Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-15, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. august 2013síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. august 2013 · Nr. 93 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Býttar útskiftingar Írska liðið ætlaði at gera tríggjar útskiftingar. Allar í yvirtíðini. Tað gekk so seint fyri seg, at tá tann triði skuldi inn, tá bríkslaði dómarin fyri seinastu ferð. Hetta gjørdist írski venjarin, Noel King, óður um. Hann kundi bara latið verða við at hildið innskiftu spælarnum fyri gøldir og skift teir inn fyrr! fótbóltur u21-landsliðið Kristian Joensen: 4 Var ein tryggur aftasti skansi. Mundi eisini tikið útjavnandi málið hjá írum. Kom væl út í feltið, tá irar sendu innlegg og langarbóltar fram. Misti tó bóltin, tá Írland skoraði til 4-1. Tí eitt 4-tal og ikki meir. Bárður Hansen: 3 Bleiv svarti per í uppspælinum, tí hann var nógv á bóltinum, men ongin bjóðaði sær til at taka móti bóltinum frá honum. Kom til nøkur góð innlegg og stríddist væl móti stóru írunum. Hørður Askham: 3 Ilt at geva meiri, tá fýra mál fara ígjøgnum. Serliga eru tað málini til 1-1 og 1-4, sum ikki síggja góð fyri føroysku verjuna, men tá fáa teir heldur ikki góða hjálp frá miðjuni. Stóð seg annars væl í tvídystinum við sterka Aiden O’Brian. Sonni R. Nattestad: 3 Vísti í løtum eina ótrúliga styrki í nærdystunum. Var millum annað tann einasti, sum kláraði at vinna luftdyst móti Shane Duffy hjá írum. Tíverri telja fýra málini mál niður. René S. Joensen: 4 (▼83.) Dagsins maður saman við Gunnari Zachariasen. Við fortreytinum sum høgrabeintur vinstri bakkur, so røkti hann sína uppgávi til fulnar. Írar sloppu at kalla ongantíð ígjøgnum hansara síðu og í álopsstøðu hjálpti hann væl til. Bogi R. Petersen: 2 (▼87.) Megnaði ikki at seta seg ígjøgnum á miðvøllinum. Misti ov nógvar bóltar og endaði við at renna aftaná. Írski miðvøllurin var og stinnur til okkara og tað sæst aftur á metinginum. Rógvi Joensen: 3 Var meiri sjónligur enn makkarin á miðvøllinum. Men eisini her gekk illa at raka sínar egnu viðspælarar, men tað er greitt at TB liðskiparin er gjørdur úr genum, tí hann mennist í hvørjum. Árni Frederiksberg: 2 (▼59.) Spældi ein minni góðan dyst. Serliga í mun itl dystin móti Rumenia var avrikið hesa ferð undir miðal. Fekk lítið burtur úr í álopsstøðu og so lógu deyðbóltarnir ikki nógv væl. Hevði tó eitt frálíkt fríspark. Mátti út við skaða tíðliga í seinna hálvleiki. Ari Ó. Ellingsgaard: 2 Spældi eisini undir miðal í mun til avrikið móti Rumenia. Virkaði ikki líka frískur sum seinast og tók nógvar skeivar avgerðir. Gjørdi fleiri góðar vendingar við bóltinum, men tók so ikki næsta trekki. Gilli Sørenesen: 3 Var sjónligastur av framrættaðu miðvallaranum. Vann flleiri nærdystir og bjóðaði av við nógvu ferðini. Er heilt klárt lykilin hjá okkum til gott álopsspæl. Skoraði eisini føroyska málið. Gunnar Zachariasen: 4 Hevði torførar arbeiðisumstøður, sum einsamallur áleypari, men fekk nógv burtur úr teimum bóltunum hann fekk at arbeiða við. Legði upp til málið hjá okkum og hevði frálíka skotroynd. Dagsins maður saman við René Shaki Joensen. Poul Ingason: 3 (▲59.) Gjørdi tað hann kundi. Rann eftir øllum hann kundi og gjørdi tað hann kundi. Var hann heppin, so var hann fyrstur á eitt innlegg, men málverjin kom í vegin. Beinir Ellefsen: (▲83.) Kom inn seinastu løtuna og smæddist ikki burtur. Hevði bóltin lutfaldsliga nógv og slapp sær væl av við hann. Ov stutt inni til at gera eina meting. Ivan Joensen: (▲87.) Kom inn fyri Boga Reinert Petersen. Kundi helst verið komin inn nakað fyrr, men venjarnir hava heæst bíða eftir at vita hvørjum standi hinir hava verið í. Ov stutt inni til at gera eina meting. Avrik: tøl 1 til 6 Tróndur Arge – Toftir Tað var næstan pínligt. Ella tað var pínligt. Írsku spælar­ arnir ristu bara við høvdinum og høvdu hug at flenna. Tað var einki at ivast í hví. Tað vóru ongir áskoðarar. Heldur ikki føroyski tjóðsangurin hoyrdist aftur. Tað er sjálv­ samt á heimavølli. Samanlagt vóru bara 359 áskoð­arar til dystin, sum varð framskundaður, tí írar­nir vóru í øðini inn um­ støð­urnar og ljósið, tá teir kvøldið fyri dystin vóru á Svangaskarði og vandu. Sum skilst, so noktaðu teir at spæla á Svangaskarði, men end­aðu við at játta at spæla, um dysturin bleiv fluttur ein hálvan tíma fram. Síðani føroyska U21 lands­ liðið sá dagsins ljós hava teir framt eitt bragd fyri og annað eftir. Fólk hava staðið í kø fyri at rósa teimum. Leið­ arar og onnur almenn fólk hava sjálvandi eisini sóla sær í avrikunum hjá teimum. Við­haldsfólk hava eisini víst á hvussu stuttligt tað er at fylgja teimum, tí úrslitini hava verið so góð. So er spurningurin hvar øll hesi góðu fólkini vóru í gjár? Hví á Svangaskarði? Kjakið um dystir skulu spæl­ ast í Havn ella á Toftum er ikki nýtt. Tað er heldur ikki so nógv um hvar spælt verð­ ur, men heldur um at geva U21 landsliðnum best møgu­ ligar umstøður at fáa góð úrslit. Eftir pínligu uppmøting­ ina í gjár hava bæði nú­ver­ andi og fyrrverandi U21 lands­liðsspælarar, sum Sosial­urin hevur tosað við, givið til kennar sína ónøgd við at spæla fyri so fáum áskoð­arum á Svangaskarði, tá møgu­leiki er at spæla í Havn, har áskoðaratølini hava verið yvir túsund sein­ astu dystirnar, sambært keld­um hjá Sosialinum. Teir vísa eisini á vantandi stemningin á Svangaskarði, har 359 áskoðarar ikki er nokk til at fáa rópini at ljóða kring vøllin. Eisini er tað ilt at skilja, hví ljósmastrar fleiri millión­ ir krónur eru settar upp á Tórsvølli, tá eitt nú ein U21 landsdystir skal spælast á Svangaskarði og má flytast, tí júst ljósið manglar. Her skal tó leggjast afturat, at gestablíðni er av tí besta á Toftum. Eisini eru um­støðurnar góðar, men tað er ikki nokk. Ein kann eisini spyrja hvar øll hesi fólkini eru, sum rópa hart í kjakinum um, at eitt nú U21 landsliðið skal spæla á Svangaskarði? Tey eru so ikki til dyst. Sterkt írskt lið Í ein tíma sá út til, at hetta kundi blíva til ein av teim­um eftirhondini mongu heima­ dystunum, har vit fóru at fáa stig ella har um. Longu Hvar eru tit? Hóast føroyska U21 landsliðið hevur framt eitt bragd fyri og annað eftir, so vóru bara 359 áskoðarar til dystin í gjár móti Írlandi. Tey sóu føroyska liðið leggja seg á odda, men endaði við at tapa fyri einum væl spælandi írskum liði Gilli til 1-0