hósdagur 15. august 2013síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 93 · 16. august 2013
7
Nevnd burturúr
Í komandi Summar útgávunum fara vit at hyggja nærri at børnum
undir skúlaaldri, sum eru nevnd burturúr. Vit fregnast um
søgurnar handan serligu nøvnini, og hvørjar tankar foreldrini
hava gjørt sær, áðrenn børnini fingu navn.
Lesarar eru vælkomnir at senda inn uppskot um børn við serligum
nøvnum – og søgum tengdar at nøvnunum – til post@sosialurin.fo
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
– Vit høvdu avgjørt, at vit ikki ynsktu at
uppkalla. Mær hevur altíð dámt nøvn,
sum eru eitt sindur poetisk og original.
Fyri nøkrum árum síðan, hugsaði eg
tankan, at Glóð hevði verið eitt ótrúliga
vakurt gentunavn, sigur Eyðgerð
í Garði. Frammanundan hava tey
dóttrina Aldu, og tí vildu tey, at navnið
á lítlusystrini skuldi hóska til tað.
– Edmund vildi fegin hava eitt
navn, sum eisini var altjóða, og mann
hugsar kanska ikki, at Glóð er tað
mest altjóðanavnið, men tað kann
jú eisini úttalast á enskum sum
»glow«, fortelur Eyðgerð í Garði.
Áðrenn endaliga avgerðin um
navnið Glóð bleiv tikin, vóru tó
onnur nøvn uppi at venda.
– Vit hugsaðu eisini um Ró,
men tað eru vit glað fyri, at vit ikki
valdu, tí tað hevði als ikki hóska
til hana, sigur Eyðgerð í Garði.
Glóð uppfyllti krøvini
Endaliga avgerðin, um at gentan skuldi
eita Glóð, var tikin, tá hon var fødd.
– Eg haldi, at valið fall á Glóð, tí
tað uppfyllti øll tey krøvini, ið vit settu
til eitt gentunavn. Vakurt, føroyskt,
poetiskt, altjóða og eisini rættiliga
súmbolskt, sigur Eyðgerð í Garði.
Reaktiónirnar frá fólki vóru fleiri,
tá tey fingu at vita navnið hjá gentuni.
Og hóast navnið ikki er heilt vanligt, so
vóru flestu viðmerkingarnar positivar.
– Í roynd og veru hava vit so at
siga bara fingið positivar reaktiónir,
og tey allarflestu siga tað vera eitt
vakurt navn, sum vit hava valt, greiðir
Eyðgerð í Garði frá, men leggur
afturat, at onkur hevur sagt, at tey
líka skuldu venja seg við navnið Glóð.
– Alt í alt hava fólk verið positiv.
Sambandið við tónleikabólkin
Tá navnið Glóð verður nevnt, eru
tað kanska fleiri, sum koma í tankar
um føroyska tónleikabólkin »glóð«.
Og har er eisini eitt ávíst samband
millum lítlu Glóð og tónleikabólkin.
– Hóast har ikki er beinleiðis sam
band millum navnið hjá dóttir okkara
og so tónleikabólkin, so spælir Edmund
við í bólkinum. Hans Edward Andreasen
kom við hugskotinum, um at glóð – við
lítlum g – hevði hóskað væl til nýggja
bólkin, og hann spurdi, um vit høvdu
nakað ímóti hesum. Tað høvdu vit
sjálvandi ikki, fortelur Eyðgerð í Garði.
Navnið hjá dóttrini hevur stór
an týdning fyri foreldrini.
– Vit eru ógvuliga errin av navn
inum, tí tað riggar væl, og so hava
vit eisini so at siga uppfunnið tað.
– Tú hugsar helst ikki, at Glóð er eitt altjóða
navn, men tað kann jú eisini úttalast á enskum
sum »glow«, sigur Eyðgerð í Garði millum annað
um navnið hjá dóttrini, ið eitur Glóð
Foreldur:
Eyðgerð og
Edmund í Garði
Bústaður:
Tórshavn
Glóð
Glóð í Garði, 4 ár
Glóð er eitt altjóða navn