Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-15, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. august 2013síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Fríggjadagur 16. august 2013 · Nr. 93 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur aftaná eitt lítið korter misti Írland bóltin í uppspælinum. Gunnar Zachariasen var fyrst­ur á bóltinum og legði hann innfyri til ein púra leysan Gilla Sørensen, sum skoraði. 1-0 til Føroyar og gott lag. Tað skuldi tó skjót vísa seg, at írska liðið dugdi væl við bóltinum. Teir spældu hann runt og okkara kláraðu í minni mun sum tíðin gekk, at halda fast í honum. Írar javnaðu miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Samir Carruthers, sum til dagliga spælir við Aston Villa, slapp at reka heilt inn í brotsteigin. Kristian Joensen bjargaði fyrstu royndini, men í aðru at­løgu fekk Samir Carruthers beint bóltin í málið. Síðani hevði Føroyar helst vánaligastu løtuna í dyst­ inum. Vit fingið ikki saman­ spælið at hanga saman og sjáldan megnaðu vit at hótta málið hjá írum. Teir vóru kropsliga sterk­ ari og vunnu at kalla allar nær­dystirnar á miðvøllinum. Tað gjørdi, at okkara eftir hvørt málspark endaðu við at renna aftaná bóltinum. Okkara tapa dystin Tá ein tími er farin byrjar at síggja vandamikið út hjá okk­ara monnum í verjuni. Trýstið bara veksur og vit fáa ikki fatur á bóltinum. Tað endar við, at Samir Carruthers sendir bóltin flatt innfyri, har Matthew Doherty prikar bóltin í málið. Vit gera okkara bestu løt­ una eftir, men Írland heldur fram at hava bóltin og spæla hann runt. Tað endar við at Írland punkterar dystin tveir minuttir fyri tíð, tá Matthew Doherty rak gjøgnum verj­ una og trillaði bóltin í málið til 3-1. Írar fingu eitt mál afturat, men tað var 3-1 málið, sum punkteraði okkum, men alt tað harða arbeiði hevði Írland gjørt gjøgnum allan dyst­in við at flyta bóltin runt og fáa okkara at renna eftir teimum. Ónøgdir Føroyski U21 landsliðs­venj­ arin, Bill M. Jacobsen, var nøgd­ur við arbeiði, sum før­ oyska liðið legði fyri dagin, men ásannaði at mótstøðan var ov sterk. – Tað stutta av tí langa er, at vit spæla móti einum betri liðið. Tú sær tað møguliga ikki í málmøguleikum, men tað kropsliga ger munin, ser­ liga í seinna hálvleiki. Teir vóru nokk betri fyri enn vit og tí vunnu teir dystin, sigur Bill M. Jacobsen. Føroysku U21 landsliðs­ spæl­ararnir vóru ikki nøgdir við avrikið á Svangaskarði miku­kvøldið. – Teir hava bóltin alla somlu tíð. Vit renna bara aftaná teimum og fáa ikki fatur á bóltinum, sigur Gilli Sørensen, sum er liðskipari á U21 landsliðnum. – Eg veit ikki ordiliga hvat eg skal siga. Eg eri bara so vónbrotin, sigur skjóti vong­ urin, sum er áveg til Superliga felagið AaB, um teir kunnu semjast við B36 um prís. René Shaki Joensen var eisini alt annað enn nøgdur. – Vit klára ikki at spæla okkum úr trýstinum. Vit enda bara við at sparka lang­ ar bóltar og tað gjørdu vit alt ov nógv av, sigur René Shaki Joensen. Hvat so nú? Komandi tveir dystirnir eru móti Týsklandi, sum óiva hevur eitt upp aftur sterk­ ari lið enn Írland. Tann fyrri verður 6. septembur á Tórs­ vølli. Hann byrjar klokkan 20:45, so tað er nokk einki at siga til, at hann má spælast í nýggja og altjóða góðkenda ljós­inum á Tórsvølli. Spurningurin er hinvegin, hvussu vit loysa stóru áskoð­ ara­trupulleikarnar á Svanga­ skarði. 359 áskoðarar er alt ov lítið til ein U21 landsdyst. Ser­liga, tá tað eru so nógv, sum fegnast saman við U21 lands­liðnum, tá tað gongur væl. Eitt er greitt, tað er bein­ leiðis pínligt at bjóða gest­um hendanvegin til U21 lands­ dyst, tá vit ikki ein gongd tíma at fara til dystin – lika mikið hvar hann er! trondur@sosialurin.fo Kenni teg ikki á vøllinum Undan dystinum segði Joseph Shaughnessy við Gilla, at teir eru vinir uttanfyri vølli, men at á vøllinum kennast teir ikki. Eftir dystin býttu teir báður um troyggju. Joseph Shaughnessy vann samlaða dystin, men Gilli mundi hava munin í innanhýsisdystinum teirra millum. Sambúgvar í Aberdeen Gilli Sørensen spældi yvir fyri Joseph Shaughnessy. Teir báðir búðu saman í Aberdeen, tá Gilli spældi við skotska felagnum. Eisini Hallur Hansson, sum spælir á A-landsliðnum, var partur av harkaliðnum, sum deildi íbúð í Aberdeen. fótbóltur u21-landsliðið Aaron McCarey: 3 Kom eina ferð út úr málinum og var bara eitt hálvt sekund frá at fáa reytt kort. Kundi einki gera við málið, men hevði annars ikki so nógv at gera. Joseph Shaughnessy: 2 Veikasta punktið á írska liðnum. Fyrrverandi sambúgvin hjá Gilla Sørensen í Aberdeen hevði trupulleikar av Gilla. Átti eisini feilin, tá Føroyar komu á odda. Anthony O’Connor: 3 Var tann minni sjónligi miðverjin. Gjørdi sum so ikki nógvar feilir, men gjørdi eisini lutfaldsliðga lítið um seg á vøllinum. Shane Duffy: 4 Everton spælarin við Premier League royndunum stóð sterkur í myndini. Vísti stóra styrki í nærdystunum, men vísti eisini eitt vet av ótryggleika. Serliga tá hann stútaði aftur til málverjan og avlevering bleiv ov stutt. Sean McGinty: 3 Spældi betri enn liðfelagin í høgru. Kom fleiri ferðir framvið og smáspælið eydnaðist væl. Innleggini vóru hinvegin so mikið vánalig, at hann bara fær eitt 3-tal. Matthew Doherty: 5 Spældi sum tann verjukendi miðvallarin. Var nógv á bóltinum og fordeildi hann væl. Vann eisini fleiri av sínum nærdystum. Skoraði tvey mál og var nær við at fáa hattrick, tá hann stútaði omanfyri málið eftir horna. Millum tveir teir bestu á vøllinum. Samir Carruthers: 5 Dagsins spælari. Var skaparin á framrættaða miðvøllinum hjá írum. Vísti góðan bóltførleika og gott yvirblikk. Átti sín stóra lut í írsku yvirvágini í spælinum. Skoraði eisini útjavnandi málið. Callum Reilly: 3 Stóð í skugganum av hinum báðum miðvallaranum, men átti framvegis sín lut í spælinum. Misti fáar bóltar og slapp sær væl av við hann. Hevði onkra roynd á málið. Michael Harriman: 2 (▼90+2.) Var næstan ikki at síggja í dystinum. Megnaði ongantíð at koma framvið René Shaki Joensen og setti seg ongantíð ígjøgnum í dystinum. Sean Murrey: 4 (▼90+1.min) Var nógv á bóltinum og var sjónligur á vøllinum. Legði tó ikki upp til nakað av málunum. Tók sær eisini av deyðbóltunum og tóktist hava góðan bóltførleika. Aiden O’Brian: 3 Stórur og sterkur áleypari, sum Hørður og Sonni Ragnar høvdu rímiligt tak á. Fekk ein mál móti endanum. Arbeiddi hart allan dystin og tað gav úrslit til seinast. Kevin Sutherland: (▲90+1.min) Kom inn til onga sum helst nyttu. Ilt at síggja hvat Noel King vildi við hasi útskiftingini. Jack Grealish: (▲90+2.) Tíðarspill og einki annað. Avrik: tøl 1 til 6 Aron McCarey Shane Duffy Anthony O’Connor Joseph Shaughnessy Sean McGinty Matthew Doherty Callum Reilly Samir Carruthers Michael Harriman Sean Murrey (J. Grealish 90+2) (K. Sutherland, 90+1.min) Aiden O’Brian ■ Kristian Joensen Hørður Askham Sonni R. Nattestad Bárður Hansen René S. Joensen (82. Beinir Ellefsen) Rógvi Joensen Bogi R. Petersen (87. Ivan Joensen) Ari Ó. Ellingsgaard Árni Frederiksberg ■ Gilli Sørensen (58. Poul Ingason) Gunnar Zachariasen Føroyar U21 - Írland U21 1-4 (1-1) 1-0: Gilli Sørensen, 14. 1-1: Carruthers, 23. 1-2: Doherty, 68. 1-3: Doherty, 88. 1-4: O'Brien, 90. Dómari: Petr Ardeleanu (Tjekkia) Áskoðarar: 359 Myndir: Eydbii Myndir Á beinkinum: Hallgrím Gregersen, Andras Brixen Vágsheyg, Pál Mohr Joensen og Eli F. Nielsen Venjarar: Heðin Askham og Bill M. Jacobsen A beinkinum: Sean McDermott, Charles Dunne, Barry McNamee, Graham Burke og Connor Smith Venjari: Noel King Bólkur 6: 1 Írland . . . . . . . . . . . . . 3 2 Montenegro . . . . . . . 3 3 Rumenia . . . . . . . . . . 1 4 Føroyar . . . . . . . . . . 1 4 Týskland . . . . . . . . . . 0 Øll liðini hava spælt ein dyst uttan Føroyar, sum hevur spælt tíggjar, og Týskland, sum ongan hevur spælt Dysturin í tølum: Føroyar - Írland: Mál: 1-4 Skot á mál: 5-6 Skot við síðuna av: 3-8 Hornaspørk: 3-5 Gjørd fríspørk: 16-13 Gul kort: 1-1 Reyðkort: 0-0 (Tøl UEFA.com)