hósdagur 15. august 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. august 2013 · Nr. 93
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ein samstarvsbólkur, ið skul
di skipa eftirmeting - Peda
gogar fáa reytt kort!
Í áðurnevnda brævi frá
8. mai 2013 verður eisini
sagt: ”Eisini varð settur ein
samstarvsbólkur við umboð
um frá avvarðandi pørtum,
sum skuldi fylgja royndar
verkætlanini
og
greiða
møgulig
ivamál,
soleiðis
at eftirmetingarnar vóru
gjørdar regluliga.” Umboðini
í samstarvsbólkinum vóru:
eitt umboð fyri Lærarafelag
ið, eitt fyri Pedagogfelagið,
eitt fyri Mentamálaráðið, eitt
umboð fyri Eysturkommunu
og forskúlaleiðarin. Hóast
hetta verður sagt at vera ein
samstarvsbólkur, so hevði
hann ábyrgd av at eftirmet
ingin verður gjørd – hvør
skal gera hana, stendur einki
um.
Samstarvsbólkurin, ið hevði
ábyrgdina
av
eftirmet
ingini, hevði tveir fundir,
í januar 2012 og mai 2012.
Á fundinum í januar 2012
verður
frágreiðingin
hjá
forskúlaleiðaranum
fyri
royndarárið 2011 -12 løgd
fram. Í fundarfrágreiðingun
um eru ongar eftirmetingar,
men
nakrar
staðfestandi
viðmerkingar.
Gjøgnum
gangandi fyri flestu við
merkingarnar, er hugtakið
undirvísing og ikki læring.
Staðfestingar sum henda
eyðkenna flest allar við
merkingarnar:” Dagurin í
Skúlaspíranum er skipaður
við longum steðgum, sum
geva børnunum møguleika
at spæla seg móð. Hetta er
gott.” Tað kann gott vera,
at so er, men hví er hetta
gott? Pedagogar verða so
gott sum ikki tiknir uppá
tungu - uttan í heilt fáum
førum, m.a.: “Royndirnar í
ár eru at býti helvt um helvt
millum námsfrøðingar og
lærarar riggar væl. Eisini vísa
royndirnar at eitt býti við
tveimum triðingum lærara
og ein triðing námsfrøðingi
er eins gott.” Hvat, ið hetta
er
grundað
á,
stendur
ongastaðni, og eins gott,
sum hvat? Hví tað riggar væl
ella hvat, tað er, ið riggar væl,
verður heldur ikki nomið
við, niðurstøðan um býtið
millum fakbólkarnar, hvat
er hon grundað á?
Merkisverd er henda frá
veran av pedagogunum í
royndini, tá ið hugsað verður
um, at kunngerðin, § 6 stk. 3.
sigur: “Skipað samstarv skal
verða millum lærararar og
pedagogar í forskúla, byrjan
arundirvísing og frítíðar
skúla.”
Í
hinum
Norðurlondum
er tað soleiðis, at Finland,
Svøríki og Danmark hava
forskúlar, meðan børnini í
Noregi og Íslandi fara í skúla
sum seks ára gomul. Eitt
eyðkenni fyri forskúlarnar
í hesum londum er, at tað
eru pedagogar, ið standa fyri
teimum og arbeiða í teim
um. Og allastaðni verður
dentur lagdur á, at tað eru
pedagogisku prinsippini frá
dagstovnunum, ið liggja sum
grund fyri virkseminum í
forskúlunum. Danmark er
nokk tað Norðurlandið, ið
hevur tann mest skúlakenda
forskúlan, og hongur hetta
fyri mesta partin saman við
politikkinum hjá borgarligu
stjórnini, ið sat í umleið 10 ár.
Í Finlandi og Svøríki eru for
skúlarnir sjálvbodnir, hóast
flestu børn ganga í honum,
meðan hann í Danmark er
kravdur. Í Eysturkommunu
er tað so, at foreldrini ongan
valmøguleika hava, børnini
skulu í forskúla, um tey skulu
hava nakað tilboð sum 6 til 7
ára gomul.
Hvat, ið hesin samstarvs
bólkur grundar tað á, at
pedagogar næstan ikki eru
neyðugir í forskúlanum, er
ikki til at vita, tað eru so ikki
tær royndirnar, hini Norður
londini hava gjørt sær og
er heldur ikki vísundaliga
grundað.
Samstarvsbólkurin,
ið
í
roynd og veru sær út til
at vera tann einasti “eftir
metingarbólkur”, ið hevur
verið, og sum Bjørn Kalsø
sostatt grundar alt svar
sítt á, 10. apríl 2013, umfatar
eitt embætisfólk, tvey fak
felagsfólk,
borgarstjóran
í Eysturkommunu og for
skúlaleiðaran.
Teir
báðir
seinastu hava eyðsýnd ser
áhugamál, tað hava teir
eisini lov til at hava, men
tað hoyrir bara ikki heima í
eini sakligari, fakligari eftir
meting. Tey bæði fakfelags
fólkini
umboða
so
tvey
ymisk fakfeløg, við hvør sín
um seráhugamálum, tað er
so tað, ið tað er, men er ikki
serliga tryggjandi fyri eina
óhefta eftirmeting. Og em
bætisfólkið, tað umboðar
politisku
skipanina,
og
eigur at tryggja, at roynd
arverkætlanin
verður
skipað og eftirmett á trygg
ari grund, tað kann mann
uttan himpr siga, at so er
ikki. Embætisfólkið kann
ikki sjálvt taka lut í eftir
metingini, tí tað umboðar
so nógv seráhugamál og
politiskar meiningar.
Ein metandi
frágreiðing
Frágreiðingin frá forskúla
leiðaranum
ber
á
sama
bógvin, sum viðmerkingar
nar frá samstarvsbólkinum,
tað eru staðfestingar, heldur
enn kvalitativar eftirmet
ingar av royndini við einum
greiðum fakpedagogiskum
innihaldi. Men frágreiðingin
gevur seg heldur ikki út fyri
at vera ein eftirmeting. Tá ið
tað er sagt, so skal sigast, at í
frágreiðingini eru eisini fult
av staðfestingum og sub
jektivum metingum, ið tað
til fulnar er loyvt at hava,
men sum ikki røkkur sum
eftirmeting í eini skipað
ari royndarverkætlan – har
vanta
avgerandi
grund
gevingar fyri útsagnunum.
Útsagnirnar eru staðfest
ingar sum: ”Mín fatan er, at
forskúlin er stórsta fram
brot í føroyskum skúlaskapi
í nýggjari tíð.”, ”tað eri eg
sannførdur um”, “tað er ein
sannroynd”, “eg eri vísur
í”, “hetta er rætt, og hev
ur riggað væl” o.s.fr. Greitt
verður frá tí, ið royndar
ætlanin er grundað á: “lesi
fremjandi
og
handaligt
virksemi, talfatan, rørslu og
sang/tónleik.” Tað, ið greitt
verður frá, er, hvussu hesi
verða skipað í forskúlanum,
men ikki nøkur kvalitativ
meting av, hvat royndin í
hesum kann læra okkum í
mun til forskúlar.
Annars
verður
rættiliga
nógv gjørt burturúr tí lesi
fremjandi partinum, og at
forskúlin fer at bøta um
lesiførleikan hjá børnunum
seinni. Tað eru ongar kann
ingar, ið hava staðfest, at for
maliserað undirvísing tíðliga
í barnaárunum gevur betri
faklig úrslit seinni ella at
lesiførleikin verður styrktur,
heldur tvørturímóti. Í veru
leikanum vísa t.d. norskar
kanningar tað øvugta. Ein
norsk kanning frá 2005 av
børnum, ið vóru farin í skúla
eftir teirri gomlu skipanini
sum 7 ára gomul fyri 1997,
og av teimum, ið aftaná
vóru farin í skúla sum 6
ára gomul, vísti, at tey, ið
vóru farin í skúla sum 7 ára
gomul, dugdu betur at lesa,
tá ið báðir bólkarnir vórðu
samanbornir sum 10 ára
gomul.
Somuleiðis klára norsk
børn seg bara miðalvæl í
Pisalesikanningunum.
Frágreiðingarnar er fleiri,
bæði av pedagogiskum og
fysiskum slag. Týskir heila
granskarar eru í ein kanning
komnir fram til, at heilin hjá
yngri børnum er minni búgv-
in, soleiðis at hann lærir at
lesa minni búgvið, jú yngri,
hann er. Og tað ger so munin
seinni.
Heldur ikki er tað lættari
hjá børnum, ið hava læri
trupulleikar at fara í eina
formaliseraða
undirvísing
fyrr. Amerikanskar kann
ingar hava víst, at viður
skifti, sum viga tungt hjá
børnum, sum hava læri
trupulleikar ella hava tørv
á serundirvísing, er aldurin.
Tað vil siga, at tørvurin á
serundirvísing
veksur,
jú
fyrr, vit fara undir formali
seraða undirvísing.
Tað er enn - sum fyrr - ikki
forskúli, ið avger lesifør
leikan og fakliga førleikan
annars hjá børnum, men
tað sum tey møta í fólka
skúlanum og sosiala bak
grundin hjá børnunum, sum
føroyska
Pisakanningin
eisini greitt vísir.
Sigl meg út, har
sjógvar slættast av
skynseminnar vernd
Tað er merkisvert, tá ið vit
vita, at øll norrønu granna
lond okkara leggja stóran
dent á, um útbúgvingar
skipanina at bróta sosiala
arvin, at tað ikki verður tikið
upp á tungu í eini roynd hjá
Mentamálaráðnum – ser
liga, tá ið hugsað verður um,
at tað greitt verður sagt í
Pisakanningunum, at tað
er har, trupulleikin er. Tað,
sum dentur verður lagdur á í
hinum Norðurlondum, er at
royna at bróta sosiala arvin
longu í dagstovnunum, tí
jú fyrr, hesi tøk verða tikin,
betri verður úrslitið seinni.
Hetta verður m.a. gjørt við
at leiða børnini inn í nakrar
sosialar og mentunarligar
normar, ið tey kanska ikki
møta heima. Í skúlanum
er tað truplari at gera tað,
tí at hetta traditionelt ikki
eru øki, ið skúlin tekur sær
av, soleiðis, sum skúlin er
skipaður,
men
sum
eru
fortreyt
fyri
læringini
í
skúlanum. Í einari formali
seraðari undirvísing tíðliga
í lívinum, koma hesi børn,
oftast, at møta sosialum og
mentunarligum
normum,
ið eru fremmand fyri tey.
Hetta hendir fyrrenn tey
eru búgvin til at gera sær
eina fatan av hesum viður
skiftum. Um dagstovnurin so
ikki hevur havt ta neyðugu
tíðina til hetta pedagogiska
arbeiðið, tí børnini fara und
ir skipaða undirvísing, so
standa hesi børn á berum.
Lata vit bara standa til, so
verður skúlagongdin, oftast,
eitt niðurlag hjá barninum,
ið sæst aftur í allari skúla
gongdini og seinni í lívinum.
Sjálvandi
skal
dentur
leggjast á lesingina í skúla
num, men lesingin er bara
ein mentunarberi av fleiri.
At røkka øllum børnum, snýr
seg einamest um, hvussu vit
skipa læringina. Og har hava
vit eina føroyska fyrimynd - í
Frískúlanum í Havn.
Fortreytin fyri, at tað
skal eydnast at bróta sosiala
arvin, er, at børnini møta
einum dagstovni við høgari
dygd. Nú eru vit so heppin
í Føroyum, at vit sum heild
hava sera dygdargóðar dag
stovnar, tí er tað ikki sørt
undrunarvert, at tað her á
landi ikki er brúk fyri fak
ligheitini hjá pedagogum,
serstakliga á einum øki, ið er
kjarnuøki teirra.
At undirvísa í spæli
– ein tvørsøgn
Ein av kjarnuførleikunum í
pedagogútbúgvingini er at
tíðargrein
Leið meg út á villar
víddir har lívið leika skal
Ein forskúlakunngerð og ein forskúlaroynd
Sjódregil fyri landi stendur,
man til bøndur tala:
"Tungligt er, tá undangongan
endar aftur á hala."
Grái táttur ella bóndatátturin, 1938
Seinni partur
av greinin, ið
var í blaðnum
mikudagin
Skulu vit bróta sosiala arvin í
skúlanum, so gera vit tað við at
skipa ein skúla, ið røkkur øllum