hósdagur 15. august 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. august 2013 · Nr. 93
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hotellstjórar fegnir um brandið
Bæði Oddbjørg Højgaard, stjóri á Hotel Hafnia, og Johannes Jensen, stjóri á millum øðrum
Hotel Føroyum og nevndarformaður í Ferðaráð Føroya, fegnast um nýggja brandið
Leo Poulsen
Millum áhoyrararnar í Norð
urlandahúsinum mikudagin
fyrrapart var eisini Oddbjørg
Højgaard, og eins og øll hini,
dámdi henni væl tað, hon
hoyrdi.
– Eg eri øgiliga væl nøgd
við tað, sum varð lagt fram,
og positivt ovfarin. Eg haldi,
at hetta er nakað, vit hava
manglað, og eg eri spent upp
á at sleppa at brúka hetta,
sigur Oddbjørg Højgaard.
Nýggja brandingin verður
ikki sett í verk fyrr enn til
vertíðina í 2014.
– 2014 er rættiliga nær, so
hvat ítøkiliga fer at koma
burtur úr er ilt at siga, men
nú hava vit í hvussu er ein
felags front og kunnu branda
Føroyar saman. Vit koma at
standa sterkari og tað er
neyðugt, tí vit eru eitt so
lítið land, at vit mugu hava
eina sterka branding, sigur
Oddbjørg Højgaard.
Føroyar skulu nú brandast
upp á un-, ella ó.
– Eg haldi, at tað er gott,
akkurát tí, at tað er un. Før
oyar eru so óspiltar, óvitjaðar
og óútrokniligar, og ferðafólk
eru ovfari av, at vit hava
eitt so vakurt land, sigur
Oddbjørg Højgaard.
Hon ivast ikki í, at nýggja
brandið fer at vekja áhuga
fyri Føroyum.
– Heilt vist, tað eri eg
ógvuliga sannførd um, sigur
Oddbjørg Højgaard, stjóri á
Hotel Hafnia.
Óvart á
Eisini Johannes Jensen, stjóri
á Hotel Føroyum og nevnd
arformaður í Ferðaráðnum,
er væl nøgdur.
– Eg haldi, at hetta er
ógvuliga positivt, og tey
flestu, sum eg havi tosað
við, taka væl undir við tí, og
kunnu identifisera seg við
brandinum og tí, tað stendur
fyri, og tí slogan, sum er valt,
sigur Johannes Jensen.
Hann ávarar kortini ímóti
at halda, at nú kemur alt av
sær sjálvum.
– Brandið ger einki sjálvt,
um vit ikki brúka tað. Vit
hava nú gjørt 5%, og so er
tað upp til okkum øll at gera
tey eftirverandi 95%, sigur
Johannes Jensen.
Tað kom eitt sindur óvart
á hann, at Føroyar nú skulu
brandast sum eitt ó-land.
– Ja, tað má eg siga. Í
fyrstani hugsaði, at talan
var um eitt negativt orð, men
hinvegin, tá eg so fekk at vita,
hvussu teir eru komnir fram
til at brúka un, og tá tú fær
at vita, at tað finnast út við
2000 un-orð, harav bert 3%
er negativ, so fær tú eina
aðra fatan, sigur Johannes
Jensen.
Hann sigur, at vit jú eru
einastandandi.
- Tað er jú tað, ið ger okkum
serlig sum ferðamannaland,
og vit kennast butur úr
hinum, sigur Johannes Jen
sen.
Arbeiðið er tó ikki liðugt
við hesum.
– Vit hava longu tikið
næsta stigið á leiðini, og ein
strategi liggur longu inni á
heimasíðuni hjá visitfaroe
islands, sigur Johannes Jen
sen.
Tað vóru nógv fólk til framløguna av nýggja brandinum, sum var í Norðurlandahúsinum mikudagin
Mynd: Álvur Haraldsen
Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum og nevndarformaður í Ferðaráð Føroya
Oddbjørg Højgaard, stjóri á Hotel Hafnia