Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. august 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. august 2013 · Nr. 94 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ein røð av óhappum Faroe Pelagic Seinastu trý árini eru ikki færri enn 14 óhapp fráboðaði arbeiðseftirlitinum, har fólk eru komin til skaða á uppsjóvarvirkinum í Kollafirði Rólant Waag Dam Í farnu viku hendi enn eitt arbeiðsóhapp á Faroe Pelagic í Kollafirði. Sambært skaða­ fráboðanini, sum Arbeiðs­ eftirlitið fekk og sum Miðla­ húsið hevur fingið innlit í, bleiv "...ein maður bleiv fastur og sera illa kleimdur í einari ‘plattapakkimaskinu". Sam­bært vakthavandi á løgreglustøðini í Havn er maðurin nú útskrivaður. Hetta var 14. óhappi á Faroe Pelagic síðani 7. apríl í 2013. Hótta við at steingja Undan hesum óhappinum hevði Arbeiðseftirlitið ann­ ars havt fund við Faroe Pelagic, har evnið var "... gongdin við alt ov nógvum arbeiðsóhappum, sum á ongan hátt kunnu halda fram". Sambært skjølunum, sum Miðlahúsið hevur fingið innlit í, søgdu umboð fyri Faroe Pelagic, at har fór eitt miðvíst trygdararbeiði fram, og at tey vildu gera alt fyri, at slík arbeiðsóhapp kundu henda aftur. – Tey greiddu frá, at tey sjálv mettu at hetta arbeiðið gekk framá, og at hetta sást aftur í, at talið av óhappum var minka, stendur at lesa í skjølunum hjá Arbeiðs­eftir­ litinum. Har stendur eisini, at trygdarumboðið hjá Faroe Pelagic váttaði, at tað var púra rætt og at tað avgjørt vóru framstig at hóma. Arbeiðseftirlitið gjørdi á hesum fundi greitt, at tey fóru at herða eftirlitið við virkinum, millum annað við fleiri ófráboðaðum eftirlitum. Mettu tey á Arbeiðs­eftir­ litinum í samband við hesi eftirlit, at trygdin ikki var í lagi, kundu tey krevja, at stjórin á Faroe Pelagic kom á staðið, soleiðis at neyðug stig vórðu tikin og trygdin kom í rætt lag. – Eisini var gjørt vart við, at metti Arbeiðseftirlitið ikki at grundarlag var nøktandi, so hevði Arbeiðseftirlitið á staðnum heimild at nokta atgongd til økir vegna vænt­ andi trygd, herundir eisini møguleikan fyri at steingja virkið, stendur at lesa í skjølunum hjá Arbeiðseftir­ litinum. rolant@sosialurin.fo 1 07.04.10 Óhapp nr. 1 í 2010 Arbeiðsóhapp har ein maður bleiv kleimdur milum tveir plattar, og fekk skaða í knæið. Óhappið hendi í transportgongd hjá P/F Samskip 2 02.11.10 Óhapp nr. 2 og 3 í 2010 Arbeiðsóhapp í lastini á Dragon Spring, har Arbeiðseftirlitið fekk fráboðan, umleið klokkan 21.30, hósdagin hin 16 septembur 2010. Tveir mans í lastini fingu skaða av fiskaeskjum, ið duttu av einum platti. Fráboðanin kom frá løgregluni um arbeiðsskaða í lastini á” Dragon Spring”, sum lá við bryggju í Kollafirðið. Arbeiðseftirlitið varð móttikið av tveimum løgreglumonnunum. Teir sum fingu skaða vóru fluttir á Landssjúkrahúsið, áðrenn Arbeiðseftirlitið kom á staðið. Málið sent til fútan. 3 27.05.11 Óhapp nr. 1 í 2011 Arbeiðsóhapp har ein kvinna hekk føst í gafflunum á einum trukki, og bleiv drigin umleið 25 metrar eftir virkisøkinum og havnaøkinum. Skaðin hendi í samband við arbeiði á P/F Samskip, men kvinnanvar í starvi hjá P/F PP Faroe Pelagic. 4 16.07.11 Óhapp nr. 2 í 2011 Arbeiðsóhapp har ein kvinna bleiv kleimd undir einum fullum platti. Skaðin hendi uttanfyri goymsluna hjá P/F Samskip – tað vil siga á felagsøkinum hjá P/F Samskip og P/F PP Faroe Pelagic. 5 22.08.11 Óhapp nr. 3 í 2011 Arbeiðsóhapp har ein maður fekk skaða í hondina, tá ein motorur datt á hondina. 6 16.09.11 Óhapp nr. 4 í 2011 Arbeiðsóhapp har ein maður fekk ein tóman fiskakassa á høvdið. 7 21.09.11 Óhapp nr. 5 í 2011 Arbeiðsóhapp har ein maður fekk skaða í fingrarnar av einari frystimaskinu. 8 20.01.12 Óhapp nr. 1 í 2012 Arbeiðsóhapp har ein maður kleimdi høgru hond í einari sorteringsmaskinu. 9 10.07.12 Óhapp nr. 2 í 2012 Arbeiðsóhapp har ein maður datt fimm metrar niður inni á virkinum hjá P/F PP Faroe Pelagic. 10 09.10.12 Óhapp nr. 3 í 2012 Arbeiðsóhapp har ein maður fekk skaða í hondina, tá hendan kleimdist millum eina eskju og eina jarnstong við eitt flutningsband inni á virkinum hjá P/F PP Faroe Pelagic. 11 09.10.12 Óhapp nr. 4 í 2012 Arbeiðsóhapp har ein maður datt millum fluttningsbond á P/F PP Faroe Pelagic, og fekk skaða í fótin. 12 30.01.13 Óhapp nr. 1 í 2013 Arbeiðsóhapp har ein kvinna bleiv kleimd millum tveir plattar av einum trukki. Arbeiðsóhappi hendi inni á felagsøkinum. Skaðin hendi inni hjá P/F Samskip, men kvinnan var í starvi hjá P/F Faroe Pelagic. 13 26.07.2013 Óhapp nr. 2 í 2013 Arbeiðsóhapp har ein maður, ið vaskar á virkinum, fekk armin fastan í eitt koyrandi flutningsband, soleiðis at armurin brotnaði. 14 13.08.2013 Óhapp nr. 3 í 2013 Arbeiðsóhapp har ein maður bleiv fastur og sera illa kleimdur í einari ‘plattapakkimaskinu’. Varðhaldsfongslaður í fýra vikur Ein eldri maður varð fríggjadagin varðhaldsfongslaður í fýra vikur Rólant Waag Dam Fyrsta skuldsetingin segði, at maðurin millum januar í 2011 og mai 2013 hevur gjørt seg kynsliga inn á ein drong. Í øðrum lagi er maðurin skuldsettur fyri at hava følt upp á nakrar smádreingir, og at hava víst teimum pornografiskt tilfar. Hetta skal vera farið fram í ár. Í triðja lagi er maðurin skuldsettur fyri at hava hótt tveir dreingir, sum høvdu spurt hann, hví fólk søgdu hann vera barna­ lokkara. Hóttanirnar vóru sambært skuldsetingunum so mikið álvarsamar, at dreing­irnir kendu seg hótt­ ar eftir lívi­num. Hetta hendi fyri trimum ella fýra árum síðani. Maðurin noktaði seg sek­ an í øllum skuldset­ing­um. Málið byrjaði annars við, at eitt persónur vendi sær anonymt til barnaverndina á staðnum, sum síðani fór víðari við málinum, og kl. 15.55 í gjár varð maðurin handtikin. Nú er hann so varð­ haldsfongslaður í fýra vikur, meðan kanningarnar fara fram. Orsøkin til varð­ haldsfongslingina er millum annað, at skuldsetti mað­ urin ikki skal kunna ávirka teir persónar, sum eru partar av málinum. Somu­ leiðis stendur eisini í skuld­ setingunum, at maðurin skal hava gjørt seg inn á fleiri aðrar ónevndar per­ sónar. Tað er ógreitt, hvørjir hesir ónevndu persónarnir eru, men fyri at skuldsetti maðurin ikki skal hava møguleika at ávirka hesar, er maðurin varðhaldsfongs­ laður í fýra vikur. Sjálvt grundlógarhoyrið varð hildið fyri afturlatnum hurðum eftir ynski frá ákæranum. rolant@sosialurin.fo