Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. august 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. august 2013 · Nr. 94 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Regatta 110 bátar við í regattasigling Í fleiri ár hevur gott samstarv verið millum Hósvíkar Róðrarfelag og Stuðulsnevndina fyri Svimjihyli í Nólsoy, sum skipar fyri ovastevnu Vilmund Jacobsen Fríggjakvøld er regattasigling í Sundalagnum – av Eiði til Hósvíkar, sum heldur fram við bátahugna og veitslu­ kvøldi í Hósvík. Tá so leygardagurin kem­ ur, og bátafólk eru nøkulunda úthvíld eftir tiltakið í Hósvík, loysa nógv bátar í Hósvík og halda leiðina fram til Nóls­ oyar. Stór regatta Enn einaferð eydnaðist Hós­ víkar Róðrarfelag at skipa fyri eini vælmøttari regatta­ sigling. Einir 100 bátar við motori – í flestu førum “gardinbátar” – stevndu av Eiði til Hósvíkar, og tá farið varð undir brúnna suður yvir, var talið av bátum umleið 110. Men, aftrat teim­ um mongu motorbátunum, vóru eisini einir átta róðrar­ bátar, har ímillum teinæ­r­ ingurin við ikki færri enn 20 fólkum til árar. Umframt teir umleið 75- 80 bátarnir, sum løgdu til bryggju í Hósvík, vóru fleiri bátar, sum fóru heimaftur eftir sjálva siglingina. Væl nøgd Sarita G. Joensen, forkvinna í Hósvíkar Róðrarfelag, sig­ ur, at tey eru væl nøgd við regattasiglingina í ár. – Jú, vit eru stak væl nøgd, bæði við talið av bátum, sum luttóku og øll tey mongu, sum vóru í dansi, har Hans Jacob Hjelm og vinmenn spældu í Bygdarhúsinum, sigur Sarita G. Joensen.