Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-15, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. august 2013síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. august 2013 · Nr. 93 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HITalag avfall fyri august fyri august ––––––– 20 ––––––– ––––––– 40 ––––––– ––––––– 60 ––––––– ––––––– 80 ––––––– ––––––– 100 ––––––– ––––––– 120 ––––––– ––––––– 140 ––––––– ––––––– 160 ––––––– ––––––– 180 ––––––– 19 mm higartil í morgin sunnudagin leygardagin lufttrýstið Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og sólglottar, men kanska okkurt æli. Hitin millum 12 og 15 stig. Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsyningi, um kvøldið nakað minni vindur. Regn av og á, men onkur sólglotti. Hitin millum 11 og 14 stig. Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, seinnapartin nakað minni vindur av vestri. Ælingur, men eisini sólglottar og hitin millum 10 og 13 stig. Veðrið mánadagin og týsdagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 9 og 13 stig. Síðstu nátt: Eitt lágtrýst, 989 hPa. vestanfyri Ísland fer spakuliga í landnyrðing. Komandi nátt: Lágtrýstið við Ísland fer í landnyrðing. AB 40 ár Í gjár eru liðin 40 ár síðani Argja Bóltfelag var sett á stovn. Tað var danin, Johnny Nyby sum saman við ungum argjadreingjum tók stig til at stovna AB. Ein av stovnarunum, var tann tá bert 17 ára gamli Fróði Olsen, sum mong í dag kenna frá Argja Róðrarfelag. Tað var eitt vágið stig at stovna AB tá, tí teir sum stovnaðu felagið høvdu ongan stuðul frá Tórshavnar Uttanbíggja Kommunu, og høvdu tíansheldur ongan vøll úti á Argjum tey fyrstu árini. HB og B36 vóru tó betur við AB, enn kommunalu myndugleikarnir, og argjamenn sluppu at spæla sínar dystir í Gundadali. Annars hevði AB eitt eitið av einum vølli við gamla skúlan á Argjum, har vant var eftir førimuni. Upprunaliga ynskið hjá AB var, at vøllurin skuldi gerast har, sum Umhvørvisstovan heldur til í dag. So hevði fótbóltsvøllurin ligið mitt í bygdini, og so hevði AB upplivað eina størri menning nógv fyrr, sambært Fróða Olsen. 11-16 m/s 7-12 m/s 4-9 m/s 11-16 m/s 5-10 m/s 6-11 m/s 11/14 °C 10/13 °C 12/15 °C Miðal 1961-1990: 10,5°C Miðal 1961-1990: 83 mm -5° 0° 5° 10° 15° 20° Mesti 14,3° 12° Hitin í dag Minsti hiti máldur 6,2° Miðal: 10,3° Føroyski sangfuglurin Eivør kann í næstum upp­livast í eini operu, har hon hevur leiklutin sum sjón­leikar­ innan Marilyn Monroe. Í september fer Eivør til býin Victoria í Canada, har hon skal verða partur av nýggjari operu um Marilyn Monroe eftir bretska fram­ leiðslu­stjóranum Gavin Bryars. Operain hevur fingið heit­ið "Marilyn Forever", og snýr seg sum lívið hjá kendu sjón­leikarinnuni. Eivør hevur høvuðs­leik­ lutin sum Marilyn Monroe og kemur at framføra operaina saman við baritoninum, Thomas Sandberg, ið skal spæla leiklutirnar sum mongu mennirnir, ið vóru part­ur av lívinum hjá Marilyn Monroe. - Fyri trimum árum síðani var eg yviri í Canada til eitt slag av upptøkuroynd til hesa operaina. Eg og Gavin Bryars hava arbeitt saman fyrr, og tí vildi eg fegin verða partur av hesi operaini, tá eg bleiv spurd, sigur Eivør. Tey, sum koma at síggja operaina, skulu tó ikki vænta at hoyra Eivør syngja opera. - Nei, tað komi eg ikki at gera. Eg syngi soleiðis, sum eg vanliga geri, og tað var eisini tí, Gavin Bryars ynskti at hava meg við, sigur Eivør, sum hevur fyrireikað seg væl til leiklutin sum Marilyn Monroe. -Eg havi lisið eina rúgvu um hana sum partur av fyri­ reikingunum, og eg vil siga, at nú veit eg nógv meira um hana, enn eg gjørdi áðrenn eg skuldi verða við í hesi operaini, greiðir Eivør frá. Hóast Eivør nú er við í eini operu er hetta ikki nakað, sum hon ætlar at gera stórvegis meira við í fram­ tíðini. - Eg rokni ikki við, at eg komi at gera nógvar fleiri operur av hesum slag. Men hetta hevur verið eitt stutt­ ligt síðuprojekt, og mær hevur dámt væl at sam­ starvað við hesi ymisku fólkini, sigur Eivør. Eivør sum Marilyn Monroe Operain Marilyn Forever hevur frumframførslu tann 13. september í leikhúsinum MacPherson Playhouse Theatre, sum er í Victoria í Canada. Eisini verður ein framførsla tann 14. september