Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. august 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. august 2013 · Nr. 93 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Samsvar er ikki millum lóggávu verkið undir Eystur - oyar tunnl i num og lóg ina um meir virðisgjald. Lógar- upp skotið, sum Kári P. Høj- gaard, landsstýrismaður í inn lendismálum, hevur lagt fyri løgtingið, byggir á løg t- ings lóg nr. 53 frá 26. mai 2010 um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undir sjóvar- tunnil undir Skálafjørð og Tanga fjørð. Tann lógin hevur eina greiða áseting um, hvussu meirvirðisgjald skal av roknast av hesum virk- semi. Í stuttum sigur lógin, at tann sum ger tunnilin, hevur fulla mvg-skyldu báðar vegir. Sam bært lógini hevur felagið rætt til at fáa endurrindað meir virðisgjaldið av allari íløguni í tunnilin. Og felagið hev ur eisini skyldu at krev ja meir virðisgjald av tunnils- gjaldi num. Í lógaruppskotinum hjá Kára P. Højgaard er eingin broyt ing til hesa lógaráseting um meirvirðisgjald. Og tí er hon framvegis galdandi, um so er at lógaruppskotið hjá Kára P. Højgaard verður sam tykt. Harvið skuldi verið slóðað fyri, at privata tunnilsfelagið kem ur at virka sum eitt hvørt annað felag, ið roknar meir- virðis gjald bæði inngangandi og út gangandi. Men soleiðis er kort ini ikki. Tí henda áseting í tunnils- lógini gongur beint ímóti lóg- ini um meirvirðisgjald. Mvg- lógin er upprunaliga frá 1992, men er síðani broytt 34 ferðir. Ein av hesum broytingum varð gjørd í november 2002, og tað er henda broyt ingin, sum stríðir ímóti tunnils lóg- ini. Tá var nevniliga sam tykt at frítaka gjald fyri ferð ing og flutning gjøgnum tunnl- ar fyri meirvirðisgjald. Løg- ting ið samtykti við øðrum orð um, at tú skal ikki rinda meirvirðisgjald fyri at koyra gjøgnum ein tunnil. Undantakið í mvg-lógini varð gjørt við greiðari tilvísing til Vágatunnilin, sum lat upp fyri almennari ferðslu í desember sama árið. Andsøgnin Sambært Eyðuni Mørkøre er Taks ikki eftirspurt, hvørki tá tunnilslógin varð sam tykt í mai 2010 ella tá lands stýrismaðurin her fyri bar sítt dagførda lógar upp- skot um Eysturoyartunnil í løgtingið. Stjórin hevur tó eitt greitt svar, tá vit spyrja hann um samanfallið millum nevndu lógar greinar, ávíkavist í tunnilslógini og mvg-lógini. - Ja, her kemur tú í ta støðu, at eitt felag hevur rætt til endurrindan av út- gang andi mvg, samstundis sum felagið er frítikið fyri at krevja mvg av sínari sølu, stað festir Eyðun Mørkøre. Stjórin á Taks vísir á, tá ein vanlig lóg áleggur meir virðisgjald á sølu, sam- stundis sum sama søla er frí tik in fyri meirvirðisgjald í sjálvari mvg-lógini, so er tað altíð mvg-lógin, ið er galdandi. Hon vigar meira enn onnur lóggáva í somáta. Eyðun Mørkøre greið ir frá, at mvg-lógin varð broytt fyri at sleppa Vága- og Norðoyatunnlin um und an sølu-mvg, tað er av tunnils- gjaldinum, sam stundis sum tunnl ar nir fingu endurrindað útgangandi mvg. - Og sum tað sær út í dag verð ur tað sama møguliga gald andi fyri ein tunnil aftur at, staðfestir Eyðun Mørk øre. Stjórin á Taks ynskir tó ikki at gera viðmerkingar til, hvat hetta ítøkiliga merkir fyri landskassan. Men taka vit sum dømi, at Eysturoyartunnilin kost- ar 1,2 milliard krónur at gera, og meirvirðisgjald verður skriv að á alla rokningina, so er samanlagt talan um 240 milliónir krónur, sum felagið hevur rætt til at fáa endurrindað úr landskassanum. Tað sama ger seg galdandi fyri fram- tíð ar viðlíkahalds- og um- væl ing ar arbeiði. Tað tykist greitt, at tunnilsfelagið ger ikki sjálvt nakran tunnil, men fer at brúka undirveitarar. Upp ímóti hesum skal tí setast, at landskassin hev- ur rætt til at krevja undir- veit ar arnar eftir meir virðis- gjaldinum, sum teir leggja á rokningarnar til tunnils- felagið. Í so máta er yvir- skipað talan um eina flyting av pengum, sum tá avtornar eigur at geva status quo fyri lands kassan. Men eftir stendur tó, at privata tunnilsfelagið, eins og P/F Vágatunnilin og P/F Norðoyartunnilin gjørdu á sinni, kann gera sín tunnil uttan at rinda eina krónu í meirvirðisgjaldi í lands- kassan. Og tá tunnilin verð- ur tikin í nýtslu, kann felag- ið krevja tunnilsgjald frá øllum brúkarum, uttan at mei r virðisgjald skal leggjast omaná. Endurgjald Tað tykist greitt, at enda- málið við grein-11 í tunnils- lógini er at javnseta privata tunnilsfelagið við onnur feløg, tað vil siga við inn- gang andi og útgangandi mvg-roknskapi. Men sum longu nevnt, so kemur eitt tunnils felag altíð at hava ein nega tivan mvg-roknskap, har felagið altíð hevur rætt til afturberan av keyps-mvg, men ikki skyldu at rinda sølu-mvg. Um so er at løgtingið ella landsstýrið nakrantíð ætlar nakað annað, so kann tað gerast trupult. Tí í lógaruppskotinum hjá Kára P. Højgaard eru greið ar ásetingar um endu r gjalds- skyldu, um so er at for- treyt ir nar verða broyttar. Endur gjalds skyldan hjá landsstýrinum er ásett í einari nýggjari grein-2a, sum skal setast inn í upprunalógina frá 2010. Henda lógaráseting sigur í stuttum, at reglur og normar, sum vóru gald andi 25. juni 2013, skulu eisini vera galdandi fram eftir. Í lógartekstinum stend ur beinleiðis, at verða for treyt ir- nar broyttar, so hevur privata felag ið rætt til endurgjald fyri tað. Eysturoyartunnilin fær 240 milliónir úr landskassanum Mótstríðandi lóggáva á økinum ger, at felagið sum ger Eysturoyartunnilin fær alt sítt meirvirðisgjald endurrindað, samstundis sum felagið sleppur undan at krevja inn meirvirðisgjald av síni inntøku FAKTA: Tunnilslógin um meirvirðisgjald § 11. Virksemið hjá honum, sum hevur fingið einkarættin, er meirvirðisgjaldskyldugt. Hann, sum hevur fingið einkarættin, hevur rætt til endurrindan av útgangandi meirvirðisgjaldi og skyldu at avrokna inngangandi meirvirðisgjald. Tað er ein treyt, at tunnilsgjaldið er meirvirðisgjaldskyldugt. Hækkar meirvirðisgjaldið fyri nýtslu av tunlinum, hevur felagið rætt til endurgjald fyri skjalprógvað tap, um so er, at tapið kann staðfestast sum fylgja av hækkingini av meirvirðisgjaldinum, og at úrslitið av hesum er minni ferðsla sbr. § 4, stk. 2. Brot úr løgtingslóg nr. 53 frá 26. mai 2010 um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð. Hetta er upprunaliga lóggávan, ið landsstýrismaðurin í innlendismálum byggir sítt aktuella lógaruppskot á. FAKTA: Um endurgjaldsskylduna hjá landskassanum § 2 a. Góðkenning av tunnilsverkætlanini, herundir forprosjektinum, verður gjørd við støði í teimum reglum og normum, sum vóru galdandi tann 25. juni 2013, sum eru viðkomandi fyri tunnilsgerð, og sum verða ásett í avtaluni um einkarætt. Stk. 2. Um so er, at reglur og normar, sum vóru galdandi 25. juni 2013, og sum eru viðkomandi fyri tunnilsgerð, verða broytt sambært lóg ella øðrum almennum rættarligum grundarlagi, so skal tann, sum hevur fingið einkarættin, haldast skaðaleysur fyri hesum broytingum sambært treytum, sum verða ásettar í avtaluni um einkarætt. Landsstýrismaðurin kann krevja, at reglur og normar, sum eru sett í gildi aftan á 25. juni 2013, sum viðvíkja trygd, skulu fylgjast ímóti at rinda honum, sum hevur fingið einkarættin, endurgjald fyri tað.” Brot úr lógaruppskotinum hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni í innlendismálum (løgtingsmál nr. 3/2013) FAKTA: Undantøk í mvg-lógini § 12. Avgjaldsskyldug søla fevnir ikki um gjald fyri ferðing og flutning gjøgnum tunlar, eftir brúgvum og vegum, sum hava samband við almenna vegakervið. Brot úr løgtingslóg nr. 136 frá 8. septembr 1992 um meirvirðisgjald. Grein-12 nevnir 15 ymisk punkt, har søla er frítikin meirvirðisgjald. Ásetingin um mvg-frítøku av tunnilsgjaldi kom inn í mvg-lógina 18. november 2002.