangi á fólk, sum møguliga hava sæð okkurt ella halda seg vita okkurt um tilburðin í Norðdepli 14. juli, um at venda sær til løgregluna. Rekonstruktión Hóast avhoyringarnar í málinum geva løgregluni eina greiða mynd av støð­ uni, so verður í næstum farið undir at endurskapa tað, ið hendi. Tað verður ferðaliðið hjá ríkispoliti­ num, sum kemur til Før­ oya at standa fyri re­ konstruktiónini av til­ burðinum, henda van­ lukku­morgun 14. juli. Tað er greitt, at ein av fleiri av teimum, ið vóru offur fyri gerningsmannin, koma at vera við í hesi rekon­struk­ tión. Men í síðsta enda verður tað ferðaliðið, sum avger, hvussu tað fer fram. Tíðarætlan Hóast 18 ára gamli maður­ in fyribils er varð­halds­ fongslaður til 6. september, so er longu nú greitt, at málið verður langt frá liðugt at bera í rættin tá. – Nei, tað verður tað undir ongum umstøðum. Fleiri kanningar og av­ hoyringar skulu gerast, vit mangla framvegis knívin, og so skal ein rekonstruktión gerast av tilburðinum, sigur Hildur Hentze, varaleiðari á Kriminaldeildini. Eisini skal 18 ára gamli maðurin mentalkannast, og tann kanningin skal helst gerast áðrenn málið kemur fyri rættin. - Vit vóna at málið er klárt at bera í rættin fyri jól, sigur Hildur Hentze. Eftir grundlógar­av­ hoyr­ingina sunnukvøldið 14. juli varð 18 ára gamli gerningsmaðurin skuld­ settur fyri drápsroynd og harðskap av serliga grov­ um slag. Úr kjallaravindeyganum í hvítu húsunum fremst á myndini flýggjaði Connie Karin Reinholdt oman í niðasta partin av langu lonini til vinstru, har Hervør og Essa Petersen búgva. Tey vaknaðu við at gerningsmaðurin stóð í sovikamarinum.