hósdagur 15. august 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 16. august 2013 · Nr. 93
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Móttøkan var
hjartanemandi
Tór Verland Johansen, sum hevur staðið á odda fyri
arbeiðinum hjá Sansum at branda Føroyar, er sera fegin
um góðu móttøkuna, sum nýggja brandið av Føroyum
fekk
Leo Poulsen
Fólk tóku stak væl ímóti
framløguni hjá Sansum og
Liquid Minds, og tað fegnast
Tór Verland Johansen, ið
hevur staðið á odda fyri
framløguni sjálvandi um.
– Vit eru sjálvandi væl
nøgd um, at fólk eru glað
fyri framløguna, tí tá tú ger
eitt slíkt brand, sum vit hava
lagt fram í dag, so hevur tað
stóran týdning at tað verður
væl móttikið, serliga av
teimum fólkum, sum brandið
skal dekka, sigur Tór Verland
Johansen.
Uttan eina góða undirtøku
fyri brandinum millum fólk í
ferðvinnuni, verður trupult
at branda Føroyar uttan
lands.
– Tí hevur tað alt at siga,
at tað verður væl móttikið,
sigur Tór Verland Johansen.
Tey flestu høvdu fest seg
við, at Føroyar nú skulu
brandast sum eitt un, ella
ikki-land.
– Tað er eitt hugskot, sum
er sprottið úr einari rúgvu av
arbeiði, millum annað kann
ingar, sum vit hava gjørt, eitt
nú kanningina, har vit hava
spurt yvir 5.000 fólk sum
hava verið her, sigur Tór
Verland Johansen.
Afturljóðið gav hugskotið
til nýggja brandið.
– Ferð eftir ferð hoyrdu
við unbelievable, unik, untold
og undiscovered, og vit vóru
víða í menningini, til ein dag
vit komu fram til, hvat við:
unspoiled, unexplored, un
believable, sigur Tór Verland
Johansen.
Hann heldur, at júst hetta
sigur nógv um, hvat Føroyar
hevur at bjóða.
Hava eydnast
Sansir og Liquid Minds vóru
í kapping við níggju aðrar
fyritøkur.
– Vit mugu so hava verið
tey, ið høvdu besta boðið upp
á, hvussu Føroyar skulu
brandast. Men tá tað er sagt,
vóru vit í kapping, ikki bert
við aðrar føroyskar fyritøkur,
men við stórar altjóða fyri
tøkur, sum hava brandað
nógv lond, og sum eru von at
branda býir og annað. Ikki
minst tí kunnu vit fegnast
um, at tað vóru vit, ið høvdu
besta uppskotið, sigur Tór
Verland Johansen.
Men tað fylgja stórar
ábyrgdir við at skula branda
eitt heilt land.
– Avgjørt. Eisini tí hava
vit langt ógvuliga stóra orku
í hetta arbeiðið, brúkt øgiliga
nógva tíð upp á tað og hugsa
nógv um tað. Vit hava lagt
okkum eftir at gjørt eitt
professionelt arbeiði, og eg
haldi vit kunnu siga, at vit
hava eydnast. Bara hjá Sansi
hava mest sum øll verið
við, eini 15-16 fólk, sigur Tor
Verland Johansen.
Hetta er eitt arbeiði, sum
hevur staðið upp á síðani
november mánaði í fjør.
– Eisini í sambandi við
okkara danska samstarvs
felag hevur tað verið ógvuliga
spennandi og lætt, og tá tú
hevur so gott toymi og so
gott fólk, ber til at røkka
hesum úrslitinum, sigur Tór
Verland Johansen.
Tað er ein stór ábyrgd,
men samstundis eisini ein
spennandi uppgáva.
– Men eg má siga tað, at
hendan móttøkan í dag, har
næstan øll, eg havi heilsað
upp á, við tárum í eygunum
hava takka fyri gott arbeiði,
er tað besta fyri sjálvt
brandið eisini, sigur Tór
Verland Johansen.
Brandið fer at
síggjast aftur
Tað eru stjórin í Atlantsflog, Magni Arge, og stjórin
í Smyril Line, Rúni Vang Poulsen, samdir um.
Teir vóna og vænta, at við einari ferðavinnu, sum
stendur saman, fer úrslitið eisini at síggjast aftur
Leo Poulsen
Magni Arge er væl nøgdur
við nýggju brandingina av
Føroyum.
– Mær líkar tað væl.
Nú má eg viðganga, at eg
havi verið við í pørtum
av tilgongdini, og fyrr var
illa, um eg ikki helt, at tað
var í lagi, sum kom fram í
dag. Men eg eri fegin um,
at fólk hava tikið so væl
ímóti nýggja brandinum,
sigur Magni Arge.
Hann heldur, at hetta
gevur góðar vónir um, at
vinnan fer at brúka brand
ið.
– Har, sum eg síggi tað
stóra viðri í hesum er, at
fara allir aktørarnir at
brúka hetta brandið í
rímiliga stóran mun, so
gevur tað okkum eitt betri
afturljóð úti í heimi. Harvið
verður tilvitanin um Før
oyar størri, og tað er hetta,
vit hava brúk fyri, sigur
Magni Arge.
Hann heldur, at tað
hevur stóran týdning, at
vit standa saman, og ikki
minst, at tað er sami boð
skapur, sum fer út alla
staðni frá.
– Tað, sum vit hava
upplivað framman undan
er, at vit hava koyrt eina
linju, eitt annað felag
hevur koyrt eina aðra linju,
og Ferðaráðið eina triðja
linju, tá teir yvirhøvur
hava verið á bananum. Teir
hava mest sum ikki verið
við í fleiri ár, men nú er
Ferðaráðið við í vinnuni
við so nógvum pengum,
sum vit ikki hava sæð áður,
og leggja so fyri við einum
brandi, sum vit so kunnu
velja at verða við í, sigur
Magni Arge.
Tá allar kreftir verða
lagdar saman, er møgu
leikin fyri at fáa afturljóð
nógv størri.
– Tað er stóri vinning
urin í øllum, og so haldi eg
eisini, at teir hava rakt
temmiliga væl og hava
skapt eina spennandi um
boðan av Føroyum, sigur
Magni Arge.
Í
mun
til
un,
ella
ó-brandið, hevur hann ikki
nakra avgjørda støðu.
- Tað fer tíðin at vísa. Eg
haldi, at tað í ein ávísan
mun avspeglar, at tað er
rættiliga torført at seta
eina orðing á, hvat Føroyar
er, og tí hava teir sett upp
nøkur orð, hvat Føroyar
eisini er, nevniliga ótamt,
óspilt, ótrúligt og so víðari.
Og tað tykist at fara at
virka marnkaðarførings
vís, sigur Magni Arge, stjóri
í Atlantsflog.
Týdning fyri
Smyril Line
Eisini stjórin á Smyril Line
er ógvuliga væl nøgdur
ivð nýggja brandið av
Føroyum.
Sum øll hini eri eg
bergtikin av framløguni,
og eg havi eina góða kenslu
av, at hetta er byrjanin til,
at nú fara vit saman at
syrgja fyri, at føroysk
ferðavinna
kemur
á
breddan, og at vit fáa eina
framgongd í vinnuni, sigur
Rúni Vang Pousen.
Hetta,
at
øll
innan
føroyska ferðavinnu nú
kunnu savnast innan eitt
einstakt brand er nakað, ið
bíða hevur verið eftir
leingi.
– Er tað nakað, sum
eyðkennir føroyingar, er
tað, at vit ikki kunnu
standa saman um nakað
sum helst, men her haldi
eg, at vit við Guðrið Høj
gaard á odda, hava megnað
at savna vinnuna soleiðis,
at vit nú standa saman um
hetta, sigur Rúni Vang
Poulsen.
Hann heldur, at hugs
anin, at branda Føroyar
sum eitt un, ella ikki-land,
er áhugaverd.
– Hetta er ein ógvuliga
áhugaverdur vinkil at taka
upp, men tað sær ógvuliga
gott út. Á ein ella annan
hátt er hetta uncompli
cated, og tað er gott, haldi
eg. Og hetta verður ein
góður vinkul at markn
aðarføra Føroyar upp á,
sigur Rúni Vang Poulsen.
Hann heldur, at hetta
kann verða við til at náa
málinum um at tvífalda
ferðavinnuna.
– Tað er í hvussu er
einki, sum bendir á, at so
ikki verður, so tað trúgvi
eg upp á. Og fyri okkara
viðkomandi
er
Smyril
Line ein føroysk fyritøka,
sum virkar í Føroyum, men
eisini fyrst og fremst fyri,
at fáa so nógv útlendsk
ferðafólk at koma hendan
vegin, sum gjørlig. Eg
trúgvi, at hetta fer at fáa
stóran týdning fyri okkum
eisini, og vit fara sjálvandi
at nýta brandið í okkara
marknaðarføring,
sigur
Rúni Vang Poulsen, stjóri í
Smyril Line.
Tór Verland Johansen frá Sansum, sum hevur staðið á odda fyri nýggja brandinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line, fegnast
eins og øll hini um nýggja brandið