hósdagur 15. august 2013síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 93 · 16. august 2013
10
VIKUSKIFTI
maskulint: ein vælhingin háryggur ella
heilt tjógv – borðreitt á eini fjøl, har
man skal dálka seg um hendurnar.
Varðveitti føroyski
maskuliniteturin
– Føroyingurin hevur hinvegin ongan
tíð mist samband við náttúruna og veið
una. Hann hevur tí ikki tørv á leita eftir
mista maskulinitetinum – tvørturímóti
eru neyvan aðrir eins maskulinir menn.
Orsøkin finst í stóran mun í siðinum at
fáa mat á borðið.
Gutti vísir á, at gastronomi er ein
inngrógvin partur av føroyska sam
felagnum. Tá eini hús verða bygd, er
hjallurin ofta tað fyrsta, sum verður
teknað, tí hann er tengdur at ættini. Út
frá hjallinum skal vera køkur ella grov
køkur. Í kjallaranum skal maðurin hava
pláss til byrsur, stampar, flettingaborð,
ketildraktir og annað. Kaggarnir við
lakaðum spiki og frystiboksin eru fast
innbúgv, seiðatrøð eru vanligt húsa
pynt, og bilurin skal hava krók ella stórt
baggagurúm, so pláss er fyri veiðuni.
– Vit eru eitt kulnariskt gjøgnum
súrgað samfelag, sigur Gutti smílandi.
– Fyrr var tað av neyð, at menninir
løgdu so nógv fyri. Í dag hava flestu
menn ein vanligan, gráan gerandisdag,
men so hava teir náttúruna og veiðuna
umframt – og tað heldur teimum fast
í tí maskulina, brýtur tað gráa og ger
mun á árstíðunum, sigur Gutti.
Málandi lýsir hann eitt grindadráp
sum dømi.
– Gevaldiga stórir hvalir verða
riknir – ofta í fleiri tímar – inn móti
landi. Har leypa menn á sjógv, teir
vassa í blóði uppundir miðju og drepa
hesi stóru dýrini við stórum vápnum
og egnum hondum. Síðani skera teir
tey í petti. At enda liggja fleiri tons av
deyðum, smáttskornum dýrum á kaiini
– tað er altso ekstremt maskulint.
– Føroyski maðurin hevur flutt seg
nakað, tí hann fylgir nú longu fram
leiðsluni upp og ger eisini matin sjálvur.
Nógvir føroyskir menn duga sera væl
og hava gott handalag í køkinum,
heldur Gutti.
Hjallurin – eitt mannfólkaøki
– Hóast maðurin ikki rørdi í grýtunum,
so hevði hann hjallin, har hann tók sær
væl av føðini. Hjallurin er gastronom
iska sambindingin millum kynini; har
sleppur maðurin og konan tekur við.
Men hjallurin er ofta eitt maskulint øki.
Har kelar maðurin krovum og grinda
likkjum, tað er har krúnan á verkinum
er; har úrslitið av longu prosessini
foredlast. Hann hevur passað sín seyð
í áravís, hoyggjað, rikið og roytt ullina,
og nú hongur krovið har. Tað er ein long
tilgongd, sum skapar gleði og stoltleika,
vísir Gutti á.
– Ofta savnast menninir í hjallinum.
Har er eitt serligt tosingarlag; har verð
ur snapsað og reypað – og maðurin og
hansara avrik verða sædd – júst sum
hjá tí útlendska manninum, sum bjóðar
gestunum inn í sína matgerð.
– Tá ein maður í hjallinum greiðir
frá um krovini ella stóra kalvan, so er
tað týðum bæði inniligt, passionerað,
sansaligt og tølandi. Tað er eisini
eksperimenterandi, tí í fjør gjørdi hann
á ein hátt, men í ár roynir hann nakað
annað.
– Hetta eru júst somu lýsingarorð,
sum vit nýta um sex, vísir Gutti á,
og byggir harvið eina brúgv millum
gastronomi, maskulinitet og sexuali
tet.
– Matur er eisini spælandi, livandi,
leikandi, savnandi og ekstremt sansa
ligur. Tað maskulina stríðið og tann
feminina umsorganin – tað bleyta og
tað harða – hittast í mati. Tað er tí helst
ikki av tilvild, at nýggja rákið hevur
fingið heitið »gastrosexualitetur«.
– Og hugsa vit um tað, so er tað ein
ótrúliga vøkur mynd, at stríðið, sum
maðurin leggur í matin, verður sett fyri
familju og vinir – og so verður tað etið
og er teimum til gagns. Tað hvørvur
bara og einki sæst aftur, men stoltleikin
við at geva og gleðin við at fáa kunnu
ikki gerast upp. Hetta eru varandi virði.
Eg haldi, at tað er hetta, lívið snýr seg
um, hugleiðir Gutti.
Dyrka okkara egna
In-orðini í dag eru tað siðbundna,
lokala, vistfrøðiliga og burðardygga,
og tað ger Føroyar sera áhugaverdar
úti í heimi, tí okkara tilfeingi livir frítt
í náttúruni.
– Vit virðismeta ikki ordiliga okkara
tilfeingi og okkara vitan. Hetta er bara
gerandissligt hjá okkum. Men tað
eru ósigiliga stór virði í, at øll hava
møguleika at skaffa føði og duga at
hagreiða hana. Og tað ger okkum til
trendsetarar í nýggja rákinum, heldur
Gutti.
– Tað hava verið ymisk matrák
gjøgnum tíðirnar. Í 90'unum skuldi alt
vera italienskt ella mexikanskt, men nú
leita vit tíbetur aftur til tað lokala, vísir
Gutti á, og kemur at enda við einum
hjartasuffi:
– Vit hava heimsins bestu rávørur
og vit hava vitan og hegni at gagnnýta
tær. Eg vóni tí veruliga, at vit skjótt
hava innflutt tann seinasta búffin úr
Uruguay.
Gutti Winther
Eigur fyritøkuna Munga
• Varð útlærdur '07 frá The Paul (michelinlønt matstova í Tivoli)
• Hevur síðani verið køksleiðari nógva ymsastaðni
• Gjørdi í 2012 6 partar av Spískamarinum
• Ger í 2013 6 nýggjar partar av Spískamarinum
• Fer í 2014 at gera seinastu 6 partarnar av Spískamarinum
• Tá hevur hann gjørt 18 matsendingar av øllum 18 oyggjunum
Mynd: Spískamarið
mynd: Heinesen Myndir
mynd: Heinesen Myndir
Við sendingini Spískamarið hevur
Gutti Winther varpað ljós á før
oyskar rávørur og matmentan