Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-15, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. august 2013síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 16. august 2013 · Nr. 93 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tróndur Arge Fult umfar verður um viku­ skiftið í bestu føroysku fót­bóltsdeildini. Bæði U21 landsliðið og A landsliðið hava spælt mikukvøldið. Spurningurin er um hetta kemur at hava eina ávirkan á avrikini í heimligu kapp­ ingini. KÍ – HB: X So er klassikarin í føroyskum fótbólti aftur á skránni. HB hevur beina kós móti FM heitinum, men snávaði móti Víkingi í Gundadali farna vikuskiftið. Til hendan dystin er vert at leggja til merkis, at Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal og Christian R. Mouritsen allir byrjaðu inni í landsdystinum móti Íslandi. Umfram tað, so er Andre av Fløtum leikbannaður, meðan Símun Samuelsen næstan ikki hevur vant í summar vegna skaða. Samanlagt kann hetta geva KÍ, sum bara hevði Páll A. Klettkarð við í hópinum í Íslandi. Ivan Joensen var við U21 landsliðnumog fekk bara nakrar fáa minuttir. So her er spurningurin hvønn týdning tað kann fáa. HB tolir at missa stig, tí hvørki ÍF ella EB/Streymur tykjast hótta teir. Her er ein javnleikur møguligt úrslit. KÍ kann brúka hvørt stgi teir fáa, meðan HB kann liva við einum javnleiki. Seinast liðini spældu í Klaksvík vann HB ein spennandi 4-3 sigur, eftir at KÍ var á odda 3-2. Hinvegin, so fekk av at vita í Gundadali í summar. HB spælir við 85% ferð og tekur til takkar við einum javnleiki. B36 – AB: X B36 er tað liðið, sum hevur spælt flestar javnleikir, meðan AB hevur spælt fýra javnleikir á útivølli. Í fyrsta dystinum millum liðini í ár endaði tað eisini við javnleiki í Gundadali, meðan AB vann 3-2 á Argjum. B36 hevur havt Hørð Askham og Gilla Sørensen í dysti fyri U21 landsliðið, meðan AB liðið enn eina ferð er fullmannað. Tað er upplagt, at hesin dysturin endar við javnleiki. Helst kemur B36 at verða leikliga omaná í dystinum, meðan AB hevur meiri orku á liðnum og hevur betri møguleikar at styrkja liðið frá bonkinum. Ein møguleiki er ein endurtøka av seinasta dysti­ num millum liðini, har B36 leggur best fyri, meðan AB síðani arbeiður seg inn í aftur dystin. Hesa ferð røkkur tað tó til ein javnleik. Víkingur – 07 Vestur: 1 Hetta gevur seg sjálvt, sjálvt um 07 Vestur spælir við størri spæligleði í løtuni. Víkingur er á veg fram og vinnur alt, sum stendur í vegin í løtuni. Víðari í Europa League , í steypafinaluna og klatra upp eftir stigatalvuni í hvørjum og vunnu sum teir fyrstu í ár í Gundadali móti HB. Her er mest sannlíkt, at Víkingur setur seg á dyst­in, meðan 07 Vestur spælir upp á mótálop. Við Finni Juti­ nussen, Kaj Leo Í Bartalsstovu og Filip Djordjevic í álopinum, so verður tað ov stórur biti hjá 07 Vestur at gloypa. Greiður sigur til Víking. TB – ÍF: 2 Páll Guðalugsson er nýggjur venjari hjá TB og tað verð­ur spennandi at síggja hvat hann klárar at gera við keðiligu gongdina hjá felag­ num í summar. ÍF er á øðrum plássi og hóast teir hava snávað tvey tey seinastu umførini, so hevur tað verið í evstu løtu. Tí bendir lítið á, at teir spæla so nógv verri enn áðrenn, men mangla bara tað seinasta. Tí er ikki óhugsandi, at ÍF hevur takið á TB, sum seinastu dystirnar ikki hevur klárað at sannføra nakran um at tað fer at eydnast at bjarga sær. NSÍ – EB/Streymur: 2 Hesin dysturin er torførur at meta um. NSÍ hevur fingið nýtt lív við Heðini Askham, meðan EB/Streymur ikki kann avskrivast. Árni Fre­ deriksberg fór skaddur av vøllinum í U21 landsdystinum móti Írlandi. Ivasamt er um hann verður førur fyri at spæla sunnudagin. Fyri EB/Streym vóru bæði Arnbjørn Hansen og Gunnar Zachariasen í dysti fyri ávíkavist A-landsliðið og U21 landsliðið. Eisini hevur Gert Hansen leikbann. Hóast NSÍ kanska var nærri sigrinum móti AB fyri viku síðan, so vístu teir ikki, at teir eru til reiðar leggja bein fyri FM vinnarunum og steypafinalistunum. Her er ein javnleikur eisini ein møguleiki, men EB/Streymur á einum góðum degi eru eitt betri. Effo-deildin 20. umfar: Sunnudagin 18. august KÍ – HB (15.00) B36 – AB (15.00) Víkingur - 07 Vestur (15.00) TB – ÍF (15.00) NSÍ - EB/Streymur (15.00) fótbóltur effo-deildin upptakt Klasikkarin aftur á skránni 20. umfar verður í landskappingini um vikuskiftið. Allir dystirnir verða sunnu­ dagin klokkan 15.00 Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 HB 19 13 4 2 48 20 +28 43 2 ÍF 19 9 7 3 40 32 +8 34 3 EB/Streymur 18 8 4 6 34 23 +11 2 4 B36 19 6 9 4 32 22 +10 27 5 Víkingur 18 7 4 7 25 30 -5 25 6 NSÍ 18 6 6 6 27 29 -2 24 7 AB 19 6 4 9 26 36 -10 22 8 KÍ 19 4 8 7 34 36 -2 20 9 TB 19 3 7 9 18 35 -17 16 10 07 Vestur 18 2 5 11 17 38 -21 11