Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-15, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. august 2013síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. august 2013 · Nr. 93 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur a-landsliðið Tapt 23 ferðir Tilsamans 25 ferðir hava Føroyar og Ísland spælt ímóti hvørjumøðrum, og higartil kann ikki sigast, at tað hevur hilnast serliga væl hjá Føroyum. Ósigurin mikukvøldið var nummar 23 í røðini, tí einastu ferð, vit ikki hava tapt, var í 2009, tá vit yviri í Íslandi vunnu 2-1, og í 1984, tá tað á heimavølli endaði við javnleiki, 0-0. Gunnar Nielsen: 6 Klassi, snøgt sagt! Gunnar hevði tvær stórbjargingar og gjørdi alt rætt. Kundi slett einki gera við málið Jónas Þór Næs: 2 Hevði nógv at gera í verjupartinum á høgra bakki, og var viðhvørt um ein háls. Tordi at bjóða av frameftir Atli Gregersen: 3 Fekk fatur í nógvum í luftini, men sparkaði ofta tann vegin, hann vendi. Átti mangan síðsta fótin á í verjuni Rógvi Baldvinsson: 3 Toygdi seg nógv og fekk fleiri ferðir ruddað bóltin burtur í røttu løtuni, og var eisini luftsterkur Viljormur Davidsen: 3 Kom bara heilt væl frá vongverjuni í vinstru síðu, har tað fleiri ferðir góvust høvi at leita frameftir Christian R. Mouritsen: 2 Stríddist saman við Jónasi fyri at tetta høgru síðu, har íslendingar lupu nógv á. Fór oftari fram eftir steðgin Fróði Benjaminsen: 3 Sum vant stýrimaður, bæði á liðnum og miðjuni, og róligi stílurin smittaði so líðandi eisini hinar mitt á Heini Vatnsdal: 3 Líkist alsamt meira einum framtíðarmanni á føroyska miðvøllinum, og sær út til at læra nakað hvønn dyst Hallur Hansson: 5 Klárt besti føroyski útispælarin. Stríddist og tordi væl, so íslendingarnir ansaðu serliga væl eftir honum Arnbjørn T. Hansen: 2 Ilt við at liva upp til tað, vit kenna hann fyri í føroysku kappingini, men umstøðurnar vóru ikki tær bestu Jóan S. Edmundsson: 2 Hevði eisini eina ótakksama uppgávu heilt har frammi á vøllinum, tí sjáldan var tað stóra at arbeiða við Pól J. Justinussen: 2 (▲68.) Fekk ein hálvan hálvleik, men megnaði ímóti endamnum at fáa tað, ið minti mest um ein føroyskan møguleika Páll Klettskarð: 2 (▲68.) Somuleiðis bara inni ein hálvan hálvleik, men fekk heldur ikki víst nakað av tí, hann vanliga sæst avrika Leif Niclasen: (▲83.) Ov stutt inni, til at nøkur meting kann gerast Karl Løkin: (▲86.) Ov stutt inni, til at nøkur meting kann gerast Avrik: tøl 1 til 6 Hilmar Jan Hansen Umstøðurnar til fótbólt vóru tær bestu á Laugardals­ vøllinum, har tað var næstan stilli og eitt sindur av vætu í luftini. Fyrstu løtuna bein­ leiðis regnaði, so vøllurin var nakað vátur, men tað batnaði so líðandi. Kortini var tað neyvan veðrið, ið gjørdi, at báðir partar vóru rættiliga varnir at byrja við. Lítið av ítøkuligum atsóknum var at síggja, og onkursvegna tóktist tað, sum varð nokk so nógv spælt við hondbremsuni uppi. Ísland hevði bóltin nógv meira enn Føroyar, men allíka­væl spældu íslendingar nokk so nógv upp á tað trygga og høvdu hug at ansa eftir, at teir ikki kastaðu seg so nógv fram, at teir skuldu missa bóltin. Fyrstu ítøkiligu roynd­ina hevði Jóan Símun Edmunds­ son, tá hann langt úti valdi at smekka til, og bólturin streyk stutt oman fyri málið. Hetta var tann fyrsta av tilsamans fýra føroyskum royndum, ið tó eingin endaði við at vera innan fyri íslendska mál­ karmin. Gunnar bara best Men sum hálvleikinum leið, kom meira lív í spælið hjá vertunum, ið settu seg á tað mesta og nú eisini fóru at søkja meira beinleiðis at føroyska málinum. Tó uttan úrslit, tí í føroyska málinum spældi Gunnar Nielsen ein rimmardyst! Í tveimum førum var talan um skallarar frá Alfreð Finnbogason eftir horna­ spørk, sum Gunnar lætt­liga tók sær av, men so var tað tann einki sera stóri kjans­ urin, har Gunnar á ófatiligan hátt fekk bent bóltin burtur inni á sjálvari málstrikuni, tá Birkir Bjarnason royndi seg úr stuttari frástøðu. Nógv annað hendi ikki fyri steðgin uttan tað, at mitt í hálvleikinum fekk Hallur Hansson ein snudd, ið fekk fleiri at óttast fyri, at hann ikki kom innaftur, tí longu frá byrjan hevði hann gingið undan á vøllinum. Men høvdið varð vavt inn í ljósa­ brúnt bind, og spældi hann bara víðari við somu ferð. At Gunnar hevði eitt sera gott kvøld, bleiv staðfest fleiri ferðir aftrat í dystinum, tí nakrar minuttir áðrenn íslendska málið, stóð nógv á før­oyingunum í eini dupult­ ari íslendskari roynd. Fyrst fekk Gunnar upp á onkran heilt løgnan máta bent bóltin burtur á sjálvari strik­uni, og síðani sendu ís­ lendingar ein skallara beint fram við aftaru stong og hálv­tóma málinum. Fyri ikki at tosa um síðstu løtuna av dystinum, tá før­ oyski málverjin í tveimum førum fekk púra fríar menn ímóti sær, men fekk gjørt seg so stóran, at teir noyddust at skjóta uppum – fyrst Jóhann Berg Guðmundsson einar 20 minuttir fyri tíð og síðani Kolbeinn Sigþórsson langt úti í yvirtíðini. átti nummar 25 Hóast tað bara endaði 1-0 til Íslands mikukvøldið, vóru vertirnir munandi betri og kundu saktans vunnið við fleiri málum. Men Gunnar Nielsen og verjuspælið forðaðu fyri føroyskum skrædli Ísland Málverjin, Gunnar Nielsen, hevði sum ikki einaferð úr at gera, men hann er vón­ brotin, at eitt tap spurdist burturúr hesum dystinum. – Hetta var ein dystur, sum vit trúðu upp á. Hvørja fer vit spæla ímóti kropssterkum liðum, meti eg okkum hava ein møguleika. Vit stóðu væl á vøllinum og teir passa væl til okkum. Tað er hugtungt at altíð standa aftaná ein dyst og siga, at vit vardu væl og so víðari. Høvdu vit ansað betur eftir bóltinum, tá ið vit høvdu kunnað skapt meiri, tí vit fingu tíð til tað. Heilt avgjørt, segði Gunnar við Rás 2 eftir dystin og um nakar skuldi ivast á mál­inum, so segði hann tað eis­ini sjálvur við orðum, at hann var vónbrotin. – Vit duga at verja og vita, hvat tað gongur út upp á. Tað er fram eftir vøll­ inum, vit skulu tora betur, sigur Gunnar og heldur, at tað ikki skal venjast nakrar dagar, tá ið landsliðið er savnað, men at allir leikarar læra tað í sínum egnum fel­ øgum og mugu gera tað sama á landsliðnum. Gunnar framdi fleiri góðar bjargingar og var størsti munurin, at tað ikki gjørd­ist til eitt størri tap. Men hann er tó ikki ein mað­ur, sum ger nógv av sær sjálvum. – Um Føroyar skal hava ein møguleika at skapa ein skelk á útivølli, so skal málmaðurin helst standa væl og gera nakrar bjarg­ ingar. Tíbetur hevði eg eitt sindur av hepni og hegni til at gera nakrar bjargingar í dag, so tað var fínasta slag, segði Gunnar. hilmarjan@sosialurin.fo Vit mugu tora betur at hava bóltin Gunnar Nielsen: