hósdagur 15. august 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 16. august 2013 · Nr. 93
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Er serligur trupulleiki í
hesum kanningum er, at
Dollin er fullkomiliga úti
hýstur úr allari søguskriving
á hesum økinum. Tað verður
komið aftur til hetta. Tey
sum hava skrivað, hava so
bert gitt upprunan til mynd
irnar út frá teimum nøvnum,
sum eru nevnd. Tað finst
nevniliga eingin upprunalig
skráseting av myndunum. Tí
er myndatakarin heldur ikki
nevndur, og so má bara
gitast.
Greinin við niðurstøðuni,
at tað var Dollin, sum bæði
tók hesar myndir, og sum
byrjaði umrøddu fundarrøð
varð send til ymisk serkøn
søgufólk úti í heimi, og tey
góvu mær viðhald. Millum
hesi var Adam Hochshild,
rithøvundin at best kendu
bókini um Congo hesa tíðina,
Kong Leopolds Arv, sum hon
eitur á donskum.
Eg fekk eisini viðhald frá
teimum, har eg hevði kunnað
víst á, at teirra skriving var
skeiv. Hesi mettu eisini, at
tað var vorðið sum avrik, at
fáa Dollan aftur til lívs og
skrivaðan inn í søguna.
Framhaldandi kanning
váttar niðurstøðuna
Umrøddi Bahn felagsskapur
hevði 15-17. juli eina søguliga
ráðstevnu sunnast í Ong
landi, og har var eg boðin
við at greiða meira frá um
Dollan. Hetta gav eitt gott
høvi til at steðga á í London
at gera nærri kanningar.
Fyrsta miðið var bóka
savnið hjá London School of
Economics, haðani tað fyrr
er fingið brævaskifti millum
Dollan og Edmund Morel.
Hann gav út tíðarritið West
African Mail, sum eisini
fór í hernað móti Leopold
kongi. Hann gjørdist ein av
oddamonnunum í hesum
stríði móti skilinum í Congo.
Hesa ferð varð leitað eftir
tilfarið í tíðarritinum hjá
Morel, West African Mail,
og í brævaskifti millum H.
Grattan Guinness, leiðaran í
Balolo Missiónini, og Morel.
Her var eisini funnið nýt
tilfar, sum váttar hesa søgu.
Eitt tað týdningarmesta er
eitt bræv, sum er skrivað av
Grattan Guinness til Morel
16. oktober 1903, einans fáar
dagar eftir, at Dollin var
komin aftur til Bretlands.
Hetta bræv hevur verið
ókent í meira enn 100 ár, og
tí kann tað vera av áhuga,
at tað verður endurgivið í
fullum líki:
Brævið, sum er
gloymt í 100 ár
Góði harra Morel
Fyrigev mær, at eg ikki
beinanvegin svaraði vinarliga
fjarriti tygara við brævinum,
sum kom aftaná.
Tað var við stórum áhuga,
at eg las tygara bókling
[helst Congo Slave State,
um støðuna í Congo]. Eg
eri takksamur fyri, at hann
verður býttur út ókeypis, og
eg rokni við, at hann kemur
víða um. Lat meg vita, hvussu
nógvar av hesum bóklingum,
eg kann fáa, tí eg havi áhuga
fyri at tær kunnu koma í
hendurnar á so mongum
vinum sum gjørligt.
Ein av okkara maskin
meistarum, Mr. Danielson, er
beint komin heim frá Congo.
Gjøgnum tveir mánaðir, áðr
enn hann fór úr Vestur
Afrika, hevur hann verið í
fylgi
við
“His
Mayesty’s
British Consul”, harra Case
ment, á eini serligari kann
ingarferð í økinum hjá ABIR.
[Hetta var økið hjá eini
gummifyritøku, har fram
ferðin móti fólkinum var
serliga harðrend].
Casement er nú á veg
heim til Onglands. Hann
ferðast ikki gjøgnum belgiska
Congo, men gjøgnum franska
Congo oman til sjóvarmálan,
haðani hann fer heim við
ferðamannaskipi.
Eg ivist ikki í, at hann
hevur havt eitt umfatandi
brævasamband við bretsku
stjórnina á ferðini. Tá ið
hann kemur heim fer hann
at hitta uttanríkisráðharran
, Lord Lansdowne.
Sjálvandi hevur Mr. Dan
ielson sæð júst tað sama sum
Casement, og hann hevur
eisini skrivað hetta niður,
sum hann hevur sæð.
Eg skilji á honum, at
Casement bað hann um at
vera varin við, hvat hann
segði, meðan hann enn var í
Afrika, men tá ið hann var
komin aftur til Bretlands,
stóð honum frítt at greiða frá
øllum, sum hann hevði sæð.
Spurningurin er nú, um
vit skulu greiða frá øllum
hesum í komandi Regions
Beyond, [mánaðarblaðið hjá
missiónini]. Men hetta kemur
ann uppá, hvat stýrið fyri
okkara missión heldur vera
besta háttin at almanna
kunngera hetta tilfar.
Um vit gera av at hava
eina serliga grein í Regions
Beyond, havi eg ógvusligar
myndir, sum vísa ræðuleikar,
sum ikki bert eru frá fyrr í
tíðini.
Eg
havi
tríggjar
ræðuligar myndir tiknar teir
seinastu tveir mánaðirnar av
lamløstaðum fólki. Um tyg
um hava hug at almanna
kunngera nakað í tygara
blaði av tí, sum vit prenta í
Regions Beyond, so vilja vit
fegin geva tygum nakrar
blokkar.
Tað einasta, sum kann fáa
okkum at ivast, er, at vit vilja
ikki spilla nakað fyri Case
ment í hansara komandi
samskifti við bretsku stjórn
ina. Men tá ið hann hevur
givið Danielson nevnda loyvi,
kann tað vera, at vit prenta
tað beinanvegin. Vit skulu
siga tygum frá, tá ið avgerðin
verður tikin.
Í meðan fegnist eg um, at
tygum hava gjørt so nógv
fyri at varpa ljós á hesi
viðurskifti, so bretski al
menningurin kann fáa at
vita, hvussu tað siviliseraða
Europa háttar sær móti
verjuleysum afrikanarum.
Lat hetta vera okkara
millum.
Bestu heilsur
H. Grattan Guinness.
Ikki bara skipari
Hetta brævið vísir greitt, at
Dollin hevur ikki “bara” verið
skipari og meistari umborð á
Henry Reed. Tað hevur uttan
iva verið ætlanin frá byrjan
av. Men hann er uttan iva
skjótt blivin ein sameindur
hjá Casement í hansara
kanningararbeiði.
Casement hevur viljað
havt boðskapin um skilið í
Congo skjótt út í Bretlandi,
men hann kundi ikki sjálvur
fara heim beinanvegin. Teir
hava eftir øllum at døma
hava gjørt avtalu um, at
Dollin skuldi kunna “gera
bart”
um
viðurskiftini
í
Congo, so skjótt hann var
komin til Bretlands. Hann
var tó so varin, at hann gjørdi
einki alment fyrr enn Case
ment var farin úr Congo.
Teir í brævinum umrøddu
blokkar av myndum er helst
tríggjar
samanhangandi
myndir. Í hesum myndum
frá Congo eru ofta tríggjar
samanhangandi myndir.
Tá ið Grattan Guinness
nevnir tríggjar myndir, so er
hetta fyrstu myndirnar av
fleiri, hann fekk frá Dollan.
Tilsamans hevði hann einar
80 myndir.
Komandi Miðvika
Í komandi parti verður
greitt frá, hvussu Dollin
varð útihýstur úr
almennu søguskrivingini
um hetta mál, og um tær
ábendingar, sum eru um
orsøkina
Miðvikan
Bygdin Bonginda, har Dollin virkaði
Roger Casement,
sum stóð fyri
kanningarferðini,
sum avdúkaði
ræðustýrið
hjá Leopold
2. Dollin var
hansara fremsti
samstarvsfelagi
Hetta bræv hevur
verið ókent í
meira enn 100
ár. Tað er enn ein
avgerandi váttan
tann søguliga
týdning, sum
Dollin hevur havt.
Havnarmaðurin
Poul Guttesen
var ein teirra sum
hevði framløgu á
søguráðstevnuni,
har eisini var
ein framløga
um Dollan.