hósdagur 15. august 2013síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 93 · 16. august 2013
8
VIKUSKIFTI
Gastrosexualitetur
Soleiðis verður nýggjasta rákið úti í heimi nevnt. Tað snýr seg ikki
um sex, men um kynsligan samleika. Hin fyri nøkrum árum síðani
so modernaði metrosexualiteturin er nú á veg út í myrkri, og menn
leita maskulinu síðurnar fram aftur. Tað verður gjørt ígjøgnum
matgerð – harav navnið Gastro-sexualitetur. Ein phd er skrivað
um evnið, og kókibøkur, matmagasin og -sendingar úti í heimi
venda sær alsamt meiri til mannliga brúkaran. Men er tað ikki ein
andsøgn, at matur og matgerð framdyrka maskulinitet? Er tað
ikki eitt tiltikið og søguligt kvinnuøki? Og hvussu eru føroysku
menninir fyri, soleiðis reint gastrosexuelt?
Vit hava spurt Gutta Winther, sum við matsendingini
»Spískamarið« setir føroyska ráðvøru, menn og mat á breddan.
Føroyski maðurin kennir náttúruna; hann veit bæði nær og hvussu hann skal gera
sær dælt av tí, ið náttúran hevur at bjóða. Hann setir kalvalínu, skjýtur harur,
fleygar fugl, flettir osv- og tað ger hann til fyrimynd fyri gastrosexuella rákinum.
mynd: Heinesen Myndir