hósdagur 15. august 2013síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 93 · 16. august 2013
9
Gastrosexualitetur
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Føroyski maðurin hevur tí holla vitan
um at útnytta náttúruna. Hann veit
hvussu og nær hvørt djór skal drepast
og fáast til høldar, hann hevur amboð
og handalag, ja, tað eru enntá ritual til
ymsu veiðuna.
Hesi aldargomlu gastronomisku
virði og stóra vitanin um veiðu og
hagreiðing eru fyri stóran part farin
fyri skeyti uttanlands. Men nú venda
menninir aftur til tað.
– Tað ger føroyski mannin til størsta
idealið fyri nýggja maskulina mat
rákinum, slær Gutti fast.
– Eg haldi man kann siga, at um
tað eru maskulinar menn, kvinnur vilja
hava, so er føroyski maðurin gávan til
allar kvinnur, leggur hann flennandi
afturat.
Maskuliniteturin, sum hvarv
34 ára gamli Gutti Winther er uppvaksin
í Havn, men hann hevur lært til kokk í
Keypmannahavn, har hann eisini hevur
starvast í nógv ár og verið leiðari á
ymsum matstovum. Hann hevur fing
urin fast á pulsinum, tá tað kemur til
matrák.
Tá tað kemur til nýggja gastro
sexuella rákið, heldur Gutti ikki, at
føroyingurin kann samanberast við
mannin á til dømis Vesterbro.
– Uttanlands skaffaðu menninir
eisini føðina fyri 100 árum síðani. Men
nú skaffar tú mat við at skaffa pengar.
Upprunin og førleikin eru horvnir.
– Verðin er vorðin ósansalig, lívið
er blivið til eina røð av púra eins og
gráum døgum. Fólk arbeiða, tey nýta
ikki kroppin og árstíðirnar eru eins.
Um kvøldið er tað sjónvarp og at fáa
børnini í song – og næsti dagur er sama
sjabbið. Matur er nakað, sum fæst
í handlum – ofta innflutt frá hinari
síðuni á jørðini.
Men Gutti vísir á, at seinastu tíðina
hava orð sum umhvørvi, náttúra,
fairtrade, heilsa og staðbundin matur
verið nógv frammi. Mannligir kokkar
eru vorðnir superstjørnur. Í Danmark
er tað til dømis Thomas Rode, sum er
kendur fyri steinaldarkost. Hann er væl
trenaður, tattoveraður og maskulinur,
og hetta ávirkar heilt víst rákið, heldur
Gutti.
– Tá kvinnur gera mat, snýr tað seg
ofta um úrslit. Alt skal vera púra klárt,
tá fólk koma at eta. Nýggja rákið snýr
seg um sjálva prosessina. Tað er ikki
longur nøktandi, at skera steikina á
jólum – hann vil sjálvur framleiða.
Gutti greiðir frá, at tá nýmótans
maðurin býðir fólki til døgverða, súltar
hann grønmeti, bíleggur serligt kjøt
og forkunnugt vín, granskar og lesir
uppá. Tá gestirnir koma, stendur hann
í køkinum og leggur seinastu hond á,
meðan kjøtið hvílir og sósin fær rætta
konsistens. Tað snýr seg um fram
leiðsluna og um at verða sæddur.
– Tað ikki er pussi-nussi-matur við
baby-grønmeti, porcheraðum rognum
og eitt sindur av skúmi. Tað er grovt og
Ein gáva til
allar kvinnur
Maskulini føroyski maðurin:
Føroyski maðurin er idealið – Føroyski maðurin fæst sera nógv við
mat – og tað er ikki rætt, at tað er eitt kvinnuøki. Tað vóru nokk
kvinnurnar, sum gjørdu matin, men menninir fingu matin til høldar og
hagreiddu hann, vísir Gutti á. – Teir hava róð út, flett, skotið harur,
fleygað fugl, verið í grind, rænt egg og so víðari. Tað er rátt, ógvusligt
og ekstremt maskulint – og tað snýr seg alt um mat, staðfestir Gutti
Hvalir verða riknir – ofta í fleiri tímar – inn móti landi. Har leypa menn á sjógv,
vassa í blóði uppundir miðju og drepa hesi stóru dýrini við stórum vápnum og
egnum hondum. Síðani skera teir tey í petti. Tað er altso ekstremt maskulint.
Um tað eru maskulinar menn, kvinnur ynskja, so er føroyski maðurin
ein sonn gáva til allar kvinnur. Meiri maskulinir menn finnast neyvan
– og tað ger føroyingin til fyrimynd fyri gastrosexuella rákinum