mánadagur 19. august 2013síða 7
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 19. august 2013 · Nr. 94
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Karl fingið 13 hval í ár
GRINDADRÁP Sum sýslumaður hevur Karl Johansen býtt 655 hval
í ár. Fyri tað hevur hann fingið 13 hval, tí tað tilskilar lógin honum.
- Eg havi ongan livandi kjans at herberga øllum, sigur hann
Rólant WaagDam
Karl Johansen er 59 ára
gamal
og
løgreglumaður.
Síðani 2010 hevur hann verið
sýslumaður í Norðoya sýslu.
Ein av uppgávunum hjá
einum sýslumanni er stíla
fyri grindadrápi og hava
eftirlit við, at rakstur og dráp
fara fram eftir reglunum.
Fyri
hetta
arbeiði
fær
sýslumaðurin tvey prosent
av samlaða skinnatalinum.
Grind í øllum sýslunum
Summartíð er feriutíð, eisini
hjá sýslumonnum. Meðan
aðrir hava verið í feriu,
hevur Karl Johansen verið
sýslumaður fyri ikki einans
Norðoya sýslu, men eisini
verið virkandi sýslumaður
fyri bæði Eysturoyar sýslu
og
Sandoyar,
Vága
og
Streymoyar sýslu – tað vil
siga fyri allar Føroyar uttan
Suðuroyar sýslu.
Soleiðis hevur hann havt
ábyrgdina av hvørjum ein
asta grindadrápi, sum hevur
verið í sýslunum norðan fyri
Suðuroynna í summar. Og
grindaboð hava ofta ljóðað, tí
Karl hevur verið í grind í
øllum fimm sýslunum, hann
hevur havt ábyrgdina av
hetta tíðarskeiðið.
Býtt 4838 skinn
– Eg havi býtt 655 grindahval,
sum svara til 4838 skinn.
Gangi eg eftir lógini, so hevði
eg fingið 13 hval ella 97 skinn,
og tað hevði verið ein løta at
etið alt tað, skemtar Karl,
men leggur so aftrat:
– Nei, tað er eingin livandi
kjansur,
at
eg
klári
at
herberga øllum hesum.
Karl hevur tískil býtt út.
– Fyrst tók eg til mín sjálv,
síðani fór tað til familjuna,
versynir og ymisk onnur,
men tað var skjótt, at eg
mátti fara longur út, greiðir
Karl frá, sum síðani hevur
latið grind til millum annað
sjúkrahúsið í Klaksvík, Za
repta og starvsfelagar, sigur
Karl. Hann upplýsir eisini, at
tað hava aðrir sýslumenn
eisini gjørt, tí annars endar
tú við alt ov nógvari grind.
Manglar ikki grind
– Eg mangli í øllum førum
ikki grind, og tað komi eg
heldur ikki til, so eg má bara
royna at býta út, tí annars
hevði eg endað við ómetaliga
nógvum likkjum, sigur Karl
flennandi.
rolant@sosialurin.fo
LÓGIN:
Kunngerð nr. 100 frá 5.
juli 2013 um grind
Kapittul 5, Grindaskifti og útlegging
§ 31: Sýslumaðurin fær 2% av samlaða
skinnatalinum.
– Tað hevði verið ein
løta at etið 97 skinn
Karl Johansen, sýslumaður
Eitt skinn er 50 kilo av tvøsti og 25 kilo av spiki. Karl hevur fingið 97 skinn, sum svarar til 4,85 tons av tvøsti og 2,425 tons av spiki