Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-15, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. august 2013síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 93 · 16. august 2013 5 Til tey eldru: Prei: Matpakkin Ikki happa! Men ting og at pynta seg at fara í skúla er ikki alt. Hvussu vit hava tað í skúlanum, og hvussu vit eru móti okkara floksfelagum, er tað allar týdningarmiklasta. Sjónlig happing Happing er sjónlig tá: • tú verður sligin, skumpað/ur ella gjørd/ur vát/ur • tingini hjá tær verða oyðiløgd ella stolin. • tú verður hótt/ur við harðskapi ella onkrum øðrum keðiligum. • tú fært speiskar viðmerkingar um útsjónd, lukt, familju ella okkurt annað. • hini tosa ófólkaliga við teg. • hini lúgva og slatra um teg. • onkur ger tær ónáðir, og tá tú roynir at verja ella hevna teg, fara tey eftir teimum vaksnu, og tú endar við at fáa alla skyldina. • tú verður hildin uttanfyri og sleppur ikki at vera uppí, tá hini hugna sær saman. • tú verður kallað/ur við óreinum eyknevnum, og tá tú sigur okkurt, rulla onnur við eygunum ella gálva. Ósjónlig happing Happing kann eisini vera ósjónlig og óbeinleiðis.   Tað er eisini happing • um tú ongantíð verður boðin við, tá hini gera okkurt saman. • um eingin kemur við, tá tú td. bjóðar í føðingardag. • tá hini lata, sum um tey ikki síggja og hoyra teg. • tá hini ikki svara spurningunum, sum tú setur ella ikki spyrja teg um nakað.   Kanska ivast tú enntá í, um tað, sum fer fram, veruliga er happing. Onnur, sum ikki eru partur av flokkinum, síggja ofta ikki óbeinleiðis happing. Tí er tann ósjónliga happingin trupul at seta orð á – men hon er eins skaðilig og tann sjónliga happingin.  Tilfar tikið frá heimasíðuni eg.fo - far gjarna inn hagar og les meira um, hvussu tú kann fyribyrgja happing. Hvat er happing? Happing er oftast í støðum, har tann happaði noyðist at vera. Millum børn og ung er happing serliga í skúlanum. Washitape, sum tað eitur í upprunalandinum Japan, ella mynstrut klistriband, sum vit kalla tað, er eitt stuttligt amboð at pynta bæði skriviborð og annað við. Summarfrítíðin er komin at enda, og nú skulu matpakkarnir til børnini aftur gerast! Tvær góðar heimasíður, ið hava nógv góð hugskot til mat­pakkan eru www.madklassen.dk og www. skolemaelk.dk, har ein eisini kann tekna seg til eitt tíðindabræv, ið sendir hugskot til matpakkan. Toyklemmur kunnu nýtast til annað enn bara klæði. Líma tær á eitt bretti, pynta við klistribandi, og so hevur tú eina uppslagstalvu. Skriviborði gerst 100% stuttligari við ymiskum sløgum av Washitape. Hugskot Panduro. Er knappaborðið eitt sindur keðiligt? Ger tað festiligari við klistribandi. Kindle Paperwhite er ein tann best umtókti teldilin fyri teirra, sum vilja lesa langar tekstir á skermi. www.amazon.com Við einum knappaborði til teldilin gerst hann til eina vanliga farteldu. Rit og Rák Smart Ipadhylki, sum kan boyggjast, so at teldilin stendur. Rit og Rák At hava nakrar geymar tøkar er altíð gott, hesir taka 16 gb. Rit og Rák Húgva við innbygdum oyratelefonum. www. coolstuff.dk