hósdagur 15. august 2013síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 93 · 16. august 2013
6
VIKUSKIFTI
MINNINGARHALD
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tey høvdu roknað við umleið 200 fólkum,
men tað kom mangt slíkt, tá felagið
Skarðsbygd skipaði fyri minningar
haldið á Skarði. Tollaksmessudag í
1913 sjólótust allir arbeiðsførir menn í
bygdini, og nú 100 ár eftir sorgardagin
varð hetta markerað, tá ein standmynd,
sum Hans Pauli Olsen hevur gjørt, varð
avdúkað, umframt ein ørgrynna av
øðrum tiltøkum var á skránni.
Talan var nevniliga um ein rættiliga
rúgvusmikla skrá, sum byrjaði klokkan
níggju á morgni við gongutúri úr Kunoy,
tá gingið varð uppum Skarðsgjógv
og til Skarðs. Hálvan tíma seinni fór
Dragin úr Klaksvík og norður um
Nakkin. Klokkan tíggju fóru til gongu
úr Haraldssundi og norður til Skarðs,
og millum hálvgumtíggju og eitt fluttu
bátar fólk úr Haraldssundi til Skarðs.
Soleiðis komu fólk úr ymsum ættum
og á ymsan hátt til avtoftaðu bygdina,
har hátíðarhaldið byrjaði klokkan tvey
seinnapartin, men áðrenn tað varð
skipað fyri stuttum gongutúri niðan í
Skarðdal.
Fjølbroytt minningarløta
Sjálvt minningarhaldið var ógvuliga
fjølbroytt. Jógvan Fríðriksson, Jóan
Pauli Joensen, Óluva Klettskarð og
John Michael Damberg fluttu fram
røðu, umframt at nevndin eisini segði
nøkur orð. Fløggini vórðu eisini vundin
í fulla stong og sangurin, sum Hans
Jacob Glerfoss gjørdi um Skarðsbygd,
varð sungin.
Harumframt greiddi Hans Pauli
Olsen, listamaður, frá standmyndini,
tá hon varð avdúkað.
Vælnøgdir fyrireikarar
Kári Klettskarð í Kongsstovu var ein
av fyrireikarunum av minningarløtuni
á Skarði, og hann var sera væl nøgdur
við tiltakið.
– Tað gekk ógvuliga væl. Her vóru
eini 500 fólk, og so nógvum høvdu vit
als ikki roknað við. Tað vóru eisini
nakrar fínar røður, tað gekk væl at flyta
fólkini aftur og fram, so vit eru sum
heild væl nøgd, segði Kári Klettskarð
í Kongsstovu, tá minnigarhaldið var
av.
Kvøldseta í Haraldssundi
Komin aftur av Skarði var kvøldseta í
Haraldssundi, har fólk fingu fiskasuppu
og smurt breyð. Á skránni vóru millum
annað tónar frá Hanusi G. Johansen
og Niels Midjord. Eisini helt Andrass
Sólstein fyrilestur og Hansa Glerfoss
segði nøkur orð, umframt at eisini
felagssangur varð sungin.
500 fólk í útdeyðari bygd
Ongantíð áður hava so nógv fólk verið savnað á Skarði á Kunoy, bygdin
sum varð avtofað í 1919, sum tað var mikudagin, tá minningarhald var
fyri teimum sjey, sum sjólótust við Skarðsbátinum fyri 100 árum síðani
Óluva Klettskarð heldur røðu frammanfyri
standmyndini, sum sæst til høgru. Á myndini
niðanfyri síggja vit Kára Klettskarð í Kongsstovu,
sum var við at fyrireika minningarhaldið
myndir: Dávur Winther