Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. august 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. august 2013 · Nr. 93 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 JARN­BREYTA­R­STØÐIN Í ZIMPREN Týski rithøvundurin Heinrich Böll, 21.12.1917-16.07.1985, er ein av teimum stóru týsku rit­høv­und­u­ num eftir kríggið. Hann var her­ mað­ur øll bardagaárini 1940-1945. Gjørdi veruliga vart við seg sum rit­høv­undur, tá ið hann í 1951 skriv­ aði bókina Wo warst du, Adam? Í áru­num 1947-1985 skrivaði Heinrich Böll stórt tal av skaldsøgum, stutt­ søg­um og hoyrispølum. Tríggjar tær sein­astu skaldsøgurnar komu út aftaná, at høvundurin var deyð­ ur. Sjálvur segði hann, at han­sara aðalevni var kærleiki og reli­gión, kenslur, ið ikki kunnu dik­terast, og hann vildi minna á, at »menn­ iskj­að ikki einans er til fyri at verða umsitið.« Ta totalu um­sit­ ing­ina hevði hann upplivað í naz­ itíðini og í herinum; rákið til hesa umsiting sá hann eisini í tí mod­ ernaða samfelagnum, sum hann fanst at meira harmabundið enn ágangandi.« Hann fekk Nob­el­heið­ ur­s­løn­ina í 1972. Undirritaði hevur roynt at um­ seta úr donskum stuttsøguna Der Bahn­hof von Zimpren, sum Heirich Böll skrivaði í 1958. Í tí donsku um­ setingini er víst á, hvussu skald­ skapurin, ikki minst hans­ara nov­ ellir (stuttsøgur), so týdn­ing­ar­mikið av­mynda hansara sansiliga og djúpt mor­al­ska viðkvæmi við hum­ ori og satiru – og ræðslu og ótta á rang­uni. Hansara skaldskapur er høgt í met­um um allan heimin. Hjá jarnbreytarstarvsfólkunum í øki­num Wöhnisch er jarn­breyt­ ar­støð­in í Zimpren langt síðani vorðin ræðsl­an sjálv. Um nakar vísti ósketni í tæn­ast­ uni ella á annan hátt gjørdist illa lýddur av yvirmonnum, varð tesk­ að: »Hasin har, um hann heldur fram við hesum, endar hann við at verða fluttur til Zimpren.« Hó­ ast hetta, er tað tó einans tvey ár síðani, at flyting til Zimpren var ein ynskidreymur hjá øllum jarn­ breyt­ar­starvs­fólkum í økinum Wöhn­isch. Tá ið væleydnaðar oljuboringar vórðu gjørdar við Zimpren, og tað flót­andi gullið sprændi upp úr jørð­ini í meturtjúkkum strálum, hækk­aðu prísirnir á byggilendi fyrst til tað tíggjudupulta. Hóast hetta, bíðaðu teir klóku bóndirnir, til prís­urin – av tí at flótandi gullið í átta mán­aðir hevði sprænt og fram­vegis sprændi upp úr jørðini í met­ur­tjúkkum strálum – var hækkaður til tað hundrað­ dupulta. So steðgaðu prís­ir­nir, av tí at strálurnar gjørd­ust ikki so tjúkkar, einans fýrs, trý­og­trýss og at enda fjøritu centimetrar tjúkk­ ar; hendan tjúktin stóð við í eitt hálvt ár, og prísurin á byggi­lendi­ num­, sum fyrst var farin nið­ur á tað hálvtrýssdupulta av tí upp­run­ a­liga prísinum, fór aftur upp í tað nýggjutrýssdupulta. Parta­brøv­ini hjá SUB TERRA SPES komu aft­ur í eina trygga legu. Bert ein einsamallur persónur í Zim­pren hevði staðið ímóti hesum ó­vænt­aða vælsignilsi: trýss ára gamla einkjan Flora Klipp, sum, hjálpt av sínum evnaveika húskalli Gos­win, helt fram við at dyrka jørð­ina hjá sær, meðan koloniir av blikk­bar­ak­k­um, handilsskúrum, bio­grafum uppstóðu á økinum um henn­ara traðir, og arbeiðarabørn spældu »borufrøðingar« í olju­hylj­ um. Stutt tíð gekk, áðrenn soc­i­o­l­og­ isk tíðarrit komu við gransk­ing­ar­ grein­um um fyribrigdið Zimpren, kom­p­e­tent arbeiði, fiksar analysur, sum í øðrum, líknandi umhvørvum vaktu áhuga og ans. Eisini varð ein reportagu-roman skrivað, »Zim­ prens himmal og helviti,« ein film­ur varð gjørdur, og ein ung aðal­s­dama kunngjørdi í einum illu­strer­að­um blaði sínar annars dis­kretu end­ ur­minningar: »Sum gøtu­genta í Zimpren.« Fólkatalið í Zim­pren økt­ ist í tvey ár úr trý­hundr­að­og­sjey­og­ fýrs til seksoghálvtrýsstúsundog­ átt­a­hundr­a­ð­og­nítj­an. Økisumsitingin fyrireikaði seg bein­an­vegin til hetta nýggja væl­ sign­ils­ið: ein stór, nýmótans jarn­ breyt­ar­støð við stórum bíðirúmi, ben­sin­baði, aktualitetsbio, bók­ a­handli, restaurant og ferð­a­ góðs­goymsl­u­avgreiðslu. Alt varð bygt og innrættað við einari hig­ artil ó­kend­ari, øgiligari ferð. Frá fyrisitingarstjóranum í Wöhn­ isch­øki­num kom slagorðið, »Framtíðin í okk­ara øki liggur í Zimpren,« sum var á mannamunni í langa tíð. Á­lít­andi starvsfólk, hvørs framflytingar í hægri størv higartil høvdu verið ó­gjørlig vegna tørvandi normering, vórðu nú framflutt og flutt til Zimp­ren, sum soleiðis fekk tey dugn­a­ligastu starvsfólkini. Á einum fundi, sum hevði skund, gjørdi bý­aræt­ lanarnevndin av at hevja Zimpren til D-jarnbreytarstøð. Hetta var ein skilagóð avgerð, tí arbeiðsfólk í stór­um tali komu til Zimpren og stóðu vónrík í bíðurøðum uttan fyri starv­set­an­arskrivstovuna. Á drykkjustovum, sum skjótt komu í Zimpren, gjørdust einkjan Klipp og hennara húskallur Goswin væl umtókt; sum tjóðminnafrøðiliga um­boðandi upprunafólkið prógv­aðu tey bæði, hvussu væl tey toldu brennivín, og hittinorðað, sum tey vóru, gjørdust tey áhaldandi orsøk til skemt og látur millum tilflutt fólk, sum fegin góvu Floru Klipp eitt glas av sterkum fyri at hoyra hana siga: »Trúgvið ongantíð jørðini, trúgv­ið henni ikki í hundraðogátta cent­i­ metra dýpi; » og Goswin end­ur­tók eftir trimum - fýra snapsum, so ofta tað skuldi vera, aftur og aft­ur hesi tápuligu orð: »Tit skulu nokk fáa tað at síggja, so kunnu tit sjálvi síggja.« Zimpren vaks við fúkandi ferð. Tað, sum í byrjanini var ein fløkt­ur ruðuleiki av barakkum, blikk­skúr­um, ivasomum drykkj­u­ stov­um, gjørdist so við og við ein vælskipaður lítil býur, sum har­aft­ urat var vertur fyri eini bý­ar­skip­an­ ar­kongress. SUB TERRA SPES hevði fyri langt síðani uppgivið at yvirtala einkj­una Klipp at selja traðir, sum lógu væl fyri nærindis jarn­breytarstøðini. Í fyrstani tyktust hes­ar traðir at darva framburðinum á van­lukkuligan hátt, men skilagóðir ar­ki­tektar lagaðu hepnisliga bý­arskip­anina og lovprísaðu traðunum sum »einastandandi dekorativ inn­ vev­ing«; tessvegna vuksu kál, eplir og røtur beint har, sum SUB TERRA SPES fegin vildi hava teirra administratiónsbygning við svimj­ i­hyli til verfrøðingar í hægsta løn­ ar­flokki. Flora Klipp var óvikalig, og Go­s­ win endurtók áhaldandi, sum ekkó av bønarsongi, sítt motto: »Tit skulu nokk fáa tað at síggja, so kunnu tit sjálvi síggja.« Við íðinskapi, sum eyð­kendi hann, og við varsemi tók hann burturímillum røtur, setti eplir í snórabeinar foyrur, og gramdi seg við óskiljandi ljóðum um tað svarta sótið, ið spilti tær grønu nálirnar. Tað hoyrdist sum túnatos og tesk frá munni til munn, at oljustrálurnar vórðu vorðnar tynri; nú vóru tær ikki fjøruti, men – soleiðis varð tesk­að – einans seksogtredivu cent­i­metr­ ar; í veruleikanum vóru tær ei­ n­ans áttaogtjúgu centimetrar, og um tað mundið, tá ið tjúktin alment varð kunngjørd, var hon veruliga einans nítjan. Hendan hálvalmenna lygnin var so langt úti, at, tá ið einki, so avgjørt einki, sprændi úr tí tolnu jørðini, varð kunn­gjørt, at strálutjúktin var fimt­an centimetrar. Á hendan hátt sprændi oljan alment, hóast als eingin olja kom úr jørðini í fjúrt­an dagar; í loyndum koyrdu tanga­bilar hjá SUB TERRA SPES um náttina olju til Zimpren frá øðr­um fjarskotnum boristøðum. Hetta var zimprensk olja, varð sagt. Tær almennu frásagnirnar um strálutjúktina broyttust tó líð­ andi: frá fimtan til tólv, frá tólv til sjey – og so, við einum djørvum lopi, til null, samstundis sum tað varð kunn­gjørt, at hetta var fyribils, hóast nógv vistu, at hetta var endaligt. Júst um hetta mundið var jarn­ breyt­ar­støðin í Zimpren í sonnum blóma; hóast fáir tangabilar koyrdu frá jarnbreytarstøðini, streym­ aðu tey arbeiðsleysu í stórum tali, takkað veri tí dugnaliga tíð­inda­ stjór­a­num hjá SUB TERRA SPES, men samstundis byrjaðu tey ar­ beiðs­leysu í Zimpren at ríma til onn­ ur landaøki, eisini tey, sum óivað kundu fingið løn í meira enn eitt ár við dem­ontering og burturbeining av anleg­gum og maskinum og øðr­ um íløgum. Tey gjørdust bangin og rýmdu. Í ferðaseðlaskrivstovuni og ferðagóðsavgreiðsluni gjørdist slík trokan og skotran, at tann vón­ leysi jarnbreytarstøðstjórin, sum sá besta fólk hjá sær fáa strongd og nervafall, var noyddur at biðja um hjálp. Eykaaðalfundur varð í økisumsitingarráðnum, sum normeraði eitt nýtt – tað fimt­ anda – tænastu­mannastarvi í Zim­pren. Um tesk og slatur er eft­ ir­farandi, gekk tað hart fyri seg á eykaaðalfundinum; tað ljóð­aði, at fleiri av limunum í um­sit­ing­ar­ ráð­num vóru ímóti at játta nýggja norm­ering til starv í Zimpren, men stjór­in fyri støðsøkið Wöhnisch skal hava sagt.«Tað er okkara skylda at ar­beiða við bjartskygni ímóti svart­skygni í fólkarúgvuni.« Eisini buffisturin í jarn­breyt­ ar­rest­au­rat­i­ónini upplivdi trok­an, sum samsvaraði við tí í ferð­a­seðl­a­ lúkuni: tey uppsøgdu máttu drukna teirra vónloysi, tey ný­komnu styrkja teirra vónir, til at enda, tá ið ølið hevði loyst tung­u­bondini, kvøldini endaðu við vón­leysum drykkjuskapi, sum sam­an­bant hasar báðar bólkarnar. Í slík­um løtum vísti tað seg, at tann evn­a­ veiki Goswin var førur fyri at flyta sína áskoðan úr framtíð til nútíð, tí nú segði hann: »Nú síggja tit tað, kunna tit so sjálvi síggja?« Fjálturstungið royndi tað hægra tekn­iska starvsliðið hjá SUB TERRA SPES at fáa oljuna aftur at spræna. Ein sólgarvaður, ovurdjarvur pers­ ónur í cowboylíknandi búna varð heintaður við flogfari av fjar­skotn­ um leiðum; í fleiri dagar ristu og skulvu fólk og jørð av ógvusligum spreingingum, men heldur ikki tí sólgarvaða eydnaðist tað at lokka eina strálu so mikið sum ein mil­l­i­ met­ur tjúkka úr jørðini. Frá einum av sínum traðum, har hon beint tók burturímillum gul­a­ røtur, hugdi Flora Klipp í fleiri tímar eftir einum ungum verkfrøðingi, sum frá sær sjálvum vendi og snar­ aði eitt pumpuhondkast; at enda gleivaði hon yvir hegnið, legði hond­ina á herðarnar á tí unga mann­inum, og tá ið hon sá, at hann græt, tók hon hann inn at sær og segði uggandi: »Harragud, drongur, ein kúgv, ið er tornað upp, gevur nú ­ein­a­ferð onga mjólk.« Av tí at uppturkingin av olj­u­ keld­u­num bart út ikki samsvaraði við pro­gnos­ur­nar, varð áhaldandi dapra gramli kryddað við einum orði, sum skuldi veita burtur alt heila­virk­semi: sabo­taga. Tey smædd­ust ikki við at hand­taka Goswin, og hóast hann varð sleptur leysur vegna tørv­andi próførslu, kom tað fram í rættinum, at Goswin í sínum ungu døgum hevði búð 2 ár í einum húsi, har eisini ein kommunistiskur spor­vagn­a­ Soleiðis hugleiddi Óli P um oljuvinnuna í Føroyum tíðliga í øldini