Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. august 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 16. august 2013 · Nr. 93 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 skapa kreativ læriumhvørvi - í eini víðari fatan enn undir­vísing. Einastaðni í frágreiðingini frá 2012 stend­ ur: “ Í forskúlanum eru bæði náms­frøðingar og lærarar, hetta kemur børnunum til góð­ar á tann hátt, at før­ leikin hjá námsfrøðingum at arbeiða við spæli og øðr­ um kreativum verður ein natúrligur partur av tíðini í forskúlanum. Náms­frøð­ing­ ar taka sær meira av hesum partinum av undirvísingini.” Nú eru spæl og kreativitetur akkurát ikki undirvísing. Tað, ið her kemur til sjóndar, er vantandi fatan av, hvussu neyðugt tað er at hesi bæði, krea­ti­vit­eturin og læringin, ikki verða býtt sundur í tveir ikki samanhangandi part­ar, men eru ein eind – peda­gogar eru útbúnir til at leggja til rættis eitt optimalt læru­um­ hvørvi, men ikki at undirvísa. Um skipanina av hesum roynd­ar­virksemi stendur eina­staðni í frágreiðingini um bygnaðin í degnum: “7. Frítt spæl (frá uml. kl. 10.30 )”, sambært frágreiðingini slepp­ur hetta “fría” spælið at halda fram til kl. 11.05. Spælið hjá børnum er eyð­ kent av frælsi, er tað stýrt av vaksnum, er tað ikki long­ur spæl, men kanska undir­ vísing ella sosialisering. Spæl­ið í sær sjálvum er menn­andi, og skal ikki vera eitt instrumetalt amboð fyri undir­vísing, so fer meiningin við spælinum, og tað verður nak­að heilt annað. Missa vit spælið hjá børnum á gólv­ ið, so missa vit eisini ein tann mest týdningarmikla stuðulin undir menningina av børnunum, har tey sjálvi ogna sær verðina. Við vaksna­mannastýring av spæli­num skipa vit vaksnu verð­ina í okkara mynd, við vanda fyri, at børnini als ikki skilja hana, tí spælið er teirra sjálv­fataða ímynd av verðini. Tá ið avmarkaðir tíð­ar­karm­ ar verða settir um spæl­ið á hendan hátt, so er tað ikki longur frítt spæl. Av­mark- ingarnar gera, at børnini ikki hava tíð til ta heilt avgerandi lær­ingina í spælinum, hug­ flog, kreativitet, sosiala skip­an og ikki minst tíð til for­djúpilsi - flowið. Skipað á henda hátt, fer øll meiningin við hugtakinum “frítt spæl” fyri skeytið. Og at halda, at spæl er undirvísing, sigur í høvuðs­heitum bara nakað um hugburðin í mun til spæl og læring annars. Eitt hálvt tvørfakligt samstarv Í londunum uttan um okkum er nógv fokus á tvørfakliga sam­starvið millum lærarar og pedagogar, og duga flest øll fakfólk á økinum at sígg­ ja, hvussu neyðugt tað er og mennandi fyri børnini, at hesir fakbólkar við hvør sínari fakligu tilgongd sam­ starva á jøvnum føti. Í Dan­ mark hava fakfeløgini hjá báðum pørtum gjørt av­talur um samstarv, og um leiðslu­ viðurskiftini, har bæði peda­ go­gar og lærarar eru uppií. So er ikki í Føroyum. At tað av og á eru ósemjur millum tvey fakfeløg, ið umboða tveir ymiskar fakbólkar, er altíð væntandi. Men at Mentamáráðið, ið skal eit­ast at hava yvirskipaðu leiðs­ lu­na av báðum fak­bólk­um, og eigur at hava yvir­skip­ aða yvirlitið, óheft av ser­ áhuga­málum, gongur á odda í at spjaða fakbólkarnar og leggja fótonglar fyri fakliga sam­starvinum millum pedago­gar og lærarar, er ófati­ligt. Mentamálaráðið før­ir seg fram, sum um tað bara er ein partur í hesum máli. Tvørfakligt samstarv sær út til bara at vera orð í eini kunngerð uttan innihald. Danski RUC granskarin, Char­lotte Højholt, ið m.a. granskar í tvørfakligum sam­ starvi millum pedagogar og lærarar, sigur í eini grein í Infor­ma­tión, 10. juli 2013: “Eg síggi góðar møgu­ leikar fyri, at skúlar og dag­ stovnar arbeiða tættari sam­an, men tað, ið oftast hend­ir, er, at tað verður undir­vís­ingar­dagsskráin í skúlanum, ið verður al­tráð­ andi”. Framhaldandi sigur hon, at tað er harmiligt, at lær­ing­in og sosiali parturin hjá børnunum ikki hongur saman, tá ið talan er um tvør­ fakligt samstarv og leiðslu millum lærar og pedago­ gar. Oftast verður tað so, at pedagogar taka sær av tí sosiala, meðan lærar­ar­ nir undirvísa - hóast hetta eru tvær síður av somu søk. Sjálvt um skúlaleiðsla, lærar­ar og pedagogar kunnu hava allarbestu ætlan um ta best gjørligu yvirgongdina millum dagstovn og skúla, so hendir tað sjáldan, sam­ bært Charlotte Højholt, at vitanin hjá fakbólkunum báð­um um einstaka barnið verða deildar, serliga tað sosiala verður fyri vanbýti og skúladagsskráin verður gald­andi. Ikki er at taka seg aftur í, at tað eru júst hesi viðurskifti, ið gera seg gald­ andi í hesi royndini. Ikki minst, tá ið hugsað verð­ ur um, at pedagogar og pedagog­fakligheitin eru burt­ur í royndini. Greiðast kemur henda vant­ andi fatanin av tí neyðuga fak­liga samstarvinum, har tvær fakligheitir eru í spæli, til sjóndar í hesi útsøgnini hjá samstarvsbólkinum: ”Skal ein námsfrøðingur inn í 1. flokk má eitt krav um undirvísingarførleika vera til staðar. Enn hava náms­frøðingar ikki nevnda før­leika. Í verandi støðu er eins skilagott at leggja áherðs­lu á at eftirútbúgva lær­ar­ar til eina fjølbroytta menn­ing av næmingunum.” Í hesum broti sæst, hvussu av­markaða fatan, sam­ starvs­bólkurin hevur av tí, ið Charlotte Højholt kallar neyðuga samanfallið mill­ um millum fakliga og sosiala partin, her gerst greitt, at sjónarmiðið er undi­r­vís­ing og ikki læring, við ein­um rætti­liga trongum skúla­ sjónar­horni. Aðrastaðni sigur Charlotte Højholt, at stóri trupulleikin, tá ið ein og sami fakpersónur leiðir pedagogar og lærarar, er, at:»Det kræver, at en skole­leder er meget åben over­for at se på andre relevans­kriterier for, hvad der sker i en institution, end hvad der sker i skolen, for det er jo forskellige former for praksisser, og det er et af dilemma­erne« Fyrsti snávingarsteinurin í hesum forskúlanum – áðr­ enn tað varð umdoypt til royndarvirksemi – var akkur­ át leiðslan. Upp­runa­liga var ætlanin at hava eina tvíbýtta leiðslu millum skúlaeiðara og dagstovnaleiðara. Mikið rok stóðst av hesum, og endaði tað við at skúlaleiðarin stóð einsamallur við leiðsluni. Fylgja vit tí, ið Charlotte Højholt sigur, so er tað ein sjálv­fylgja at leiðslan er tví­býtt, fyri á besta hátt at kunna gagnnýta potentialini hjá báðum fakbólkunum. Vælkomin út á villar víddir, her skal eingin spara seg Grundað á eina fakliga met­ ing í mun til tað, vit vita um menning og læring hjá børnum, kann ikki tilráðast at seta kunngerðina um for­skúl­a­r í verk í tí líki hon hevur. Hon røkkur ikki teimum krøvum, vit mugu seta fyri hóskandi av­ bjóðingum hjá børnum mill­ um 6 og 7 ár, og livir ikki upp til fakpedagogisku krøvini á økinum. Kunngerðin og royndin byggir hvørki á føroyska vitan á økinum, altjóða vísinda­ligar kanningar ella á royndirnar í hinum Norður­ londum, ið hava serstøk til­ boð til tey 6 til 7 ára gomlu: Fin­land, Svøríki og Danmark. Við­víkjandi royndini kann sigast, at eingin verulig eftir­ meting hevur verið av henni, tí er tað eisni torført at síggja, hvat Mentamálaráðið grund­ ar hetta á: “Staðfest verður, at skipanin hevur virkað væl og verður kunngerðin tí sett í gildi.” Tann synergieffekt og dygd í tilboðnum, ið kann stand­ ast av tvørfakligum sam­ ar­beiði millum tveir fak­ bólk­ar í arbeiði­num við hes­um aldurs­bólki­num, er heilt burtur, og tað, hóast annar fak­ból­k­ur­in er serliga út­búgvi­n til at arbeiða við teim­um 6 til 7 ára gomlu. Eitt sindur margháttligt er tað eisini, at alt bara verður grundað á henda eina for­ skúlan. Vit hava hóast alt aðr­ar forskúlar, harumframt hava vit drúgvar royndir við skúla­bólkum fyri tey 6 til 7 ára gomlu á dagstovnum okkara, hví hesin partur ikki er við, tá ið ein so týdn­ing­ar­mikil avgerð verður tikin, kenst heldur ikki serliga trygt. Trengri vit skipa karmarnar um lívið hjá børnunum og fyrr í lívi teirra, størri er vandin eisini fyri, at tey seinni í lívinum fáa sosialar og psykiatriskar diagnosur og trupulleikar við læringini. At tað harumframt skal ar­ beið­ast við at bróta sosiala arv­in átti at verið eyðsýnt, ser­liga við Pisakanningunum í huga. Tað er týdningarmikið, at vit taka røttu avgerðina, hvat skal henda við lívinum hjá teim­um 6 til 7 ára gomlu, annars kunnu vit gera óbóta­ lig­an skaða, slík avgerð kann ikki verða merkt av tilvild. Modelmynd tíðargrein