Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-15, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. august 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 16. august 2013 · Nr. 93 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 starvs­mað­ur hevði búð. Tá ristu nógv við høvdinum. Einkjan Klipp varð heldur ikki eirað fyri ill­gruna; húsarannsókn varð framd í henn­ ara húsi, uttan tó at nakað av­dúk­ andi varð funnið, burtursæð frá ein­um reyðum sokkabandi, sum Flora Klipp gav frágreiðing um. Komm­iss­i­ónin var tó ikki sannførd um tað, ið Flora Klipp segði: hon segði, at henni í sínum ungu døgum dámdi væl at ganga við reyðum sokk­a­bond­um. Partabrøvini í SUB TERRA SPES dalaðu sum bløðini um heyst­ ið, og sum orsøk til at teir góv­ust við projektinum í Zimpren varð upplýst: politiskar orsøkir, sum tað vildi verið vandamikið fyri tryggleikan hjá statinum at av­dúka, høvdu trýst felagið at fara av øki­ num. Zimpren fór skjótt í niðurgongd; bor­i­torn­ini vórðu tikin niður, barak­kirnar skræddar burtur, prísi­rnir á byggilendi fullu til undir tað hálva av uppr­unaprísunum, og hó­ast hetta hevði ongin bóndi dirvi at royna seg við hesi skitnu, sund­ur­pleyr­aðu jørð. Íbúðablokkar vórðu seldir til niðurrívingar, kloakk­rør skrødd upp úr jørðini. Í eitt heilt ár var Zimpren eitt satt eld­o­rado hjá upp­høgg­ing­ar­monn­ um og ruskhandilsmonnum, sum ikki so mikið sum vendu sær til góðsavgreiðsluna á jarn­breyt­ar­ støðini­, tí alt skramblið fór av­stað við skirvisligum lastbilum: skáp og sjúkrahúsútgerð, ølgløs, skriv­ar­a­ borð og sporvagnaskinnarar vórðu á hendan hátt aftur dragsað burtur úr Zimpren. Í longri tíð fekk stjórin í Wöhn­ isch­øk­i­num hvønn dag eitt a­no­ nymt postkort við tekstinum: »Fram­tíð­in fyri okkara økið liggur í Zim­pren.« Allar royndir at finna av­send­aran vóru úrslitaleysar. Enn eitt hálvt ár hevði Zimpren status sum D-jarnbreytarstøð, av tí at hon jú í altjóða ferðaætlan hevði hetta heiti. Tessvegna steðgaðu ó­tolin snartok á hesari nýggju jarn­breyt­ ar­støð av miðalstødd, har eingin nakrantíð fór á og av, og mang­ur ferðandi hevur óivað gán­andi hugt út av vindeyganum og spurt seg sjálvan, sum so mang­ur ferðandi spyr seg sjálvan á so mongum jarnbreytarstøðum: »Hví munnu vit steðga her?« Og mundi hann síggja rætt: vóru tár í eyg­u­num á tí - at síggja til - gløgga jarn­brey­t­ ar­mann­inum, sum við svárari, rist­ andi hond vísti skeltið hjá sær fyri at geva tokinum boð um at fara? Ferðamaðurin sá rætt: støð­ stjórin Weinert græt veruliga; hann, sum í sínari tíð hevði latið seg flyta til Zimpren úr Hulkihn, ein snarstøð uttan framtíð; hann sá her sína vitan, sínar royndir, sín­ar fyrisitingarligu gávur hjálp­ ar­leyst fara til spillis. Og ein ann­ar persónur fekk tann bilsna ferð­a­ mann­in at minnast hesa jarn­breyt­ ar­støð: tann klodduti hús­kall­urin, sum, styðjandi seg nið­ur á hypp­ ingarjarnið, rópti eftir toki­num, sum so líðandi fór avstað hin­u­ megin bummin: »Nú síggja tit tað, kunnu tit so sjálvi síggja?« Gaman í, eftir tveimum døprum ár­um gjørdist Zimpren aftur eitt sam­felag, men bert eitt lítið, tí tann klóka Flora Klipp hevði, tá ið prísurin á jarð­ar­økjunum umsíðir var farin niður á umleið tíggjundapartin av upp­run­ aligu prísstøðu, keypt næst­an alt Zim­pren, eftir at jørðin væl og virðiliga varð ruddað av upp­ høgg­i­ngarmonnum og rusk­hand­ i­ls­monnum; men eisini speku­la­ti­ ónin hjá frú Klipp vísti seg at vera óumhugs­að, av tí at tað ikki eydn­ aðist henni at lokka nóg mikið av ar­beiðs­megi til dyrkingar av jørð­ini. Tað einasta, sum varð verðandi ó­broytt í Zimpren, var tann nýggja jarn­breyt­ar­støðin; ætlað einum býi við hundr­að túsund íbyggjarum av­greiðir hon nú einans sjeyogfýrs. Stór er jarnbreytarstøðin, ný­ mót­ans við øllum hugsandi hent­ leik­um. Økisumsitingin hevði í sín­ari tíð ikki ivast í at játta tann vanliga prosentpartin av bygg­ i­kostn­að­i­num til listaligt prýði; tess­vegna er norðurendin við ong­ um vindeygum prýddur við ris­ a­stórum kálkmálningi, gjørd­ur av tí geniala Hans Otto Winkl­er; kálkmálningurin, sum øki­s­um­ sit­in­g­in hevði navngivið »Menn­ iskjað og hjólið,« er gjørdur í vøkr­um grágrønum, svørtum og reyðgulum nuansum, sum lýsa mentanarsøgu hjólsins; men av tí at jarnbreytarstarvsfólkið ong­an­ tíð kom til norðursíðuna av hús­ u­num, var listaverksins einasti á­skoð­ari í longri tíð tann evnaveiki Goswin, sum át matpakkan hjá sær við útsýni til kálkmálningin, með­an hann velti ta moldina, sum upp­run­ a­liga lá undir einari rampu hjá SUB TERRA SPES, til eplaveltu. Tá ið nýggj ferðaætlan kom út, og Zimpren varð endaliga strikað sum D-jarnbreytarstøð, raplaði tað ørvitiskenda bjartskygni, sum jarn­ breyt­arstarvsfólkið nú í fleiri mán­ að­ar hevði hildið seg til. Um tey høvdu roynt at ugga seg við, at tal­ an var um eina kreppu, so slapst nú ikki undan, at tann áhaldandi støð­ an hevði einki við kreppu at gera. Framhaldandi mannaðu fimtan starvsfólk støðina – harav seks við fam­ilju – hesa støð, sum D-tokini nú van­virð­is­liga súsaðu framvið; sum dag­liga trý góðstok koyrdu framvið, og har einans tvey tok steðgaðu: eitt persónstok úr Senstetten á veg til Hohnkimme og eitt tok úr Hohn­kimme á veg til Senstetten; í veru­leik­anum hevði Zimpren nú einans arbeiði til í mesta lagi tvey normerað størv, hóast fimm størv vóru sett. Økisstjórin í Wöhnisch skeyt upp – djarv­ur sum al­tíð – at tey óneyðugu, normeraðu størv­ini vórðu løgd niður og av­varð­andi tænastufólk flutt til aðr­ar jarn­ breyt­ar­støðir, men »Meg­in­felag Jarnbreytamanna« mó­t­mælti hes­ um og vísti – við full­um rætti – á lógina, sum ger nið­ur­legging av normeraðum tæn­ast­u­mann­a­størv­ um eins ógjørliga, sum tað er at seta kanslaran frá í einum sam­bands­ ríki. Samstundis legði meg­in­felagið fram eina váttan frá einum olju­bor­ ing­ar­serfrøðingi, sum helt uppá, at man ikki hevði borðað nóg djúpt í Zimpren, at man alt ov skjótt kastaði frá sær. Møguleiki var fram­ vegis at finna olju í Zimpren, men tað var væl kent, at serfrøðingarnir hjá SUB TERRA SPES ikki trúðu upp á Gud. Klandrið millum Meginfelagið og øki­s­um­sit­ingina varð drigið úr ein­u­m rættarstigi til annað, til tað at enda kom í leiðførandi-dómstól, hvørs úrskurður gekk imóti økis­ um­sitingi – og tessvegna eru tey norm­eraðu størvini óbroytt, og tessvegna mugu tey verða sett. Ser­liga svárt kenst hetta hjá jarn­breyt­ar­a­ss­is­te­nti­num Suck­tok. Í skúl­anum varð honum spátt eina glæstr­iliga framtíð, men í tvey ár hev­ur hann staðið á odda fyri einari deild, sum ikki hev­ur havt ein tann einasta kunda: ferð­a­góðs­varð­veitsl­ an. Hjá ferðaseðlastjóranum gong­ ur tað eitt sindur, evarska lítið sind­ ur, betri. Fólkini á signaldeildini kunnu ugga seg við, at tey hoyra leidn­ing­arn­ar surra – hó­ast tað ikki er til Zimpren – sum prógvar, at onkunstaðni – hóast tað ikki er í Zim­pren – hendir nakað. Frúurnar hjá teimum eldru starvs­fólk­u­num hava stovnað ein bridg­e­klubba, tær hjá teimum yngru eitt badmintonlið, men bæði tær bridgespælandi og bad­min­ton­spæl­andi damurnar fingu stuttleikan oyð­i­lagd­an av Floru Klipp, sum, av tí at hon onga arbeiðsmegi fekk, sjálv noyddist at stríðast og strev­ast á traðunum rundan um jarn­brey­ tar­støðina, og tað kundi henda, at hon legði frá sær og rópti: »Lút­ dovið starvsfólkapakk!« yvir móti jarn­brey­t­r­a­r­húsinum. Sterkari og fúl orð vórðu eisini brúkt, sum so avgjørt ikki eru borðbær í bók­ ment­um. Eisini Goswin varð prov­ o­k­er­aður av teimum vøkru, ungu frú­u­num – sum spældu fjøðurbólt á jarn­breytarøkinum – og prógvaði, at hann dugdi nýggj orð, tí hann brøl­aði: »Horur, ikki annað enn hor­ur!« At enda samdust tær eldru og tær yngru damurnar um ikki at finna seg í hesi áhaldandi æru­ mei­ð­i­ng; klagur vórðu skrivaðar og sendar, stevning úttikin, ad­vo­ kat­ar komu ferðandi, og jarn­breyt­ a­r­ass­i­stenturin Suchtok, sum í tvey ár hevði bíðað eftir kundum, gníggj­aði sær um hendurnar: ein dag­in vórðu tvær skjalamappur og trýggjar paraplyir latnar í varð­ veitslu. Men tá ið hann sjálvur vildi taka ímóti hesum leysafæi, varð hann av sínum undirmanni, Uhl­ scheid portøri, mintur á, at hann, assistenturin, óivað hevði yvi­r­ umsjón við deildini, men at sjálv móttøkan og útflýggjanin av ley­ s­afæi var hansara, Uhlscheids, ar­ beiði. Satt at siga hevði Uhlscheid rætt, og Suchtok noyddist at lata sær lynda við hesi frægd, at hann um kvøldarnar, tá ið tað innlatna leys­a­fæið aftur varð útflýggjað, kundi innheinta avgjøldini: fimm ferðir tredivu pfenning; fyri fyrstu ferð í tvey ár ringdi tað spildu­r­ nýggja kassaapparatið. Ímeðan hevði tann vísi støð­ stjór­in gjørt eina neyðsemju við Floru Klipp: hon hevði sagt seg vera samda um at halda uppat við sínum – tað mátti hon viðganga – ó­grund­að­um skemd­ar­or­ð­ um; harumframt átók hon sær trygdina fyri, at heldur ikki Gosw­ in í framtíðini vildi loyva sær nak­ að slag av ærumeiðing. Sum mót­ v­eiting, tó sjálvandi heilt privat, tí slíkt er ikki gjørligt alment, gav hann einkjuni Klipp loyvi at brúka mann­fólka-wc til veltingaramboð og kon­u­fólka-wc til tað av ark­i­ tekt­inum ætlaða endamál. Einkjan Klipp kundi harumframt  hetta var strang­ligt loyndarmál, tí tað var langt uttan fyri rammurnar um tað loyvda – seta traktorin hjá sær inn í goymsluhúsið á jarn­ breyt­ar­støðini og eta sín morg­ un­mat, sum hon hevði við sær, á teim­um bleytu pútunum inni í tí veld­uga spísisalinum. Av reinari hjart­ans­góðsku, tí hon tekur eitt sindur synd í tí unga Suchtok, let­ur einkjan Klipp viðhvørt mat­kurv­ una og paraplyina til ferð­a­góðs­ goymsl­una. Enn hevur tað bara eydnast tveim­um starvsfólkum at verða flutt úr Zimpren; hesi bæði størvini mugu sjálvandi beinanvegin set­ast av nýggjum, men í jarn­breyt­ar­øk­ i­num Wöhnisch er tað eitt alment loynd­ar­mál, at Zimpren er ein revs­ i­støð: her koma so við og við ó­frið­ ar­kroppar og drykkikíkar, tvørsint fólk, sum friðarlig fólk, ið vóna at verða starvsflutt, ræðast. Sera tyngdur undirskrivaði støð­ stjór­in fyri nøkrum døgum síðani ta ár­l­igu kassauppgerðina, sum vísti eina samlaða inntøku upp á trettan mark­ar og fýrs; tveir ferðaseðlar aft­ur og fram vórðu seldir: tað var dekn­urin í Zimpren, sum saman við sín­um einasta messudrongi fór ta ár­ligu útferðina til Senstetten fyri at vitja tað vakra Louredes-hell­i­ð; tveir ferðaseðlar aftur og fram til Hohnkimme, støðin áðrenn Zim­ pren: tað var gamli Bandici, sum fór til oyrnalækna við soni sín­um; ein einvegis ferðaseðil til Hohn­kimme: tað var tann elligamla Mutt­er Glusch, som vitjaði sína einkj­u­ son­ar­konu fyri at hjálpa henni við at súlta blommur; Goswin koyrdi hana heim aftur á viðførisberarum á súkkl­uni; átta ferðir ferða­góðs­ goymsla – tvær mappur hjá ad­ vokat­u­num og tríggjar paraplyir, tvær ferðir matkurv hjá Floru Klipp, ein­a­ferð hennara paraply. Og tveir per­ronseðlar: tað var prest­ur­ in, sum fylgdi dekninum og mess­u­ drong­i­num til tokið og heintaði teir, tá ið tok­ið kom aftur. Tað er ein syndarlig støða hjá tí be­gávaða støðstjóranum, sum í sín­ ari tíð søkti burtur úr Hulkhin, tí hann trúði upp á framtíðina. Hann trýr yvirhøvur ikki upp á fram­ tíðina longur. Tað er hann, sum á­haldandi sendir anonym postkort til stjóran hjá sær, og sum viðhvørt við avskeplaðari rødd í telefonini sig­ur við stjóran orðini, sum eisini standa á postkortunum: »Framtíðin hjá okkara øki liggur í Zimpren.« Men í seinastuni er Zimpren vorð­ið pílagrímastað hjá einum ung­um lesandi listamanni, sum hev­ur sett sær fyri at skriva eina rit­gerð um arbeiðið hjá tí nú deyða Hans Otto Winkler; í tímavís steðg­ ar hesin ungi maður í tí tómu, makl­igu jarnbreytarstøðini, lutvíst fyri at bíðja eftir góðum veðri til mynd­a­tøkur og lutvíst fyri at gera síni upp­rit liðug; her etur hann eisini sítt smyrj­i­breyð, meðan hann harmast um, at eingin skeinking er. Hann hevur andstygd fyri tí lunk­aða vatninum í kranunum, og bilsin leggur hann merki til, at »óviðkomandi ting« eru inni á harra-wc-num.« Av tí at tann ungi maðurin bert kann avmynda ris­ astóra kálkmálningin í smáum bitum, vitjar hann tíðum, men tí­verri hevur hansara vitjan onga á­virk­ an á peningakassan hjá jarn­breyt­ ar­støðini, tí hann hevur ferða­seð­il aftur og fram og brúkar ikki ferð­a­ góðs­goymsl­una. Einasti, ið hevur eina ávísa fragd av tí ferðafúsa lista­ mann­i­num, er tann ungi Brehm, jarn­breyt­ar­kond­uk­tør­ur­in, sum, vegna drykkjuskap í tæn­ast­uni, er revsifluttur til Zimpren; hon­um er loyvt at klippa hol í ret­ur­ferðaseðilin hjá studentinum  eitt privilegium, ið fleiri av hansara starvs­fel­ag­um øvunda honum. Tað var eisi­ni hann, ið fekk klaguna frá stud­e­nt­i­num um viðurskiftini inni á harra-wc-num, og sum sostatt var tann beinleiðis orsøkin til eina gølu, sum eina tíð aftur setti Zim­pren í almannaeygu. Tey flestu minn­ast óivað enn ta dramatisku rætt­ar­gongd­ina, sum snúði seg um »klandr­i­somu fyriskipan um nýtslu av jarn­breyt­ ar­ognum.« Men eisini tað er far­ið og gloymt. Støðstjórin hevði vón­að, at hann, orsakað av hes­ari gølu, fór at verða revsifluttur úr Zim­pren, men hann vónaði til fá­nýtis, tí ongin kann revsiflytast úr Zimpr­en, einans til. Eg takki blaðstjórnini í Sos­i­al­i­ num, at hon vildi seta hesa hug­vekj­ andi stuttsøgu í blaðið, nú olju­fepur – eins og í Zimpren, sum av olju­ bor­ing­um varð likamlig og andalig ræðsla – tykist at kóka undir lok­i­ num á okkara lítla samfelagi. Heri Mohr