hósdagur 15. august 2013síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 16. august 2013 · Nr. 93
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Hesin
sami
Kolbeinn
Sigþórsson hevði eisini ein
annan stóran kjans ímóti
endanum á dystinum, sum
kundi lukkað dystin, eftir at
Pól Jóhannus Justinussen
í næstsíðsta minutti kundi
verið nær við at javnað,
um ikki Ragnar Sigurðsson
tveitti seg fyri í evstu løtu, so
einki kom burturúr.
Hagtøl vinna einki
Um hugsað verður um hag
tølini, var einki at siga til,
at Ísland vann dystin, tí til
samans høvdu íslendingar
17 royndir á føroyska málið –
sjey upp á mál og 10 uttanfyri
– umframt at Jóhann Berg
Guðmundsson
heilar
12
ferðir fór út til hornaflaggið
at sparka.
Men at hagtøl vinna ongan
dyst,
máttu
íslendingar
sanna, og hóast onkrir av
teimum eftir dystin kanska
tóku munnin í so fullan, tá
teir tosaðu um, at teir áttu at
havt vunnið við sjey málum,
var tað onkursvegna løgið, at
teir bara skuldu vinna við tí
eina málinum.
Spurningurin er so har
aftrat, um tað málið nakran
tíð skuldi verið viðurkent, og
føroysku spælararnir mót
mæltu so hjartaliga, tí teir
hildu mannin, ið varð skriv
aður fyri málið, brúka hond
ina til hjálpar.
Stóra
stjørnan,
Eiður
Smári Guðjohnsen, ið áskoð
ararnir dáma sera væl, kom
inn eftir steðgin og setti
veruliga lív í íslendska spæl
ið, tá ein løta var farin, har
Føroyar kanska høvdu sítt
besta spæl.
Men 20 minuttir inn í
seinna hálvleik var tað júst
Eiður Smári, sum úr høgru
síðu spældi bóltin innfyri,
so Birkir Bjarnason kundi
smekka til. Tað skotið hildu
føroyingarnir,
at
Gunnar
lættliga hevði tikið, men
inni fyri málinum – og eisini
mistonkiliga nær rangstøðu
–
stóð
altso
Kolbeinn
Sigþórsson, so bólturin kom
í hondina á honum, broytti
kós og fór í málið.
Ísland hendavegin
Og soleiðis endaði tað altso
við, at Ísland vann landsdyst
nummar 25 ímóti Føroyum,
og hóast sigurin bleiv tunn
ur við bara hesum eina mál
inum, var hann heilt avgjørt
uppiborin.
Føroyska liðið megnaði
ikki at spæla seg til nóg
ítøkiligar málmøguleikar, og
hóast onkrar royndir vórðu
gjørdar at koma í góðar
støður, var tað ov lætt hjá ís
lendingunum at lesa, so teir
fingu forðað fyri.
Hinvegin var verjukenda
spælið hjá Føroyum so av
gjørt á góðari leið, tí annars
hevði tapið sjálvandi verið
væl størri. Verjuspælið byrj
aði langt frammi á vøllinum,
har spælararnir av øllum
alvi ígjøgnum dystin royndu
at arbeiða fyri at betra um,
hvussu teir vóru skipaðir.
Og í aftastu ketuni leik
aði mangan hart á, tí av ís
lendsku royndunum vóru
ikki so nógvar úr stórari frá
støðu, men oftast eftir álop
og innlegg, ið løgdu upp til,
at okkurt skuldi henda inni
fyri málinum.
Hóast dysturin vísti, at
íslendska liðið ikki av ongum
liggur triðfremst í sínum
bólki í HM-undankappingini,
og eisini greitt hevði munin
mikukvøldið, verður stand
andi í tølunum, at Ísland
vann 1-0 og ikki næstan so
og so nógv…
Nú er so bara eftir at
ynskja, at íslendingar skjótt
koma hendavegin at spæla,
tí síðstu dystirnir hava verið
í Íslandi. Vit kundu trongt til
ein góðan heimadyst ímóti
íslendingum, nú so langt er
síðani seinast!
hilmarjan@sosialurin.fo
Tveir tættar dystir Dysturin ímóti Íslandi var fyri
reiking til næstu avbjóðingarnar í HM-undankappingini,
sum eru tveir tættir dystir: Fyrst fríggjadagin 6. sep
tember á útivølli ímóti Kasakstan og síðani týsdagin
10. september á heimavølli ímóti Týsklandi.
Gunnar Nielsen
Atli Gregersen ■ Rógvi Baldvinsson ■
Jónas Þór Næs Viljormur Davidsen
Fróði Benjaminsen Heini Vatnsdal
(Karl Løkin, 86.)
Christian R. Mouritsen Hallur Hansson
(Leif Niclasen, 83.)
Jóan Símun Edmundsson
(Pól Jóhannus Justinussen, 68.)
Arnbjørn T. Hansen
(Páll Klettskarð, 68.)
G. Gunnleifsson
Kári Árnason Sölvi Geir Ottesen
(Ragnar Sigurðsson, 46.)
Hallgrímur Jónasson Kristinn Jónsson
(Jóhann Laxdal, 46.) (Ari F. Skúlason, 46.)
Helgi V. Daníelsson Emil Hallfreðsson
(Ó. Skúlason, 76.) (E. Guðjohnsen, 46.)
Birkir Bjarnason Jóhann B. Guðmundsson
A. Finnbogason Kolbeinn Sigþórsson
(Arnór Smárason, 66.)
Ísland - Føroyar 1-0 (0-0)
1-0: Kolbeinn Sigþórsson, 65.
Dómari: Tore Hansen, Norra
Laugardalsvöllurin, 14. august 2013
Myndir: Álvur Haraldsen
Landsliðsvenjari: Lars Lagerbäck
Landsliðsvenjari: Lars Olsen
Størsti glottin í dystinum
mikukvøldið var heilt víst
at síggja Gunnar Nielsen
í superformi, men eisini
at síggja, at hansara stórbjargingar
lyftu verjuspælið munandi upp,
so betur bar til at tippa holini, og
tað viðhvørt longu á miðjuni.
Vantandi evnini til at halda
upp á bóltin, tá hann
var á føroyskum fótum,
tí ferð eftir ferð bleiv
bólturin søplaður óneyðugt burtur,
heldur enn at verða spældur runt
innanhýsis. Onkra løtu hekk saman,
men sum heild ikki nóg nógv.
Føroyski landsliðsvenjarin,
Lars Olsen, kennir tað eins
og hann má endurtaka seg
sjálvan eftir hvønn dyst.
– Nú fari eg at endurtaka
meg sjálvan og siga, at hetta
er harmiligt. Frá mínum
sjónarhorni vil eg siga, at
vit í fyrra hálvleiki standa
væl á vøllinum og eru væl
skipaðir, og hetta hóast
nógvar útskiftingar á lið
num – tað vitnar um, at vit
kenna háttin vit skulu verja
upp á. Hinvegin hava vit
nøkur ting at betra um, og
tað er tá ið vit sjálvir hava
bóltin, sigur Lars Olsen,
og vísir á, at tað mugu teir
gera tá ið tíð verður til
tess. Hesaferð høvdu teir
ovmikið at hugsa um við at
spæla fimm nýggjar mans
á liðið.
Hann metir, at tað eisini
verður trupult at betra um
hendan partin av spæl
inum næstu tíðina. Orsøk
in: tíðarneyð.
– Nú skulu vit á eina
langa ferð til Kasakstan og
so heim aftur til Føroya at
møta Týsklandi. So eg má
siga, at tað er tíðin, sum
manglar, sigur Lars Olsen,
landsliðsvenjari.
Eg endurtaki meg sjálvan
Lars Olsen: