hósdagur 15. august 2013síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. august 2013 · Nr. 93
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tunnilsmyrkur, tingið
og tapandi tjóðin
Almennu Føroyar hava ikki ráð til ein Sandoyartunnil fyri oman fyri eina milliard, so leingi
sum fráflytingin stendur við og versnar. Tí hvat nyttar tað at bjarga einum útjaðaraøki,
um øll tjóðin samtundis tapir í beinhørðu kappingini um okkara fólkatilfeingi?
Heini í Skorini
“Um fólkatalið minkar (…),
hvat skulu vit so byggja ein
tunnil til?”
Hetta var allar sein asti
setningurin í tunnils kjaki-
num millum Kára P. Højgaard
og Bárð Nielsen týskvøldið,
nú sjónvarpstíðindi aftur
eru á skerminum eftir eitt
drúgt summar. Bárður Niel-
sen átti lakonisku replikk ina,
áðrenn verturin Bogi Godt-
fred boðaði frá, at nú var
tímaglasið runnið. Sjón varps-
kjak hava tann undarliga
egin leikan, at tey ofta enda,
júst tá tey eru komin í gongd
– tá tey stóru perspektivini
trek liga koma undan kavi.
Ein góðan tíma framman-
undan var partamaðurin hjá
Bárði, Johan Dahl, í sam røðu
við Una Holm Johanne-
sen
í
útvarpinum.
Og
vinnumálaráðharrin dittaði
sær at seta aktuella tunnils-
kjak ið í perspektiv:
”Okur hava nógv onnur
ting at brúka pengar til í
hes um samfelagnum enn
tun lar í løtuni”, segði títt-
mæl ti lands stýris maðurin í
sam ferðslu málum.
Hoyrdi ein rætt? Var tað
veruliga
ein
sam gongu-
politikari, sum setti spurn-
ar tekin
við
ta
tunnils-
psyko suna,
sum
hevur
rakt
politisku
skipanina
sein astu tíðina? Er Johan
Dahl veruliga vorðin ljósið
í tí tunnilsmyrkrinum, sum
tykist hava myrkalagt huga-
rens lið hjá ráðandi oddvitum
land sins?
“Hol í høvdið!”
Men tað var ikki eg, sum var
plág aður av ynskihugsanum
og hallusinatoriskum gykli.
Í somu tíðindasending ávar-
aði Johan Dahl staðiliga
ímóti at plyndra fæið í tí
niður lagda landsbankanum
á 150 milliónir til ein tunnil
í Sandoynna, soleiðis sum
hansara floksformaður og
sam gonguleiðari, Kaj Leo
Holm Johannesen, annars
hev ur róð framundir. Jørgen
Nicla sen lovaði annars í út-
varps tíð indunum tann 28.
sep tem ber í fjør, at politik ar-
ar nir fóru at halda fingrarnar
vekk frá ognini hjá gamla
lands bankanum. Men nú
hevur pípan brádliga fingið
eitt annað ljóð.
Gerhard Lognberg, Páll á
Reyna túgvu
og
Brandur
Sand oy skulu við øðrum
orð um
keypast
fyri
150
millió nir. Var einki alter na-
tivt uppskot komið fram,
vóru hasir pengarnir held ur
ikki lovaðir teimum trim um.
Og hevði ”onkur” í lands-
stýrinum ikki likið hetta út
til pressuna, hevði duldar-
fulla
verkætlanin
longu
verið undirskrivað av lands-
stýrismanninum.
Við øllum sínum juridiska
orða feingi
dróg
Halgir
Winther Poulsen, advokatur,
saman um í Degi og Viku
mána kvøldið við trimum
stutt um orðum: “Hol í høvd-
ið!”
Eingin flokkur er heldur in-
takt ur í hesum málinum.
Utt an Sjálvstýrisflokkurin,
sum herfyri fór á val við
lyfti num um IKKI at vera
ein
tunnilsflokkur.
Og
Javn að ar flokkurin er ein-
asti flokkurin, sum hevur
ásannað, at hann hev ur ein
trupulleika, um hann ikki er
intaktur. So fæst at síggja,
um formaðurin í Javn að ar-
flokki n um torir at gera tað,
sum
Jóannes
Eidesgaard
ongan tíð tordi...
Alt málið er altso enn eitt
dømi um, at vit hava ikki
flokkar í orðsins sanna týdn-
ingi. Vit hava lokal politik-
arar. Alliansurnar í tinginum
hvíla ikki á lands politiskum
visjónum,
men
á
lokal-
politisk um será huga mál um.
Tá Gerhard kann
koyra til arbeiðis...
Í áðurnevndu útvarps send-
ing fór Johan Dahl kor t ini
ikki so langt, sum ein kundi
hugsað sær (hann indi ker-
aði framvegis, at Sandoy-
ar tunnilin skal fremjast).
Men hann nærkaðist í øllum
før um
einum
spurningi,
sum fáir politikarar hava
sett fram alment seinastu
tíð ina: hava almennu Før-
oy ar yvirhøvur ráð til at
bygg ja
Sandoyartunnilin
– ein dundrandi undir skots-
verkætl an
fyri
omanfyri
eina milliard? Fer hendan
íløg an at fáa fleiri fólk at
velja Føroyar fram um onn-
ur lond? Fara tey ungu og
kvinn urnar at støðast, tá ak-
førini rulla ígjøgnum holið,
og Gerhard loksins kann
koyra til arbeiðis í Havn? Eru
tað ikki onnur og meiri átrok-
andi mál, sum høvdu ver ið til
størri gagns fyri allar Føroyar,
t.d. innanfyri út búgving og
aðrar vitalar væl ferð ar tæn-
ast ur? Johan Dahl nevndi
sjálv ur dreymin um eitt
savn að universitetskampus
á Debesartrøð. Kundi hendan
astro nom iska
upphæddin
ikki verið brúkt til okkurt
skil a betri í beinhørðu kapp-
ingini við útheimin, t.d. at
seta í verk fleiri av teimum
37 átøkunum í álitinum um
fólka vøkstur og fráflyting,
sum Erika Hayfield í vár
legði fram vegna Vinnu mála-
ráð ið?
Eitt afturvendandi svar er,
at ”vit skulu ikki seta tingini
upp ímóti hvørjum øðrum”.
Men hetta er ein vitleysur
setn ing ur. Politikkur snýr
seg um raðfestingar. Um at
velja og vraka. Og ein milliard
til ein Sandoyartunnil er
ein milliard minni til aðrar
neyðugar íløgur.
Útjaðarin vinnur
– tjóðin tapir
Fyri nøkrum árum síðani
kjak aðist familjan Føroyar
um, hvørt vit hava ráð til
ein Sandoyartunnil ella ikki.
Men nú eru bæði andstøða
og samgonga samd um, at
tað almenna skal fíggja ein
Sandoyar tunnil.
Ósemjan
snýr seg bara um, hvørt hann
skal fíggjast av inntøkum frá
øðr um tunlum ella ikki. Men
tað er eingin náttúrulóg,
at væntaða yvirskotið av
Eystur oy ar tunlinum – sum
sam bært
útrokningum
hjá Landsverki fer at bera
seg – partú skal í ein annan
tunnil.
Um Føroyar vóru eitt land
við blómandi fólkavøkstri og
ein um sterkum miðstaðarøki,
sum stóð seg væl í náðileysu
kapp ingini
við
útheimin,
hevði
støðan
verið
ein
onnur. Men sum flest allir
føroyingar eftirhondini eru
tvangsfóðraðir
við
sein-
astu árini, eru Føroyar ikki
eitt slíkt land. Fleiri ár á
rað hevur fólkatalið verið
fallandi, hóast burðaravlopið
fram vegis er eitt tað hægsta
í Evropa. Hvørt ár flyta um-
leið 150 føroyingar av landi-
num, sum ongantíð koma
heim aftur. Avleiðingin er,
at tey eldru gerast fleiri, og
tey yngru gerast færri. Alt
ov nógvar kvinnur støðast
held ur ikki. Alt í alt ein ónd,
demo grafisk ringrás, sum
spaku liga drenar landið fyri
sosial, mentanarlig og bú-
skapar lig virði.
Tí snýr tað seg ikki um at
bjarga eini oyggj við gott
1200 fólkum. Tað snýr seg
um at bjarga einum landi. Tí
mugu Sandoyggin og onnur
útjaðara øki víkja, so leingi
sum tað størra slagið ikki
er vunnið. Og tað er slagið
um tann vaksandi skaran
av fólki, sum velur Føroyar
frá, tí at miðstaðirnir kring
okkum eru meiri attraktivir
enn størru búplássini í Før-
oy um.
Eg skilji væl, at sandoyingar
ynskja sær ein tunnil. Tað
hevði eg allarhelst eisini
gjørt, um eg búði á hesi vøkru
oyggj og æt Katrin Petersen,
Sakaris Stórá ella Eli Hentze
(uttan at hava kannað, hvat
hesi góðu fólk annars meina).
Men tað nyttar bara einki at
bjarga einum øki, um tjóðin
samstundis tapir.
300 mió. til
samferðslu í ár
Tað margháttliga er, at lands-
stýrismaðurin í inn l endis-
málum fleiri ferðir hevur
brúkt stóru fráflytingina úr
Føroyum sum grundgeving
fyri, at Eysturoyartunnilin
skal vera privatur. Vit kunnu
jú ikki spáa um ferða flutn-
in g in í einum landi, hvørs
íbúgv ar rýma. Men um Kári
og hini í samgonguni veru-
liga bera ótta fyri, at so
fá fólk fara at búleikast á
hesum kørgu klettum um 30
ár, áttu tey heldur at kropið
úr
tunnilsmyrkrinum
og
skift radikalt fokus.
Er tað óttin fyri atkvøðum,
sum transenderar alt vit
og skil? Er tað ótt in fyri
hyster isk um lokal politik ar-
um, hvørs sjónarringur ikki
røkkur út um teirra egna,
polit iska feitilendi?
Í 2013 brúka almennu Føroyar
knappar 300 milliónir til
innlendis samferðslu, um
íløgur og rakstur hjá bæði
Strandferðsluni og Lands-
verki verða løgd saman. Og
sjálv sagt má eitt og hvørt
funk tionelt samfelag hava
eitt vælvirkandi infrakervi.
Men flyta vit hendan logikk-
in yvir á farleiðina út í heim,
so ger man tað øvugta. Flog-
breytin, sum bindur Før-
oya r og umheimin saman,
verð ur skattað og tyngd
við avgjøldum. Er hesin
politikk ur in mennandi fyri
Før oyar?
Um 30 ár...
Vit hava brúk fyri politikar-
um, sum vilja vinna tað
størra slagið. Men so leingi
sum landið verður stýrt av
politikarum, sum fyrst og
fremst hugsa um egin, lokal
áhuga mál, fara Føroyar fram-
hald andi at tapa. So kann
man vakna við kaldan dreym
um 30 ár, tá framtíðarmyndin
hjá Kára P. Højgaard er
vorð in veruleiki, og eingir
bilar eru at koyra ígjøgnum
tunlar nar.
Og so eru vit loksins komin
aftur til áðurnevnda spurn-
ing in hjá Bárði Nielsen í
sjón varps stovuni týskvøldið.
Men tímaglasið var runnið,
og Bárður fekk ongantíð svar.
Tað hava vit onnur heldur
ikki fingið.