hósdagur 15. august 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. august 2013 · Nr. 93
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
Nýggjar kanningar vátta:
Dollin er partur av heimssøguni
Tað er komið rættuliga fitt meira komið undan kavi um D.J. Danielsen og um hansara leiklut í stríðnum
móti ræðustýrinum hjá Lepold 2. í Congo. Henda søgan er nú við at vekja ans í Bretlandi
1. partur
Í hesum døgum fyri 110 ár
síðani var havnarmaðurin
Daniel Jacob Danielsen á
eini søguligari kanningarferð
í Congo at kanna ræðuleikar
nar í landinum. Fáar mánaðir
seinni skapti hann sjálvur
heimssøgu.
Tað eru nógvar minniligar
sjóferðir gjørdar av føroying
um. Men tann mest søguliga
sjóferðin, sum nakar føroy
ingur hevur gjørt, er tann
hjá havnarmanninum Daniel
J. Danielsen, kallaður Dollin
við bátinum “Henry Reed”.
Sjóferð er kanska nakað
nógv sagt, tí henda ferðin var
á eini á, nevniliga Congoáin,
sum kortini í mun til okkara
áir er sum eitt hav.
Dollin var bæði skipari og
maskinmeistari. Hann var
útbúgvin maskinmeistari, og
hann hevði frammanundan
havt somu størv á bátinum
“Pioneer” hjá Balolo missi
ónini.
Tað var ein annar hvítur
maður við. Hetta var bretski
konsulin í Congo, Roger Case
ment. Umframt var lokal
manning, einir 20 mans, og
hennara størsta uppgáva var
at høgga timbur á landi til
brennievni til dampmaskin
una.
Uppgávan hjá Casement
var heilt serlig. Hon var at
kanna tíðindi um, at í Congo
var eitt ræðustýrið, skipað av
belgiska konginum Leopold
2, sum hevði Congo sum
sína persónliga ogn. Hetta
hevði Bretland heimild til, tí
Leopold var bara “uppsitari”
av Congo eftir sáttmála
gjørdur i 1885 millum 14
europeisk lond, millum hesi
Bretland og Danmark.
Dollin mynstraði umborð
17. juli, og hann mynstraði av
15. september eftir at hava
verið niðan eftir ein stóran
part av Congo ánni og oman
aftur. Hetta merkir, at í
hesum døgum fyri 110 árum
síðan var Dollin á veg niðan
eftir Congoánni, har hann
fekk víst sín dugnaskap sum
skipari, sum Casement eisini
tekur til. Hetta var ikki bara
sum at siga tað við sand
rivum, rekandi trøum og
øðrum vandum, sum kundu
vera.
Um so Dollin legði alt frá
sær, tá ið hann fór í land,
hevði tað verið nóg mikið
til at tryggja honum pláss í
siglingarsøguni. Hesin part
urin av hansara søgu er
hampiliga væl kendur frá
ymiskum bókmentum, eisini
dagbókini
hjá
Casement.
Dollin var sjúkur, tá ið hann
fór í land. Tann 20. september
fór hann við rutuskipinum
Phillippeville til Bretlands,
hagar hann er komin um 11.
oktober.
Nýggjar kanningar
vátta søguna
Nú er tað hansara veruliga
søga byrjar. Tann søgan, sum
hevur verið stórt sæð púra
ókend í meira enn hundrað ár.
Í hesi og komandi tveim
um Miðvikum verður greitt
frá seinastu kanningunum
av søguni hjá Dollan, sum
allar stuðla teimum niður
støðum, sum fyrr eru gjørdar.
Nevniliga, at tað var Dollin,
sum var upprunin til ta
ljósmyndafundarrøð,
sum
førdu til ta fólkarørslu í
Europa og USA móti ræðu
stýrinum í Congo, ið endaði
við, at belgiski kongurin
Leopold 2 í 1908 mátti lata
Congo frá sær sum persónliga
ogn til belgiska statin. Hetta
kann sigast at vera ein
heimssøgulig hending.
Fyri nøkrum árum síðani
var ein ferðaframsýning um
Congo og sambandið við
norðanlond á teimum norð
urlendsku tjóðsøvnunum.
Í hesum sambandi var
kannað, um nakar føroyingur
hevði havt nakran leiklut
í Congo. Tað, sum tá fanst,
var hildið at hava so lítið
uppá seg, at tað var ikki
vert at taka upp á tungu á
framsýningini.
Men veruleikin er tann,
at tað júst var tann eini
føroyingurin í Congo, sum
gjørdi tann mest slóðbrótandi
innsatsin fyri fólkið í Congo
í mun til teir allarflestu
teimum túsundavís norður
lendingarnar í Congo. Teir
vóru har fyrst og fremst fyri
at tæna statinum bæði á
landi og sum sjómenn.
Hetta vísti eg á í bókini
“Dollin – havnarmaðurin,
sum broytti heimssøguna”,
sum kom út í 2010 við enskum
samandrátti.
Hesin samandráttur hevur
gjørt, at bókin hevur vakt
ans uttanlands. Tí var eg
biðin um at skriva eina grein
um Dollan í tíðarritinum
Brethren Historical Review,
sum verður givið út av BAHN,
sum stendur fyri Brethren
Archivists and Historical
Network. Tey sum hava
áhuga fyri hesum stovni
kunnu fara inn á heima
síðuna: brethrenhistory.org
Samandráttur
av
hesi
grein var í tveimum Miðvik
um seinasta heyst.
Dollin tók søguligu
myndirnar
Henda greinin førdi til meira
kanning, og hon kom fyri ein
stóran part at snúgva seg
um myndirnar, sum vórðu
brúktar í hesi fundarrøð. Tað
var greitt, at Dollin hevði nýtt
myndir, sum hann sjálvur
hevði tikið, og hesar vóru
vístar í hvussu er í Havn og
á Viðareiði í 1904.
Tað hevur verið nógv
skrivað, serliga á enskum, um
hesa fundarrøð í Bretlandi,
sum hevði ta nýskapan við
sær, at saman við munnligu
frásøgnum um ræðuleikarnar
vóru vístar myndir av fólki av
lamløstaðum fólkum, serliga
við
avkvettum
hondum,
sum gjørdust ímyndin av
yvirgangin móti fólkinum í
Congo.
Søgan aftanfyri kvettu
hendurnar var, at leiguher
menninir hjá Leopold máttu
lata myndugleikunum eina
avkvetta
høgruhond
fyri
hvørja patrón, teir kundu fáa,
tá teir komu aftur av vígvølli.
Hetta var mest frá dripnum
“fíggindum”. Men restaði í, so
kvettu teir høgru hondina av
tilvildarligum livandi fólkum,
og hetta kundi so geva eina
eyka patrón!
Júst hetta gjørdi sítt
til, at fólk gjørdust øst og
uppskakað. Hóast talið av
fólki við avkvettum hondum
ikki var stórt sammett við
øll, sum vórðu dripin, so østu
júst hesar myndir av fólki við
avkettum hondum fólk meira
enn fólk, sum vórðu dripin.
Tað hava ymisk nøvn
verið søgd at hava tikið hesar
myndir, men Dollin var ikki
millum hesi. Tí var hildið,
at myndirnar hjá Dollanum
hava verið horvnar saman
við øðrum tilfari, hann hevur
havt heim við sær úr Congo.
Tað hevur ikki gjørt tað
lættari, at Dollin og konan
vóru barnleys. Tí hevur
eingin verið at spyrja.
Ikki alt sum
presturin prædikar
Hetta
við
myndunum
í
sambandi við Congo Reform
Campaign og tann ávirkan,
sum hetta hevði, verður
roknað fyri at vera ein serlig
søga, sum tað eru skrivaðar
bæði greinir og bøkur um.
Tá eg fór at nærlesa hetta
var skjótt komið eftir, at
nógv sum var skrivað um
upprunan til hesar myndir
ikki kundi passa.
Hetta snúði seg bæði um,
hvør ið skuldi hava tikið
myndirnar, nær og hvar tær
vóru tiknar, og hvør ið skuldi
hava tikið myndirnar við til
Bretlands. Hetta kundi serliga
staðfestast út frá dagbókini
og frágreiðingini hjá Roger
Casement, sum stóð fyri
umrøddu kanningarferð.
Tað vísti seg, at tá ið alt
var sáldað frá, sum ikki kundi
passa, so var bert Dollin eftir,
sum kundi vera tann veruligi
myndatakarin.
Trúboðaramynd av D.J. Danielsen
Dollin var upprunaliga skipari og meistari á missiónsbátinum Pioneer.